MÆR ER GIVIÐ AT GEVA

Hevur tú nakrantíð fingið eina gávu óvæntað? Kanska tá ið tú hevði serligan tørv á nøkrum og so varð tað givið tær fyri einki? Hvat hugsaði tú tá? Og hvat situr eftir í minninum í dag? Er tað ikki fyrst og fremst gevarin? Persónurin, sum gav tær gávuna?

Nakað hendir einum menniskja, sum í neyð fær eina óvæntaða gávu. Hetta menniskjað kann oyðsla gávuna burtur, men minnist gevaran. At geva hevur eina ovurstóra megi og ávirkan! Men gevi eg nakað? Eigi eg yvirhøvur at geva nøkrum nakað?

Er lívið ikki fantastiskt? At vakna, gleðast, eta, anda, arbeiða, ganga, vera, sova… Guds ætlan við lívinum er gleði. At trívast, gleðast og mennast í samfelagi við seg og hini! Gud hevur givið mær alt!

Tíðina, sum eg máti í árum, mánaðum, vikum, døgum og løtum. Ognirnar, sum eg máti í pening, húsi, bili, klæðum og mati. Megina, sum eg máti í førleikum, hugsan, rørslum, orku og levnaði.

Mær er givið… ikki at eiga, men… at umsita! Mær er givið at geva!

Mær er givið at geva!

Eitt kvøldið nýtti eg útsýnið yvir hav og fjøll eitt kvirt summarkvøld. Tað var stórbært at njóta hesa løtuna við sjóði og fuglaljóði, og kendi eg tað sum Guds stóru gávu til mín og okkara! Síðani hitti eg ein mann og mátti eg luta hesa kensluna við honum. Í okkara práti fall evnið á, hvussu upptikin vit menniskju eru. So upptikin, at vit ikki duga at njóta hesar stillu løturnar. So upptikin, at vit ikki duga at síggja Guds margfaldu gávur. Hvussu skjótt gloymi eg ikki at síggi Guds gávur og taki mær tað fyri givið, Gud gav mær at umsita við gleði? Hvussu skjótt misnýttu Ádam og Eva ikki Guds gávur og gjørdust eins og ein órættvísur húshaldarin?

Eg misbrúki Guds tíð, ogn og megi við at oyðsla tað til mín sjálvs. Eg havi fingið, men taki tað til mín sjálvs. Hvussu nógva tíð, ogn og megi gevi eg Gudi og mínum medmenniskja? Mær er givið at geva! – Men eg gevi ikki! Eg eri ein órættvísur húshaldari, sum misrøki Guds gávur, mær er litið til.

Hvat hendir einum menniskja, sum fær eina gávu? Tað minnist gevaran! Paulus skrivaði: Av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær.

Eg oyðsli Guds gávur at umsita og standi tí í skuld! Hvat skal eg gera? Hvar kann eg vera bjargaður? Jú, eg kann fara til Jesus, sum er mín bjarging. Jesus hevur gjørt fullkomna gerningin fyri meg! Hevur goldið mína skuld, so eg eri frælsur! Hann gav sína tíð, ogn og megi fyri meg. Jesus fekk og gav mær!

Mær er givið at geva! Við trúnni á Jesus síggi eg Guds gávur í einum nýggjum ljósi. Alt, eg havi, eigi eg ikki, men Gud. Gud hevur givið mær tíðina, ognirnar og megina at umsita til hansara æru og til tænastu fyri mítt medmenniskja. Jesus, hjálp mær at geva.

 

 

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑