MÁTTLOYSIÐ DRÍVUR TIL BØN

“Um eg vann eina millión krónur, so var lívið betri!” “Um eg hevði ein maka, so var lívið betri!” “Um eg átti míni egnu hús, so var lívið betri!” Vit kunnu hava ymiskar hugsanir um, hvat okkum tørvar, soleiðis at lív okkara varð betri. Og tað kann væl vera, at nógv av hesum hevði gjørt lívið lættari, um ikki betri. Men vita vit veruliga, hvat okkum tørvar? Og vita vit veruliga, um okkara lív gjørdist betri, um vit fingu tað, vit halda okkum tørva? Hugsa um tað: Hvussu nógv hevur tú í dag, sum tú ynskti tær fyri tíð síðani? Nú tú hevur hetta, er lívið betri? Ella er henda hugsanin enn til staðar: “Um eg hevði…, so var lív mítt betri!”

Hvussu nógv hevur tú í dag, sum tú ynskti tær fyri tíð síðani? Nú tú hevur hetta, er lívið betri?

Ein pápi var í neyð, tí at sonurin var álvarsliga sjúkur. (Les meira um hesa hendingina her.) Sum so nógv onnur fór hann í máttloysi sínum at finna Jesus, sum hjálpti honum. Faðirin fekk sonin og sítt egna lív aftur. Máttloysið var føstan hjá pápanum, tí at hann hevði lagt sítt egna lív til viks. Við trúgv bað hann Jesus um hjálp og fekk hana. Máttloysið dreiv faðirin at biðja um hjálp!

Í hvørjum menniskja er okkurt tómrúm. Vit søkja eftir ymiskum at fylla tað, men tað vísir seg ikki at hjálpa, tí vit halda fram við at søkja og leingjast eftir at fáa tørv okkara nøktaðan. Vit fylla tørvin við tí, vit halda okkum tørva. Men vit mettast ikki. Hetta veit Jesus væl og er grundin til, at hann legði sín tørv til viks og legði okkara tørv í Guds hond. Hann valdi at ofra sítt lív, so at tú kundi fáa loyvi at liva títt. Størsti tørvur okkara er samfelagið við skapara okkara, sum hevur skapað okkum at liva í eini tilveru, har vit ikki halda okkum mangla nakað, fyri at vera glað. Júst hetta vann Jesus okkum við at doyggja og rísa upp aftur.

Gallup gjørdi í 2012 eina kanning, sum vísti skermnýtsluna hjá børnum í Danmark. Kanningin vísti, at 6 ára gomul børn brúka í miðal yvir tríggjar tímar dagliga frammanfyri skermum. 9 ára gomul 4 og ein hálvan tíma. 12 ára gomul góðar 6 tímar. 15 ára gomul 7 og ein hálvan.

Vit eru øll bundin at onkrum. Okkurt tekur títt uppmerksemi og lív. Tað kann vera ríkidømi, viðurkenning, heilsa, umdømi ella okkurt annað. Hvussu nógva tí dagliga brúka vit til tað, sum bindur okkum?

Jesus segði: Har skattur tykkara er, har vil eisini hjarta tykkara vera. Føsta flytur mítt uppmerksemi, soleiðis at eg leggi mín tørv til viks. Tað fái eg ilt av og ger meg máttleysan. Men máttloysið drívur meg at biðja um hjálp!

Máttloysið drívur meg at biðja um hjálp!

Havi eg veruliga tørv á at vinna eina millión? Havi eg veruliga tørv á tí, eg haldi meg tørva? Ímynda tær eitt lív uttan longsul at metta tín tørv! Men hinvegin vera nøgd(ur) við tað, tú hevur! At liva í hvíld og friði og gleði um tað, tú eigur! Hetta er tað lívið, Jesus longu hevur givið tær!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑