LEIÐIN LAGAR LÍVIÐ!

Spyrt tú nakrantíð teg sjálva/n: “Hví er mítt lív, so sum tað er?” Tú hyggur kanska ónøgd/ur at tínum lívi og undrast um, hvussu lívið lagaði soleiðis, sum tað gjørdi: “Hví livdi eg ikki øðrvísi? Um eg visti fyri 20 árum síðani, tað eg veit í dag, hevði lívið verið betri!” Ivaleyst kenna vit øll hesa hugsan. Eisini at síggja frameftir og droyma um eina ávísa góða framtíð við tankanum: “Hvat skal eg gera í dag, soleiðis at tað, sum eg droymi um, skal gerast veruleiki?” Vit seta okkum mál í hvør sínum lagi við vónini um at náa teimum málum, vit seta. Men kenna vit sannleikan, sum kann leiða okkum hagar?

Leiðin lagar lívið! Hetta vísir seg at vera ein sannroynd. Lívið verður lagað eftir leiðini, eg gangi! Og tað er júst hetta, Jesus millum annað sipaði til, tá ið hann um seg sjálvan segði: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið!” Vegurin er levnaðurin, sannleikin er leiðbeiningin og lívið er tilveran. Lívið er vorðið tað, tað er, vegna onkran sannleika, eg velji at liva eftir. Latið okkum taka tvey dømi. Eg kann liva eitt lív, har eg brúki meira pengar, enn eg fái. Eg livi hetta lívið, tí hini liva soleiðis. Hetta gerst mín sannleikin. Við tíðini standi eg í skuld, men velji at fara til onkran, so eg kann lána pening. Endin er ein tilvera í skuldartrældómi. Eg kann droyma um at hava eitt ávíst starv um tíggju ár, og veit, hvørja íløgu eg eigi at gera, so eg kann náa hesum máli. Men eg sigi mær sjálvum, at eg eigi at taka tað róligt og njóta lívið. Áðrenn eg veit av, eru tíggju ár farin og eg standi ikki í starvinum, eg ynskti. Leiðin lagar lívið!

Leiðin lagar lívið!

Hetta kunnu vit kalla snarvegir. At lumpa vanligu mannagongdina, soleiðis at vit skjótari kunnu náa málinum, vit droyma um. Snarvegir kenna vit frá gerandisdegnum. Pulvurkaffi er eitt dømi. Skjótt at kóka ketilin og røra pulvurkaffið í, ístaðin fyri at gera neyðuga arbeiðið og hava tíð at bíða eftir kaffimaskinuni. Skundverður er eitt annað dømi. Hvat er betri døgurðin: At brúka tíðina til ein døgurða í tímar í ovninum, ella skundverðin í mikroovninum í ein minutt? Slankikurar er eitt triðja dømi. Tú fært tann kropp, tú ynskir, um tú drekkur okkurt pulvur í tíggju vikur. Man natúrliga langa arbeiðið ikki vísa seg at virka betur? Snarvegir svíkja!

Tó er tað ein snarvegur, vit hava fyri neyðini at taka: Jesus! Ynskja vit eina tilveru, har alt er gott og eingin neyð, deyði ella sorg er, krevur Gud, at vit elska hann og okkara medmenniskju. Hetta megnar eingin okkara. Men her er givin okkum ein snarvegur, soleiðis at vit fáa hetta paradís kortini. “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið!”

Kanadiski presturin Carey Nieuwhof sigur: Um tú gert neyðugu íløguni í 40’unum, nýtir tú ágóðan í 50’unum. Leiðin lagar lívið! Himmalin er mín vegna snarvegin Jesus! Ímynda tær ein dag, har tú hugsar: “Eg náddi málinum, tí eg gjørdi tað neyðuga.” Lykilin er Jesus!

Um tú gert neyðugu íløguni í 40’unum, nýtir tú ágóðan í 50’unum.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: