Prædika

Viðhvørt hugsa vit um onkran kæran, sum undan okkum er farin. Tað kunnu vera foreldur, ommur, abbar, vinfólk ella onnur, sum ikki eru okkara millum longur. Vit minnast tey. Teirra andlitsbrá, verumáta, gerningar og orð.

Viðhvørt hugsa vit um onkran kæran, sum undan okkum er farin. Tað kunnu vera foreldur, ommur, abbar, vinfólk ella onnur, sum ikki eru okkara millum longur. Vit minnast tey. Teirra andlitsbrá, verumáta, gerningar og orð. Vit minnast okkara samfelag við tey. Hvat tey góvu okkum. Meðan vit hugsa, kunnu vit kenna longsul og sorg. Men vit kunnu eisini kenna gleði, vón og mót. Ella eisini ótta og vónbrot. Alt eftir hvussu hesin undanfarni persónur var mótvegis okkum.

Uttan mun til, hvat minnið okkara er um tey, sum undan okkum fóru, er ein felagsnevnari galdandi: Tey góvu okkum ein arv. Tú hevur kanska arvað onkra ogn, men vit fáa eisini sjálv minnini í arv og virðir, kenslur og lærdómar. Fleiri okkara kunnu í huga okkara enn síggja ávís kær fyri okkum, hóast tey ikki eru okkara millum. Vit kunnu minnast teirra lærdómar og orð. Ja, vit kunnu í okkara gerandisdegi enn taka avgerðir, grundaðar á teirra vegleiðing. Og soleiðis er hesin arvur ein ávirkan á okkara lív. Minnir mynda meg! Okkurt til tað góða og annað til tað illa.

Minnir mynda meg!

Í Orðtøkum Sálomons stendur: “Góður maður leivir barnabørnum arv.” Eg kann so skjótt gerast sjálvsøkin í mínum lívi, at eg gloymi arvin, mínir eftirkomarar fara at hava, tá ið eg ikki longur eri á jørð. Men elski eg mítt medmenniskja, vil eg eisini ofra meg sjálvan, soleiðis at tað fær ein góðan arv.

Jesus greiddi lærusveinunum frá, at tað, teir upplivdu í samtíðini, ikki var nakað nýtt, men ein arvur. Soleiðis segði hann: “Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.” Teir arvaðu atsókn, eins og Jesus varð forfylgdur. Men teir fingu eisini lønina, sum er størsti arvurin: Himmalin vegna Jesus. Tað kostaði Jesusi at geva okkum henda arvin. Tað kostaði lærusveinunum at bera henda arv víðari. Tað kostar eisini okkum í dag. Hvussu eg livi í dag avgerð nevniliga, hvussu eg verði mintur í morgin.

Hvussu eg livi í dag avgerð, hvussu eg verði mintur í morgin.

Kennir tú tankan, tá ið tú viðgongur, at okkurt ikki eydnaðist so væl: “Í morgin verður betri!” Vit vilja gerast betri menn, kvinnur, foreldur, vinir. Men tá ið morgindagurin so kemur, miseydnast vit aftur. Hetta er stríðið. Hetta er kostnaðurin. Og okkara eftirkomarar fara at fáa ilt av okkum. Men vit kunnu kortini royna okkara besta at geva okkara kæru tað besta.

Minnir mynda meg! Hvussu myndi eg eftirkomaran? Hvussu brúki eg mínar ognir, mína tíð og orku. Hvønn peikar mítt lív á? Tá ið alt kemur til alt, er Jesus størsti arvurin, eg kann geva víðari!

Ímynda tær, um tínir eftirkomarar fara at liva betri vegna tín levnað í dag. Um børn, barnabørn og onnur minnast við gleði aftur á teg, tá ið tú ikki longur ert á jørð.

So hvat kanst tú gera í dag, fyri at tínir eftirkomarar arva nakað gott, gevandi og lívgandi í morgin? Jesus gav tann størsta arvin. Hóast mín ófullkomileika, kann eg geva hann, sum er fullkomin, víðari.

0 comments on “

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s