VEITST TÚ IKKI, FERT TÚ IKKI!

Hevur tú nakrantíð forsømt nakað? At sita eftir við kensluni av at okkurt týdningarmikið hendi, sum tú ikki fekst við ella fekst lut í? Situr tú eftir við orðunum: “Hví lurtaði eg ikki? Hví fór eg ikki? Hini upplivdu nakað, sum eg ikki fekk við!”

JESUS ENDAÐI ENDAN!

Hevur tú upplivað kreppu í lívinum, sum broytti lívið frá einum til nakað, sum tú nú ikki ert glað/ur fyri? Kanska sigur tú tí við teg sjálva/n: “Nú er yvirstaðið! Eg eri liðug/ur! Hetta endaði meg!” Men er nøkur bjarging?

VER FYRIMYNDIN!

Hvussu nógv kann eg skylda uppá (fyri)myndirnar, tá ið eg geri tað skeiva? Kann eg ikki gera hetta í so stóran mun, at eg livi í ábyrgdarloysi? Havi eg ikki avgerðarrættin fyri mínum lívi í dag?

EG LIVI Í KALLINUM

Dámar tær væl títt arbeiði og gleðist um tíni viðurskifti við familju, vinir og starvsfelagar? Hevur tú frið og gleði í gerandisdegnum? Ella kennir tú iva, óró og ørkymlan? Spyrt tú teg sjálva/n: “Er hetta tað, eg skal?” “Hvat er meiningin við mínum lívi?”

EG GLEÐIST Í HVÍLDINI!

Leingist tú eftir hvíld? Kennir tú møði, ónøgdsemi, ørkymlan og strongd? At vera í gongd við høgari ferð í longri tíð og vilja fáa frí og frið? Eru vikuskiftini hæddarpunktið í lívinum, samstundis sum tú mestsum hatar mánadagar, tí tá er ein long arbeiðsvika ímillum frítíðina og teg?

EG HOYRI Í KVIRRUNI!

Í øllum larminum um, við og í okkum er tað ikki undarligt, at vit hava torført við at hugsavna okkum um tað, vit fegin vilja fáa frá hondini. Ikki undarligt, at vit kunnu kenna ónøgd og ørkymlan um lívið og hvat meiningin er við tí.

TÚ EIGUR EIN SESS

Hvat er meiningin við lívinum? Hví eri eg til og hvat skal eg við mínum lívi? Eri eg ætlað/ur til nakað ávíst ella er tað mín egna avgerð? Ber til at fáa frið og hvíld í nøkrum sessi í tilveruni?

Blog at WordPress.com.

Up ↑