SJÁLVSØKNI SKAPAR SKILNAÐ

Ert tú nakrantíð vónbrotin? Tú ætlaði nakað ávíst, men tá ið avtornaði, gjørdist veruleikin ein heilt annar. Tú vart skuffað ella skuffaður av einum øðrum menniskja. Fá komu í føðingardag, hóast tú vónaði fleiri. Hin vildi ikki felagsskap við teg, hóast tú so fegin vildi vera saman við viðkomandi. Tú vart ikki boðin við, hóast tú roknaði við tí.

Hvat ger tað við meg sum menniskja, tá ið eg kenni meg vónbrotnan og skuffaðan av øðrum? Eitt er tann neiliga kenslan, sum kann koma og fara, men ávirkar hetta vónbrot ikki skjótt mítt sjálvsvirði?

Sjálvsvirðið? Eg seti mær sjálvum spurningar, so sum: “Er tað galið við mær?” ella “Havi eg gjørt nakað skeivt?” ella “Eri eg keðiligur at vera saman við?”

Vit kunnu venda hesum á og siga: Vil eg ikki felagsskap, er eingin felagsskapur! Vit kunnu venda sjóneykuna mótvegis okkum sjálvum og kanna, hvussu vit fara við okkara medmenniskjum. Um hini kanska verða vónbrotin av okkum. Ja, kanska uttan at vit vita av tí. Eri eg so sjálvsøkin, at eg ikki síggi, at eg skuffi hini við mínum egnu orðum og gerðum? Sjálvsøkni skapar skilnað! Taki eg mær bara av mær sjálvum endar tað óivað við, at eg ikki eri í nøkrum felagsskapi.

Vil eg ikki felagsskap, er eingin felagsskapur!

Dagin eftir at Jesus mettaði fleiri enn 5000 menniskjum, komu fleiri teirra aftur til Jesus, tí nú sóu tey, at hann var nakað serligt. Tað mundi vera gott at vera í felagsskapi við hann. Men eftir at Jesus hevði talað til teirra, skrivar Jóhannes – ein av teimum tólv lærusveinunum – soleiðis: Frá teirri tíð fóru mangir av lærusveinum hansara burtur frá honum og ferðaðust ikki longur um við honum.

Sjálvsøkni skapar skilnað!

Jesus upplivdi, hvussu fleiri túsund menniskju vildu fylgja honum, men sat nú eftir við bert tólv. Mundi hann ikki vera vónbrotin? Síðani spurdi hesar tólv: “Vilja tit eisini fara burtur?”

Sjálvsøkni skapar skilnað! Men Jesus var alt annað enn sjálvsøkin. Hini menniskjuni vóru kortini júst tað. Tú og eg eru tað: Sjálvsøkin. Men tað er okkum sjálvsøknu menniskju, Jesus vil hava ein felagsskap við. Tí gjørdist hann menniskja og vann okkum henda felagsskapin við sínum lívi og gerningi. Fleiri menniskju velja í dag at fara frá Jesusi eins og tey gjørdu tað fyri tvey túsund árum síðani. Nú kanst tú seta teg í sessin hjá teimum tólv, meðan Jesus spyr: “Vilt tú eisini fara burtur?” Hvat svarar tú?

Felagsskapurin við hini avdúkar felagsskapin við Jesus! Vit síggja, hvussu okkara felagsskapur veruliga er við Jesus, við at síggja, hvussu vit fara við okkara medmenniskjum. Munnu vit elska Jesus, um vit hata onnur? Eru vit saman við Jesusi, um vit skýggja onnur?

Felagsskapurin við hini avdúkar felagsskapin við Jesus!

Nei, sjálvsøkni skapar skilnað! Og tað er galdandi fyri hvønn felagsskap.

Ímynda tær, um vit elska onnur menniskju, eins og Jesus elskar øll!

Júst hetta sóu teir tólv, sum einsamallir vóru eftir. At Jesus – hóast hansara hørðu orð – elskar øll. Tí var svar teirra: Harri, hvønn skulu vit fara til? Tú hevur orð hins æviga lívs.

Elski eg Jesus, elski eg hini!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑