IKKI VIÐGONGD, MEN MÓTGONGD MENNIR MEG

Fleiri menniskju seta spurnartekin við, um Gud man vera til. “Gud kann ikki vera til, tí at eg síggi hann ikki, eg hoyri hann ikki, eg haldi hann vera órættvísan, óndan og dømandi, eg fari ígjøgnum so nógvar trongdir…” Soleiðis kunnu nakrar av orðingunum ljóða, tá ið okkara kenslur og fatanir standa ímóti Guds veruleika og vilja.

Tá ið vit lesa um Jósef, kunnu vit eisini hugsa, hví Gud mundi lata henda unga mannin fara ígjøgnum hesa trongd. Seldur av brøðrum sínum at doyggja, sendur í fangahús av Potifar vegna nakað, hann ikki hevði gjørt, og gloymdur av samfangum, tá ið teir vóru leyslatnir. Mundi Jósef einsamallur í fangahúsinum í Egyptalandi nakrantíð hugsa: “Gud, hvar ert tú? Ert tú yvirhøvur til? Hví skal eg doyggja í hesum fangahúsið? Hvør er meiningin við hesum?” Ongin ivi man vera í, at Jósef var í einari trongari støðu og hevði nógvar spurningar, har hann hjálparleysur sat í fangahúsinum. (Tú kanst lesa meira um hesa hending her.)

Men vit kenna søguna, hvussu ið hann varð loystur aftur av Fárao settur sum ovasti yvir Egyptalandi næstur Fárao sjálvan. Hvussu Gud síðani brúkti henda mannin til frelsu fyri egyptar og menniskjum umkring Egyptaland. Frá gleði til neyð og aftur til gleði. Gud gloymdi ongantíð Jósef og vendi honum ongantíð bakið. Um Jósef mundi ivast í Gudi, ivaðist Gud ikki í Jósefi.

Foreldur hava tað fyri í fjarstøðu at hyggja at børnum sínum, tá ið tey spæla. Hetta fyri at síggja, hvussu tey trívast, tá ið foreldrini ikki eru hjá. Síðani gleðast tey, tá ið tey síggja, at børnini hava tað gott og gerast kedd, tá ið tey ikki hava tað gott. Men tá ið tað ikki er so gott, grípa foreldrini ikki altíð inn við tað sama, tí tey vilja síggja, um børnini sjálv megna at loysa trupulleikan. Hetta er ein partur av menningini hjá barninum. Hetta merkir ikki, at foreldrini ikki eru til. At tey eru órein. At tey ikki vilja lurta, tosa ella hjálpa. Foreldrini vilja børnunum tað besta og ein partur av hesum er menningin av barninum.

Ikki viðgongd, men mótgongd mennir meg! Tað er hon, sum fær meg at vera takksamur fyri viðgongdina og heldur meg eyðmjúkan.

Ikki viðgongd, men mótgongd mennir meg! Tweet: Ikki viðgongd, men mótgongd mennir meg!

Jesus fekk at uppliva mótgongd og stríð. Hansara nærmastu vendu honum bakið og hann var dømdur fyri nakað, hann ikki hevði gjørt. Hann upplivdi einsemi. Hetta gjørdi hann, soleiðis at vit ongantíð skulu vera einsamøll. Tað kann vera, at vit til tíðir kenna tað soleiðis, men tá er Gud sum faðirin, ið hyggur at okkum. Men ongantíð í fjarstøðu. Tí hann er altíð nær og vil okkum altíð tað besta, eisini tá ið vit ivast um hann.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑