KÆRLEIKI KOSTAR

Kærleiki. Eitt fantastiskt orð. Gott, stórt, ríkt. Kennir tú kærleika? At elska eitt annað menniskja og at verða elskað/ur? Tú kennir kanska kensluna, tá ið tú elskar eitt annað menniskja og verður elskað/ur aftur. Tú kennir kanska fleiri sangir um kærleika, og hvussu títt lív verður fylt við vón og ríkum fyrimyndum um eina bjarta framtíð, tá ið tú saman við einum øðrum menniskja velur at liva í felagsskapi. Vilja vit ikki øll elska og verða elskað? Og er hann ikki tað ríkasta, eitt menniskja kann uppliva?

Nærum eini av trimum hjúnum skiljast. Hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Meðan tað eru 300 pør, sum ganga í hjúnalag, eru tað 100, sum skiljast. Ein triðingur! Ikki gott at vita, tá ið vit í hvør sínum lagi vóna at uppliva ríkan, gevandi og lívlangan kærleika. Her er jú talan um brotnan kærleika, sum so mong í Føroyum uppliva. Nakað byrjaði við gleði og vón, men miseydnaðist. Kanska orsakað av ótrúskapi, misnýtslu ella vanrøkt, har ið ein lætt kann skilja, hví partarnir valdu at fara frá hvørjum øðrum. Men man hetta vera orsøkin fyri allan triðingin, ella munnu aðrar grundi gera seg galdandi?

Eitt av trimum hjúnaløgum í Føroyum endar í hjúnaskilnaði.

Eftir at Jesus varð risin upp frá deyðum, hitti hann Pætur og hinar lærusveinarnar. Meðan teir sita saman, setir Jesus Pæturi, sum var Jesusi ótrúgvur, ein spurning: “Elskar tú meg?” Pætur svaraði tá: “Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.” Síðani segði Jesus við hann: “Røkta lomb míni!” (Les meira um hesa hending her.) Við øðrum orðum segði Jesus: “Um tú elskar meg, Pætur, vís tað so!” Tað nyttar ikki bert at siga kærlig orð við munninum. Tú mást vísa tað í verki í levnaðinum. Hetta skuldi Pætur gera við at røkta tey menniskju, sum vóru í felagsskapi við Jesus. Men við at røkta tey, fór hetta at kosta honum lívið. Kærleikin kostaði Pæturi.

Um tú elskar, so vís tað í verki!

Kærleiki kostar eisini okkum. Um tú elskar eitt annað menniskja, ert tú ikki ótrúgv/ur mótvegis tí! Hordómur, lygn, slatur og niðran eru øll dømir um ótrúskap. Um tú elskar eitt annað menniskja, misnýtir tú tað ikki. Hvørki likamliga, sinnisliga ella andaliga. Um tú elskar eitt annað menniskja, vanrøktar tú ikki felagsskapin tykkara millum, men møtir tørvinum hjá hinum til tað góða fyri felagsskapin.

Kærleiki kostar, men sannleikin er, at vit vilja illa gjalda kostnaðin. At ofra okkara tíð, orku og ognir, soleiðis at tað merkist í okkara egna lívi, vísir seg at vera ein dýrur kostnaður. Man hetta vera grundin til, at kærleikin ímillum menniskju mangan miseydnast?

Kærleiki kostar, men vit vilja illa gjalda.

Tann Jesus, sum segði Pæturi, at kærleikin kostar, rindaði sjálvur tann prísin, hansara kærleiki til okkum menniskju kostaði. Jesus hevur allan rætt til at fara frá okkum menniskjum, tí at vit eru honum ótrúgv, misnýta hann og vanrøkta felagsskapin við hann. Men Jesus elskar okkum kortini og fer ikki frá okkum.

Hvussu kanst tú nú hvíla í Jesu kærleika? Og hvussu kanst tú elska hini, sum Jesus elskar teg?

Kærleikin kostar! Vilt tú gjalda prísin, sum í roynd og veru er lívið sjálvt?

Tað gjørdi Jesus vegna teg!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: