EG TRÚGVI TÍ TRÚVERDA

Hevur tú álit á fólki? Ella kennir tú teg sviknan so mangan, at tú mestsum hevur mist álitið á tíni medmenniskju. Aftur og aftur vísir onkur seg at vera nakað ávíst, men verður síðani avdúkaður fyri nakað heilt annað. Kend fólk og fólk, tú kennir. Ja, tað er vorðið soleiðis, at vit næstan ikki verða skelkað longur, tá ið onkur verður avdúkaður fyri nakað heilt annað enn áður víst. Sum um vit innast inni vita, at tað, vit síggja ikki er tað, vit í veruleikanum fáa. Og so missa vit álitið á hini, meðan vit sóknast eftir tí, sum vit kunnu hava álit á og tí, sum er trúvert.

Eg veit væl, at Guds boð sigur mær, at eg ikki má bera falskan vitnisburð móti næsta mínum. Gud krevur trúvirði frá mær. Hann vil at eg skal liva opið og avdúkað. At mín levnaður er tann sanni levnaðurin uttan mun til støðuna. Hann krevur, at míni orð samsvara við mín levnað. Hann krevur, at eg eri eitt trúvert menniskja og eri álítandi. At tað, sum sæst, er tað, sum fæst. Men hetta krevja menniskju eisini. Tí um eitt medmenniskja skal hava álit á mær, má eg vera trúverdur. At tað er samsvar ímillum míni orð og mín levnað. Spurningurin er so: Eri eg trúverdur? Beri eg sannan vitnisburð? Ella beri eg maskur? Vísi eg meg glaðan, men gráti innan? Sterkan fyri at hini skulu rósa mær? Klókan av ótta fyri, at onnur annars ikki fara at dáma meg? Fittan, so onnur kunnu viðurkenna meg? Neiligan, so eingin skal koma nær?

Eri eg trúverdur ella beri eg maskur?

Hvør tykkara kann siga meg sekan í nakrari synd?” spurdi Jesus síni medmenniskju, tá ið tey ikki vildu trúgva hansara orðum. Við øðrum orðum vísti Jesus á, at einki ósamsvar var í hansara levnaði. At orð og levnaður hansara fylgdust. Hann livdi eitt avdúkað lív. Tað, tú sært, er tað, tú fært. Sostatt átti eitt medmenniskja tikið við orðum hansara, men tað gjørdu tey kortini ikki. “Tali eg sannleikan, hví trúgva tit mær ikki?” helt Jesus fram. Grundin var, at tey ikki vildu trúgva. Her var talan um nakað nógv djypri enn menniskjansligt álit. Her var talan um eitt andligt stríð og er grundin til, at Jesus yvirhøvur gjørdist menniskja. Jesus doyði vegna mína vantrúgv, so at eg við hinum upprisna kann trúgva tí trúverda!

Tað, tú sært, er tað, tú fært, tá ið talan er um Jesus.

Rákið í dag vísir seg at hava flutt seg nakað, tá ið vit nú aftur og aftur kenna sviðan av manglandi trúvirði. Eg havi størri álit á einum brotnum veruleika enn einari fullkomnari fyrimynd! Eg gerist ivasamur, um alt sær so polerað út, og spyrji: “Hvat verður krógvað?” Men um eg nú síggi soleiðis á tilveruna, hví haldi eg so fram við at bera maskur? Tí hvat missi eg, um eg eri veruligur? Um eg avdúki meg sjálvan? Tí um eg eri trúverdur, eri eg frælsur! Eg trúgvi tí trúverda!

Eri eg trúverdur, eri eg frælsur!

Ímynda tær samsvar ímillum levnað og orð! At tú ikki nýtist at vera ivandi um hini. At tú kanst leggja maskuna frá tær og liva opið og avdúkað. Er ikki friður og hvíld í hesum? Hvat ósamsvar ímillum levnað og orð hjá mær skal eg avdúka fyri einum kærum í dag?

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: