ÍMILLUM TRÆLDÓM OG FRÆLSI ER FERÐIN ÍGJØGNUM OYÐIMØRKINA

Tá ið vit lesa í Skriftini, er tað mangan so, at trý løg av sannleika er í tekstinum. Ein søguligur veruleiki, ein tímiligur veruleiki og ein ævigur veruleiki. Soleiðis er tað til dømis við hendingini um Móses og Ísraels bjarging úr trældómi. (Tú kanst lesa meira um hesa hendingina her.)

Søguligi veruleikin er tann, at ísraelar vóru í trældómi í Egyptalandi. Tey vóru illa viðfarin og vóru í neyð. Tey longdust eftir loysn og bóðu til Guds um hjálp. Gud hoyrdi teirra bøn og sendi teimum bjargingina ígjøgnum mannin Móses, sum varð kallaður at leiða tey úr trældómi inn í paradísið, Kánáan, har tilveran fór at vera framúr góð. Ísraelar vórðu loystir úr trældómi við hesum Mósesi og fóru á ferð til paradísið ígjøgnum eina oyðimørk, sum gjørdi ferðina vandamikla og langa.

Tímiligi veruleikin við hesi hending er tann, at einstaka menniskja er í einum ella øðrum trældómi. Sum menniskja kann eg vera bundin at rúsdrekka, mati, leti, skuld ella onkrum øðrum. Man nakað menniskja ikki hava nakran trældóm? Men bjarging er til teirra í trældómi. Tað er loysnin, sum kemur við einum persóni, eini ætlan ella eini hending. Paradísið er frælsið frá trældóminum og eitt lív, sum er betri enn lívið í trældóminum. Men fyri at koma til hetta paradís frá trældóminum er oyðimarkarferðin, sum er torføra og strævna tíðin, tá ið vit slíta okkum frá trældóminum og ganga mótvegis nýggju tilveruni í paradísinum.

Ímillum trældóm og frælsi er ferðin ígjøgnum oyðimørkina! Tweet: Ímillum trældóm og frælsi er ferðin ígjøgnum oyðimørkina!

Ævigi veruleikin við Mósesi og ísraelum er tann, at mannaættin er í trældómi. Syndafallið, sum hvørt menniskjað líður undir, býr so djúpt í okkum, at hetta gevur okkum eina tilveru, sum ikki er paradís. Vit elska ikki Gud av heilum hjarta, sál og mátti og ikki næsta okkara sum okkum sjálv. Men okkum er ein frelsari givin: Jesus, sum livdi, doyði og reis upp aftur og livir. Við trúnni á hann eru vit fríað frá trældómi og eru ávegis paradísinum: Himmalin. Nú liva vit í oyðimararferðini frá trældóminum til Himmalin. Ein ferð, sum mangan er torfør og strævin. Men vit ferðast fræls og eiga ein himmal, sum bíðar okkum.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑