VIL EG KENNA SANNLEIKAN?

Ert tú forvitin? Vilt tú vita alt um øll? Leitar tú eftir sannleikanum um lívið, tilveruna og endamálið?

Sum menniskju vilja vit kenna sannleikan. Hvussu tað heila í, við og umkring okkum er. Ella vilja vit nú veruliga tað? Kennir tú ikki støður, har tú ikki vilt vita sannleikan? Har tú ikki hevur hug at hoyra og síggja veruleikan?

Um 19. øld vann modernisman fram í vesturheiminum. Nakrar avleiðingar av hesum hugsunarhátti vóru, at trúgv ikki longur hevði nakran myndugleika. Nú var skilið í brennideplinum, tí trúgv var ikki annað enn manglandi vitan. Tað bar til at læra sannleikan at kenna við viti og skili.

Í 20. øld varð modernisman avloyst við postmodernismuni, sum nú vrakaði hugsanina hjá fyrrnevnda á hesum somu økjum. Nú hevði skilvísi ikki nakran myndugleika. Ikki skilið, men kenslan var nú í brennideplinum, tí vit og skil hevði ikki leitt menniskjuna nærri sannleikanum. Nei, nú er allur sannleiki vorðin lutfalsligur.

Sum børn av okkara tíð býr í okkum at siga: “Eingin endaligur sannleiki er til! Bert tað, sum kennist rætt, er rætt!”

Sum børn av okkara tíð býr í okkum at siga: “Eingin endaligur sannleiki er til! Bert tað, sum kennist rætt, er rætt!”

Hvat vóna vit, at tannlæknin ikki sigur við okkum, tá ið hann hevur kannað tenninar? “Tú hevur eitt hol!” Hetta eru neilig tíðindi, sum merkja, at vit skulu ígjøgnum eina viðgerð, sum flestu ikki eru so glað fyri. Eg kundi tá sagt við tannlæknan: “Nei, tú tekur feil, tí eg busti altíð tenninar væl!” ella “Tað kann ikki vera rætt, tí eg havi onga tannapínu!”. Trupulleikin er, at hvat eg veit ella ikki veit, broytir ikki sannleikan! Hvussu eg kenni tað, broytir ikki, at eitt hol er í tonnunum og ein viðgerð skal til. Hinvegin kann nakað verða gjørt við trupulleikan, tá ið eg veit sannleikan.

Hvat eg veit, broytir ikki sannleikan! Hvussu eg kenni tað, broytir ikki  sannleikan!

Eg havi ikki hug at hoyra um synd, rættvísi og djevul. Kann hugsa, at alt hetta ikki hevur nakað við sannleikan at gera, tí eg persónliga ikki kenni nakað til tað. Men hvat eg veit ella ikki veit, broytir ikki sannleikan! Hinvegin kann nakað verða gjørt við trupulleikan, um eg veit sannleikan.

Gudfrøðingurin og rithøvundurin R. C. Sproul segði: “At nokta Guds veruleika og Bíbliuna er ikki ein intellektuellur trupulleiki, men ein moralskur trupulleiki.” Tað er ikki heilin, men hjartað, sum er trupulleikin! Tað, at eg ikki havi hug at kenna sannleikan um Gud og meg sjálvan í mun til Guds. Men vil eg kenna sannleikan, eg kenna Jesus!

Tað er ikki heilin, men hjartað, sum er trupulleikin! Vil eg kenna sannleikan, eg kenna Jesus!

Jesus segði: “Sannleikans andi… skal vegleiða tykkum til allan sannleika.” Gud avdúkar mína synd: at ein moralskur mótvilji til Guds býr í mær. Hann gevur mær rættvísi: at Jesu deyði og uppreisn er ein gáva til mín, soleiðis at eisini eg skal rísa upp. Hann boðar mær dóm: at djevulin og deyðin einki vald hava á mær.

Vil eg kenna sannleikan, má eg kenna Gud!

Modernisman vrakaði trúnna. Postmodernisman vrakaði skilið. Men Gud hevur avdúkað seg í natúruni, Bíbliuni og Jesusi. Vil eg læra henda endaliga sannleika at kenna, má eg kenna Jesus!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: