VRAKA TAÐ ILLA

Kennir tú støðuna spentur at fara til arbeiðis, men vegna órudd ber ikki til at koma í gongd? Ella vilja halda ein góðan føðingardag, men vegna ein keðiligan gest miseydnaðist tað heila? Ella byrja at liva eitt sunt lív, men vegna onkra kaku, gekk tað ikki henda dagin? Vil eg njóta tað góða, má eg fyrst vraka tað illa! Óruddið má burtur, gesturin út og kakan vrakast. Men hetta er torført. Tað er torført at rudda í mínum lívi, fyri at geva rúm fyri tí góða, sum eg ynski.

Vil eg njóta tað góða, má eg fyrst vraka tað illa!

Eg leingist eftir tí fullkomna og kann droyma um at liva uttan nakra skuld, ella at liva eitt sunt lív, ella uppliva ein fullkomna dag, har eg nái mínum málum. Ímynda tær og spyr: “Hvussu sær mítt fullkomna lív út?” Óivað dugir tú at síggja eitt lív fyri tær, betri enn tað, tú júst nú livir. Eg veit, hvussu mítt fullkomna lív sær út og royni at arbeiða meg til ta støðuna! Gud hevur skapað meg soleiðis: At liva í einum fullkomnum staði. Tí býr hesin longsul í mær og tí arbeiði eg móti hesi støðu!

Epinion gjørdi í 2015 eina kanning, sum vísti, at ein persónur av fýra ikki torir at liva sín dreym út! Lærdi háskúlin í Scranton USA gjørdi í 2016 eina kanning, sum vísti, at níggju av tíggju ikki náa sínum málum!

Tað fullkomna er eitt. Veruleikin ein annar. Eg havi mín dreym, men eg nái ikki málinum! Vil eg njóta tað góða, má eg fyrst vraka tað illa! Eg vil vera fríur frá skuld og má tí gjalda niður, men tað miseydnast. Eg vil liva sunt og má tí eta rætt og røra meg, men tað miseydnast. Eg vil náa mínum málum og má tí raðfesta væl, men tað miseydnast. Tað er sannlíkt, at eg sum gamal sigi: “Eg náddi ikki dreyminum!” Nakað ger, at tað er torført at vraka tað illa í mínum lívi.

Jesus segði: “Skrivað stendur: “Hús mítt eigur at vera eitt bønhús;” men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.” Hetta segði hann, tá ið hann kom inn í halgidómin og sá, hvussu menn misbrúktu Guds góðu ætlan við at útnytta síni medmenniskju. Jesus gjørdist vreiður og ruddaði út tað illa úr halgidóminum. Jesus vrakaði tað illa fyrst og settist eftir tað og lærdi, tí tástani kundi fólkið hoyra og njóta sannleikan. Vil eg njóta tað góða, má eg fyrst vraka tað illa!

Guds dreymur er eitt ævigt lív og gleði fyri teg og meg. Syndafallið er tað illa óruddið, sum nú ger, at vit ikki megna at vraka tað illa í okkara dagliga lívi. Tí gjørdist Gud menniskja, soleiðis at Jesus ruddaði tað illa burtur úr mær við sínum deyða og uppreisn. Óruddið, sum eg ikki megni at rudda, hevur Jesus tikið á seg, soleiðis at eg kann gleðast um fullkomna lívið, sum bíðar mær í himli. Dreymurin er vorðin fullkomin við trúnni á Jesus!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑