Levnaður

BØNIN BATAR!

Hevur tú biðið um okkurt ávíst í dagar, vikur, mánaðir, ja kanska ár, uttan at hava fingið nakað svar? Hevur tú nakrantíð hugsað, at eingin Gud man vera til, tí tað tykist, sum um hann ikki hjálpir tær í tínum lívið? Og um hann ikki er til ella ikki svarar, hví so yvirhøvur biðja?

Uttan mun til, hvør tú ert, hvat tú gert og hvussu tú sært umheimin og tilveruna, er tað sannlíkt, at tú av og á biður. At tú við orðum innantanna ella hart gert vart við okkurt, sum liggur tær á hjarta. Tað fylgir sum ein sjálvfylgja við, tá ið tú trýrt á Jesus, at tú biður til hansara. Men tað eru ikki bara kristin menniskju, sum biðja. Bøn er eisini partur av øðrum trúargreinum, hóast móttakarin av bønini ikki er tann sami. Kanska sigur tú: “Eg eri gudloysingur, so tí biði eg ikki!” Tað kann væl vera, men hvør er móttakarin av tínum orðum, tá ið tú í neyðini hart ella innantanna nevnir tað, sum er í tínum sinni? Kanska kunnu vit ikki kalla tað bøn, men kortini tykist ein felagsnevnari vera hjá øllum menniskjum, uttan mun til, hvørja heimsmynd vit hava: Vit samskifta í felagsskapi. Í teimum felagsskapum, vit eru í, er tað ein natúrligur partur, at vit samskifta. Og samskifti er mangan bøn: Tað at biðja eitt annað menniskja um nakað.

Lóður gjørdi í 2017 eina kanning, sum vísti, í hvussu stóran mun vit føroyingar biðja. Millum annað sást í kanningini, at 63 prosent av føroyingum biðja fleiri ferðir um vikuna. Sostatt er bøn í stóran mun ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum hjá okkum sum fólk.

63 prosent av føroyingum biðja fleiri ferðir um vikuna.

Men nyttar bøn nakað? Batar hon nakað? Kennir tú teg aftur í hesum at hava biðið um okkurt ávíst í dagar, vikur, mánaðir, ja kanska ár, uttan at hava fingið nakað svar? Hevur tú nakrantíð hugsað, at eingin Gud man vera til, tí tað tykist, sum um hann ikki hjálpir tær í tínum lívi? Og um hann ikki er til ella ikki svarar, hví so yvirhøvur biðja?

Eg havi tosað við gudloysingar, sum siga, at eingin Gud kann vera til. Tí um Gud er til og er ein kærligur Gud, sum hevur vald at geva tær tað, tú biður um, men kortini ikki ger tað, so er hann antin ikki kærligur ella hevur hann ikki alt valdið, ella er hann ikki til.

Eg havi eisini tosað við trúgvandi, sum ikki skilja, hví Gud ikki svarar teirra bønum, nú tey eru stødd í onkrari neyð. Tey hava biðið til Guds og hugsa, at neyðin er ein neyð, Gud eigur at hjálpa teimum burturúr, men tað tykist, sum um Gud antin ikki hoyrir, ella kann tað vera, at okkurt galið man vera hjá tí, sum biður. Gud er til og hann er kærligur og hann hevur valdið at hjálpa, men ger tað at síggja til ikki kortini. Hví?

Vit biðja. Grundirnar til bønirnar kunnu vera ymiskar. Upplivingin av bønarlívinum eru ikki eins. Nøkur biðja fleiri ferðir um dagin, onnur dagliga, onnur vikuliga og onnur í neyðini. Men nyttar bønin nakað. Er nakar Gud, sum svarar?

Spurningarnir kunnu vera nógvir og áskoðanin ymisk frá tær og mær og hinum. Men latið okkum hyggja nærri at teimum ymisku viðurskiftunum, sum gera seg galdandi, tá ið tað snýr seg um bøn. Og lat meg siga beinanvegin, at um ikki øll, so eru nøkur av hesum viðurskiftunum gagnlig eisini fyri tann, sum ikki er kristin ella trýr, at nakar Gud er til. Bønin batar uttan mun til, hvør tú ert og hvør tín heimsmynd er.

Bønin batar uttan mun til, hvør tú ert og hvør tín heimsmynd er.

Bøn er samskifti, sum kann lutast í tríggjar partar: Tann, sum biður. Tað, biðið verður um. Og tann, sum hoyrir og svarar.

Tað vísir seg, at um ikki annað, so verður í øllum førum tann, ið biður, broyttur við bønini. Tað ger okkurt við meg sum menniskja, tá ið eg áhaldandi biði til nakað, sum er mátt­miklari enn eg. Eg broytist, hóast eg kann undrast, ivast og gerast illur, tí eg ikki fái tað svar, eg so fegin vil. Bønin batar!

Men nakað vísir seg eisini at vera ein sannleiki, tá ið talan er um tað, eg biði um. Evnið ella trupulleikin, sum eg við bønini á ein hátt leggi frá mær til nakað størri enn meg, gevur mær frið og hvíld. Eisini, hóast eg ikki kenni nakað ítøkiligt bønarsvar. Við bønini leggi eg eina byrðu frá mær til nakað, sum tekur tað til sín. Bønin batar!

Tá ið tú biður, broytist tú sum menniskja og fært hvíld frá teimum byrðum, sum tyngja teg.

Men hvussu er tað so við triðja partinum? Gud, sum hevur allan mátt. Hvussu skal eg hava tað, tá ið tað vísir seg sum um at Gud ikki hoyrir, sær ella leggur í teir trupulleikar, eg stríðist við og vil hava hann at hjálpa mær við?

Fyri tað fyrsta kunnu vit hyggja aftur á okkara lív og spyrja, um Gud ongantíð hevur hjálpt okkum, tá ið vit hava biðið. Tað vísir seg nevniliga so, at vit so skjótt gloyma, at Gud mangan hevur svarað bønum okkara. Fyri tað næsta er spurningurin, um ikki sjálvt samskiftið ímillum Guds og okkara er tað stóra í bønini, og ikki hjálpin til møguliga trupulleikan?

Merkir tað, at tú ikki hevur hoyrt Gud svara tínum bønum, at Gud ikki hevur svarað?

Eins og tað er ímillum foreldur og børn teirra, sum mangan biðja um mangt og hvat. Okkurt fáa tey og okkurt fáa tey ikki. Tá ið tey ikki fáa tað, tey ynskja, kunnu tey gerast ørg og ill. Kunnu kanska eisini seta spurnartekin við, hví foreldrini – um tey hoyra, eru kærlig og hava møguleikan at geva – kortini ikki geva børnunum tað, tey biðja um. Tað stóra er ikki lutirnir, tey fáa ella ikki, men samskiftið í samfelagnum ímillum foreldrini og børnini.

Júst hetta vísir seg eisini at gerast tað stóra við tíðini, tá ið eg áhaldandi biði, hóast eg mangan ikki fái tað, eg fegin vil. Bønin batar!

Er tað ikki sjálvt samskiftið ímillum Guds og okkara, sum er tað stóra í bønini, og ikki hjálpin til møguliga trupulleikan?

Jóhannes evangelistur skrivaði um, hvussu Jesus bað, stutt áðrenn hann varð tikin, dømdur og dripin. Jesus var saman við lærusveinunum, sum hann í trý ár hevði brúkt so nógva tíð saman við. Hetta var eitt tætt og ríkt samfelag, bygt upp ígjøgnum bæði jaligar og neiligar løtur. Nú sótu teir saman og høvdu etið eina máltíð. Vit kunnu næstan síggja Jesus, lærusveinarnar, borðið, matin og stovuna fyri okkum, tá ið vit lesa um hesa hendingina. Sum tað seinasta, áðrenn Jesus og hinir reistust frá borðinum, bað Jesus eina bøn. Henda bønin verður nevnd Høvuðsprestabønin, har Jesus bað fyri sær sjálvum og tí gerningi, sum hann nú skuldi fullgera, og har hann bað fyri lærusveinunum og øllum trúgvandi.

Hóast bønin inniheldur ymisk evni, er ein reyður tráður týðiligur: Samfelagið.

Samfelagið ímillum Jesus og Faðirin, sum vit lesa í orðunum: “Ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til.”

Samfelagið ímillum lærusveinarnar, Jesus og Faðirin, sum vit lesa í orðunum: “Hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Gud, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.”

Og samfelagið ímillum lærusveinarnar sjálvar, sum vit lesa í orðunum: “Varðveit teir í navni tínum, sum tú hevur givið mær, til tess at teir meg vera eitt eins og vit.”

Sjálvt samfelagið var tað stóra, tá ið Jesus bað fyri lærusveinunum. Evnini, Jesus annars setti orð á, vóru eisini júst bønir um at geva, varðveita og styrkja samfelagið partanna millum. Uppreisnin, sum gav lærusveinunum samfelagið við Gud. Og trúgvin, sum varðveitti teir í hesum samfelagi.

Jesus visti, at hann ikki fór av verða verandi hjá lærusveinunum á sama hátt, eftir at hann varð reistur frá deyðum og farin til Faðirin. Kortini fór hann at vera hjá teimum og samfelagið fór at vera tað sama. Ja, tað fór at verða styrkt, tí at teir skuldu fáa heilagan anda: Triði persónurin í fullkomna samfelagnum, sum guddómurin er við Faðirinum, syninum og andanum.

Tað var um henda sama Heilaga andan, ápostulin Paulus skrivaði um í brævinum til tey trúgvandi í Róm, sum vóru stødd í teirra neyð og høvdu sínar bønir til Guds. Tey, sum óivað eisini kendu til nógvar av somu spurningunum, tú hevur: “Sjálvur andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum.”

Tá ið Jesus varð reistur upp frá deyðum, varð samfelagið ímillum teg og Gud møguligt.

Menniskjað er skapað til felagsskap. Vit kenna tað væl í gerandisdegnum, hvussu tað í okkum býr ein longsul eftir djúpum, tryggum og gevandi samfelagi við medmenniskju. Hetta var ikki minst sjónligt og ítøkiligt tíðina, vit ikki høvdu møguleikan til felagsskapir sum vanligt, tí Covid-19 setti mark fyri, hvør kundi vitja hvønn og hvussu vit kundu fara fram í mun til felagsskapirnar, vit annars vóru partur av.

Men eisini býr í menniskjanum ein longsul eftir einum størri, djypri og ævigum felagsskapi: Samfelagið við Gud. Júst hesin felagsskapur ímillum Guds og mannaættina varð brotin, tí vit menniskju vendu Gudi ryggin við syndafallinum.

Tað er hetta samfelagið, Jesus við síni uppreisn hevur vunnið tær: Ævigur felagsskapur við Gud og medmenniskju í einum paradísi, har samfeløg ikki longur brotna.

Jú sjálvur felagsskapurin er tað stóra. Ikki ymisku viðurskiftini umkring. Júst samfelagið er tað ríka. Ikki ymisku evnini, vit í okkara bønum kunnu seta orð á, hóast tey evnini kunnu vera góð og týdningarmikil.

Teldubræv

Uttan mun til, hvør tú ert og hvussu tín støða er, so batar bønin. Við henni verður tú broytt ella broyttur sum menniskja, tí tú fært høvi at seta orð á tað, sum býr tær í sinni. Í henni fært tú loyvi at leggja allar tínar byrðar frá tær, soleiðis at tær ikki longur nýtist at tyngjast av teimum.

Við trúnni á Jesus kanst tú umframt hesi bæði hvíla í, at Gud – sum tú biður til – hoyrir og svarar. Kanska svarar hann ikki júst, sum tú vilt, men altíð, sum hann heldur vera best.

Um bønin hevur so stóra ávirkan, er vert at spyrja:

  1. Tosi eg við Jesus, bara tá eg havi hug til tað?
  2. Dømi eg Jesus eftir, hvussu eg hoyri og fái svar?

Samfelagið er størri enn samskiftið og kemur áðrenn tað. Samfelagið við Jesus snýr seg ikki bara um teg, men Jesus og teg. Tað er eitt samfelag, tú ert ein partur av, har bæði tú og Jesus fáa loyvi at samskifta við at tosa, lurta og svara.

  1. Kanna tí nærri eftir, hvørja ávirkan bønin hevur á títt lív. Um tú broytist og kennir lætta við at leggja byrðar av.
  2. Síggj síðani bønina sum eina samtalu við Jesus, sum vil tær tað besta. Og skriva hesa samtaluna í eina dagbók.

Eg eri sannførdur um, at um nøkur ár fert tú at síggja, at Gud eisini svarar tínum bønum. Tí bønin batar!


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

Takk fyri 🙂

2 comments on “BØNIN BATAR!

  1. Góð grein, eg kenni tað sjálvur, onkuntí so svarar Guð aftur og aðrar tíðir, so skilja vit ikki hví vit ikki fáa bønarsvarð!, men vit mugu hvíla í tí, at Guð ger tað sum er best fyri okkum, um tað so ikki altíð er soleiðis sum vit kundu hugsa okkum 🙂

    Liked by 1 person

    • Hey Marius!

      Ja, mangan svarar Gud á annan hátt, enn vit fegin vildu. Men eg hugsi, at fleiri okkara kenna tað, at í støðuni gjørdust vit ørg um Guds svar, men seinni í lívinum glað, at hann svaraði soleiðis, sum hann gjørdi. Mangan síggja vit ikki fyrr enn seinni í lívinum, hvat ið var gott fyri okkum fyrr í lívinum. Nú’ið hevur tað við at blinda okkum fyri tí, sum veruliga er gott. Nú’ið er sum at standa í einum skógi og bert síggja einstøku trøini umkring okkum. Gud sær allan skógin og sær harvið eina heild, vit ikki síggja.
      Tí er altíð gott at biðja til Guds, sum sær og veit, hvat ið er best fyri okkum.

      Alt tað besta og Jesus signi teg.

      Vinarliga,
      Derhard

      Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: