OKKURT ER GALIÐ, UM ALT SIGST VERA GOTT

Hvat svarar tú, tá ið tú hevur tað trupult og onkur spyr: “Hvussu hevur tú tað?” Svarar tú: “Jú takk, eg havi tað gott!” Og hvat sigur tú við ein, sum sigur tær sína truplu støðu? Sigur tú: “Tað man ikki vera so galið!” Kennir tú støðuna, at alt sigst vera gott, men tú hevur eina kenslu av, at okkurt er galið kortini?

Eg havi hug at hoyra ein boðskap, men havi mangan fyri neyðini at hoyra ein annan. Hóast eg havi fyri neyðini at hoyra, hvat ið er galið, havi eg mangan hug at hoyra, at alt er gott. Men okkurt er galið, um alt sigst vera gott! Er nakar, sum sigur mær allan sannleikan og ger nakað við veruleikan?

Eg havi hug at hoyra ein boðskap, men havi mangan fyri neyðini at hoyra ein annan.

Jesus segði: “Varið tykkum fyri svikaprofetum!” Hóast henda ávaring kann ljóða løgin, var hetta ikki nakað fremmant fyri Jesu áhoyrarar. Teir kendu væl sína egnu søgu og vistu, hvussu profetar og svikaprofetar høvdu verið frammi við sínum boðskapi til fólkið. Og hvørjar avleiðingarnar vóru, um fólkið lurtaði eftir svikaprofetum. Stutt sagt kann ein svikaprofetur lýsast sum ein, ið boðar ráksins jaligu lygn til egna holdsliga besta. Hesin boðar tað, sum verðsligi myndugleikin vil hoyra, fyri at løna sær sjálvum og vara seg frá atsókn. Við øðrum orðum sigur Jesus við okkum: “Ansið eftir teimum, sum ikki kalla ein spaka fyri ein spaka!”

Júst hetta er ikki fremmant fyri menniskjað í dag. Mær dámar ikki, at onnur lúgva fyri mær. Men samstundis havi eg ikki hug at hoyra tað neiliga. Tí er lygnin løtt at lýða! Men okkurt er galið, um alt sigst vera gott! Tað veit eg innast inni væl og kenni tað av royndum.

Ávaringin um at varða seg fyri lygn er boðað mær, falna menniskja. Mær dámar lygnina, tá hon kitlar mær í oyruni! Um onkur hevur júst somu meining sum eg um alt, og jaliga boðar mær hesa lygnina til sítt og mítt egna holdsliga besta. Undirhalda vit soleiðis hvørjum øðrum sum svikaprofetar? Dømi kunnu vera, um ráðgevin sigur við skuldaran, ið er um at missa hús og heim: “Tú hevur einki at óttast!” Um læknin sigur við tann deyðiliga sjúka: “Alt sær væl út!” Ella um presturin sigur við kirkjuliðið: “Eingin avleiðing er til í ævini og tí kunnu vit liva sum vit hava hug til í dag!”

Nei, okkurt er galið, um alt sigst vera gott!

Jesus segði: “Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir.”

Okkurt er galið, um alt sigst vera gott!

Eg eri eitt ringt træ, tí eg beri ringa frukt. Tað veit eg. Jesus er tað góða træið. Hann kann ikki bera ringa frukt! Hann er sanni profeturin, sum boðar mær tann neyðuga sannleikan inn í veruleikan. At hann mátti ofrast vegna mína ringu frukt. Luther segði, at tann kristni er samstundis rættvísur og syndari. Hóast mína dagligu ringu frukt eri eg við trúnni Jesu góða frukt! Rættvísin er vegna Jesu lív, deyða og uppreisn.

Jesus tók burtur tað, sum er galið og gav mær tað góða!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑