RÆTTVÍS AV NÁÐI VIÐ TRÚGV Á JESUS

“Sig tað heilt stutt, so eg kann vita, hvat eg skal!” Soleiðis kunnu vit siga, tá ið vit neyvt vilja vita, hvat vit skulu gera. Mangan kunnu orðini verða so nógv, at vit fara at ivast í, hvat tað týdningarmesta er. Hetta kenna vit aftur í sambandi við til dømis royndir. Eftir at hava gingið í skúla í eina tíð og hava fingið nógva undirvísing og lisið nógv, vilja vit vita, hvat vit skulu duga, soleiðis at vit standa royndina. Sama er galdandi hjúnalagnum. Vit kunnu siga nógv og gera nógv, men hvat er neyðugt at siga og gera, soleiðis at hjúnalagið verður styrkt dagliga? Ella hvussu er tað hjá foreldrum mótvegis børnum sínum? Jú foreldur vilja fegin vita, hvat tað neyðuga er at vita og gera, fyri at børnini fáa bestu umstøður at mennast í.

Hetta sama er galdandi kristindóminum. Vit hoyra nógv orð og hava kanska stóran kunnleika. Men eru vit í iva um, hvat kjarnin er? Tá ið alt kemur til alt ljóðar spurningurin: Hvat er neyðugt hjá mær at vita og gera? Hvør er niðurstøðan? Um eg í einum setningi kann siga, hvat kristindómurin er, hvussu kann eg so siga tað?

Vit verða øll dømd! Hjúnafelagar, børn og vinir døma okkum! Okkara gerningar og orð verða vigað av okkara medmenniskjum. Tað, eg geri ímóti einum øðrum menniskja ávirkar felagsskapin okkara millum. Í veruleikanum røkka okkara orð og gerningar longri enn til beinleiðis móttakaran. Ímynda tær foreldur, sum hoyra barn teirra siga frá, hvussu tað er happað. Hvat ger hetta við foreldrini? Jú, tey verða líka sárað sum barnið sjálvt, hóast happarin ikki segði ella gjørdi nakað beinleiðis móti foreldrunum. Júst soleiðis er Gud. Hann verður ávirkaður av tí, vit gera móti okkara medmenniskjum.

Tað, eg geri móti menniskjum, geri eg móti Jesusi!

“Júmen eg geri ikki bara gott!” kanst tú kanska siga. “Eg fari ikki bara væl við mínum medmenniskjum, men sári fleiri. Hvussu verður so við mær, tá ið eg skal standa frammanfyri einum rættvísum Gudi og skal dømast fyri mínar gerningar? Eru mínir gerningar alt, eg havi at vísa á?”

Paulus, sum hevði sárað fleiri menniskju og hevði glett seg yvir deyðan hjá fleiri kristnum, man hava sett sær sama spurning, eftir at hann kom til trúgv á Jesus. Hann skrivaði soleiðis: Av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær (Efesusbrævið 2,8-9). Hetta er kjarnin: Rættvís av náði við trúgv á Jesus! Vit kunnu ikki vísa Gudi okkara persónliga virði og siga, at vit eru rættvís. Vit kunnu ikki vísa Gudi okkara egnu gerningar og siga, at vit gera so nógv gott. Vit kunnu ikki vísa Gudi okkum sjálv ella onnur menniskju og siga, at vit eru rættvís vegna okkum ella hini. Nei, Gud rættvísger teg av náði við trúgv á Jesus. Guds gáva – æviga lívið í himli – er gjørlig vegna Jesu gerning á krossinum, verður rætt tær av náði og tikin ímóti við trúgv.

Vit eru rættvís av náði við trúgv á Jesus.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑