GEVI EG ALT, FÁI EG ALT!

Vælferðin er í besta blóma. Vit hava mestsum alt, vit hava tørv á: Mat, klæðir, hús, bilar og pening. Inntøkurnar eru hækkaðar seinastu árini og sæst hetta aftur í, hvussu vit brúka tað, sum vit hava fingið at umsita. Í januar mánað 2018 sást á In.fo, at sethúsaprísurin í miðal nærum er tríggjar milliónir, um tú skalt keypa eini hús í Havn. Á heimasíðuni hjá Akstovuni sæst, at meðan 82 akfør vóru seld í 2010, vóru 198 seld í fjør. Ferðafólkatalið setir aftur og aftur met og munnu føroyingar eiga fleiri av ferðaseðlunum. Og hvussu nógv fleiri matstovur munnu ikki vera í dag, enn fyri fimtan árum síðani? Jú, vælferðin er í besta blóma. Men hevur tú nakað at geva, hóast tú hevur meira um hendi? Er tað torført at geva tað, tú nevnir títt? Er tað lætt at geva øðrum tína tíð, ella vísir hon seg at vera ov lítil? Er tað lætt at geva øðrum av ognum tínum, ella hugsar tú, at tær tørvar meira? Um onkur spyr teg um hjálp, tí tú hevur førleikar til at hjálpa, er tað tá lætt hjá tær at hjálpa, ella hevur tú nokk við tínum egna? Alt hetta sæst kanska best, tá ið eitt nýtt menniskja kemur inn í okkara lív. Er rúm fyri nýggjum felagsskapum, ella er tað torført við at røkta verandi?

At trúgva á Jesus, er at hava felagsskap við hann. Vit hava okkara familju, arbeiði og ítriv og verður Jesus mangan settur í bólkin, sum nevnist ítriv. Men Jesus er ikki bara nakað eyka í mun til alt annað. Hann er ein persónur, sum krevur tíð, ogn og orku! Hesin persónurin segði fyri tvey túsund árum síðani: “Eingin tykkara, sum ikki avsigur alt tað, ið hann eigur, [kann] vera lærusveinur mín.” Jesus krevur ALT! Tíð, ogn og førleikar. Hann biður ikki bara um eitt sindur, men krevur alt. Um vit ikki geva honum alt, kunnu vit ikki vera í felagsskapi við honum. Men veruleikin er tann, at Jesus longu frammanundan eigur alt, sum vit nevna okkara.

Jesus er ikki bara nakað eyka í mun til alt annað.

Móðir Theresa segði: “Vit geva meira, minni vit hava!” Um hetta er rætt, er hetta eisini galdandi: At vit geva minni, meira vit hava. Og tað man vera sannleikin hjá fleiri okkara. Eg megni ikki at geva Jesusi alt. Eg eri sjálvsøkin viðvíkjandi tíðini, ognini og førleikunum. Men Jesus gav alt fyri at vinna alt. Gjørdist menniskja, gav sítt frælsi og doyði. Reistur upp frá deyðum segði hann: “Mær er fingið alt valdið á himni og á jørð!” Bjargingin byggir ikki á MÍTT verk, hvussu væl eg megni at geva, men JESU, at hann megnaði at geva mannaættini alt. Her er hvíldin, friðurin og harvið eydnusama lívið!

Vit geva minni, meira vit hava.

Jesus gav tær alt, tá ið hann gav tær sítt lív. Hann eigur alt tað, tú hevur fingið at umsita. At geva Jesusi alt, er at leggja alt títt í hansara hendur og spyrja hann, hvussu tú skalt umsita tíðina, ognina og førleikarnar eftir hansara vilja.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: