HVÍ GEVI EG IKKI?

Hvussu torført er tað ikki at ofra tað, ein er glaður fyri og elskar? Tað kann vera lætt at geva frá sær tað, ið vit ikki hava brúk fyri, men nakað, vit hava so kært, ja, tað er nakað heilt annað.

Ábraham og Sára vóru barnleys og ynsktu sær so inniliga børn. Tá ið tey mestsum vegna elli høvdu givið upp henda dreymin, fingu tey Ísak. Tey fingu ein son, júst soleiðis, sum Gud hevði lovað teimum. Er hetta ikki ein kensla, sum foreldur kenna so væl, serliga hjá teimum, har tað ikki var so lætt at fáa børn? Men hvussu svárt man tað so ikki hava verið hjá Ábrahami at hoyra frá Gudi, at nú skuldi hann ofra hann? Tað man hava verið ræðuligt hjá hesum pápa saman við syni sínum at ganga til tann stað, har ið teir skuldu skiljast. (Tú kanst lesa meira um hesa hending her.)

Tá ið vit lesa um hesa hending, kunnu vit spyrja: “Hvat er hetta fyri ein Gud, sum fer soleiðis við sínum skapningi?” “Jú”, er svarið “hetta er tann Gud, sum ofraði sín egna son vegna kærleika til hvørt menniskja!”

Ábraham var lýðin, men varð steðgaður av Gudi, soleiðis at hann ikki fullførdi gerningin. Ístaðin var ein veðrur ofraður í sonarins stað.

Tá ið Jesus doyði, doyði hann í menniskjans stað. Faðirin gav sonin, soleiðis at hann kann hava samfelag við teg og meg. Vit eiga himmalin vegna hetta offur Guds.

Hví gevi eg ikki, um eg havi fingið alt givið? Tweet: Hví gevi eg ikki, um eg havi fingið alt givið?

Nú, tá ið vit síggja hetta offur Guds, setir tað okkara offurvilja í eitt ringt ljós, hugsi eg. Tí eg havi so lítlan hug at lata nakað frá mær, sum eg eri veruliga glaður fyri. Eg vil ikki geva Gudi og mínum næsta mína orku, tíð, ogn, vilja og huga. Men her havi eg veruliga nakað at læra sum menniskja. Eg eri til, tí Gud skapti meg. Eg eigi himmalin, tí Gud ofraði son sín fyri meg. Eigi eg so ikki at ofra tað, eg havi um hendi, til Guds og næstan? At hjálpa mínum medmenniskja í neyð? At geva mína tíð til tann, sum hevur tørv á eini løtu? At geva teimum fátæku nakað av míni ogn? Um Gud gav mær alt, kann eg so geva eitt sindur?

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑