LURTAR MEIRILUTIN IKKI EFTIR ÁVARINGINI, LURTI EG HELDUR IKKI

Fyri nøkrum árum síðani sá eg í donskum sjónvarpi eina sending, har kannað varð, hvussu vit menniskju reagera í ymiskum støðum.

Eini átta fólk skuldu inn í eitt rúm at sita um eitt borð. Har skuldu tey skriva eitthvørt í hvør sínum lagi og á hvør sítt pappír. Sjey av hesum átta vistu, at hetta var ein roynd fyri at síggja, hvussu hesin áttandi persónurin, ein kvinna, fór at reagera. Hon visti einki. Meðan tey sótu í hvør sínum lagi og skrivaðu, byrjaði so smátt at koma roykur inn ígjøgnum eina rist í vegginum. Kvinnan legði hetta til merkis og reageraði við at hyggja uppá hini. Men hini smíltust bara og skrivaðu víðari. So tað gjørdi hon eisini. Meira roykur og hon hugdi uppá hini, men tey skrivaðu bara víðari. So tað gjørdi hon eisini. Og hetta helt fram, til fólkini ikki sóu hvønn annan fyri hesum royki, men hildu kortini fram við at sita og skriva. Kanningin vísti, at hóast ávaringar fara í gongd hjá okkum menniskjum, so hava vit hug ikki at lurta eftir teimum, um meirilutin ikki lurtar eftir teimum teimum. Tí gjørdi henda kvinnan einki, hóast tað natúrligt var at kanna, um nú eldur var í.

Vit kenna øll tað at fáa eina ávaring. At um vit halda fram, sum vit gera, so fer okkurt at henda, ið er ein keðilig avleiðing. Vit kenna samstundis tað ikki at lurta eftir ávaringini: “Áh jú jú, hetta ljóðar ikki so gott, men tað man ikki fara at enda so galið kortini…” Og so kenna vit eisini avleiðingina, tá ið skaðin er hendur, júst so, sum ávaringin boðaði.

Lurtar meirilutin ikki eftir ávaringini, lurti eg heldur ikki! Tweet: Lurtar meirilutin ikki eftir ávaringini, lurti eg heldur ikki!

Nóa gekk við Gudi. Á hansara døgum var ein ávaring givin. Menniskju fóru illa við hvørjum øðrum og tað var og er Gud ikki glaður fyri, men er hann tann kærligi faðirin, sum grípur inn. Men menniskjuni ongum skoyttu. Tey hildu fram uttan at lurta eftir ávaringini. Nóa og hansara var ein so lítil minniluti, at tað kundi ikki vera rætt, sum hann segði. Umframt tað ljóðaði hetta púra ørt í høvdinum og var fyri tey burtur úr viti og skili. Kortini kom avleiðingin, júst sum ávaringin ljóðaði frammanundan. (Meira um hesa hending kanst tú lesa her.)

Heimurin fer ikki altíð at vera sum hann er í dag. Og Gud hatar framhaldandi, at vit sum menniskju fara so illa við hvørjum øðrum. Tí ljóðar ein ávaring til okkara og ein bjarging eisini. Bjargingin fyri meg er trúgvin á Jesus, meðan ørkin var bjargingin fyri Nóa og hansara.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑