KARMLOYSI KANN ONGUM KÆRLEIKA RÚMA

Kennir tú kensluna av at hava gjørt nakað skeivt? At hava vitað, hvar ið karmurin var, verið freistaður at fara útum karmin, og síðani gera eftir freistingini? Kennir tú kensluna av avleiðingini, sum fylgdi, tá ið tú gjørdi hetta skeiva?

Eg hugsi, at vit øll munnu kenna okkum aftur í hesi støðu. At kenna, hvat ið tað rætta og skeiva var, at verða freistað, at gera eftir freistingini og síðani kenna avleiðingina.

Henda gongdin er ikki ólík gongdini hjá fyrstu menniskjunum Ádami og Evu (Her kanst tú lesa meira um tey bæði). Tey kendu væl karmin, at tey ikki skuldu eta av træi kunnleikans um gott og ilt. Tey kendu væl freistingina, tá ið sagt varð við tey: “Man Gud hava sagt?” Tey kendu tað at gera eftir freistingini og síðani kendu tey avleiðingina av at hava gjørt hetta skeiva. Avleiðingin var, at teirra samfelag við Gud varð brotið. Tey vendu Gudi bakið.

Sum foreldur vilja vit okkara børnum tað besta. Í hesum, at vilja teimum tað besta, seta vit karmar, soleiðis at tey hava tað trygt og gott og fáa bestu umstøður at mennast í. Karmarnir og kærleikin fylgjast at. Kærleikin vil ikki karmloysi. Ja, karmloysi kann ongum kærleika rúma. Men børnini kunnu meina, at foreldranna karmar taka teirra frælsi. Hetta, tí at tey ikki heilt skilja karmarnar. Og tí verða teir mangan brotnir. Men munnu foreldrini elska børnini minni, tá ið karmarnir verða brotnir? Neyvan! Hinvegin læra børnini við tíðini, at foreldrini elska tey, hóast tey gera ímóti teirra vilja. Og síðani læra tey eisini at virðismeta sjálvar karmarnar.

Kærleikin vil ikki karmloysi. Ja, karmloysi kann ongum kærleika rúma. Tweet: Kærleikin vil ikki karmloysi. Ja, karmloysi kann ongum kærleika rúma.

At vit kenna til karmar, freisting, brot og avleiðingar, merkir ikki, at Gud elskar okkum minni. Tvørturímóti síggja vit í Gudi ein treytaleysan kærleika. Og við hesum kærleika læra vit sum børnini at virða Guds vilja og hava hug í hesum vilja. Tí Jesu deyði er avleiðingin av okkara broti. Hesin reis upp, soleiðis at okkara samfelag við Gud ikki longur er brotið, men heilt.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: