FELAGSSKAPURIN FREMUR ÁVØKSTIN

Kennir tú hugsanina: “Eg hevði viljað havt tað sum tey”, tá ið tú sært myndir hjá øðrum á Facebook ella í myndabók? Vit hava tað fyri at vísa tær jaligu løturnar: Føðingardagin, ferðina, túrin. Tá ið vit smílast og semjast. Hvussu hevði verið, um vit vístu tær neiligu løturnar? “Børnini klandrast” – “Mamma skeldar” – “Babba hevur gron”. Alt sær so gott út altíð, men í rokinum savnast vit til eina støðumynd, sum ikki myndar rokið. Góða myndin fremur ikki góðu løtuna, men góða løtan fremur góðu myndina!

Góða myndin fremur ikki góðu løtuna, men góða løtan fremur góðu myndina!

Ein pápi segði einaferð: “Øll foreldur eru við til fótbóltsdystirnar hjá børnunum. Fyrr vórðu vit tveitt í ein buss og skuldu klára okkum sjálv. Ja, vit vildu ikki hava foreldrini við.”

Vit kunnu spyrja, hví foreldur eru við til alt í dag? Er tað, tí at hini gera tað? Ella tí at tað er tað besta fyri barnið? Ella er tað av ótta fyri, at vit ikki eru nokk saman við børnunum? Royna vit at fevna ov nógvum? Liva eitt facebook-lív? Eitt lív, sum var tað bara tær jaligu myndirnar? Vit eru til ítróttarkappingar, stovnsføðingardagar, jóladekoratiónir, fara út at eta, til bindiklubbar, í biograf, til vinarbólkar, á ferð. Allir hesir gerningar kunnu vera góðir, men bera teir ávøkst fyri felagsskapin? Tað gera teir ikki, um sjálvur gerningurin er í fokus, tí gerningurin fremur ikki felagsskapin, men felagsskapurin gerningin.

Jesus raðfesti í felagsskapinum við síni kæru. Faðirin kom fyrstur, síðani tríggir av teimum tólv lærusveinunum, síðani hinir níggju. So fylgisveinar annars og so onnur. Hví raðfest Jesus? Tí einki menniskja megnar tættan felagsskap við øll! Og tó… Eitt menniskja megnar júst hetta: Jesus sjálvur! Jesus gjørdi ein gerning, soleiðis at hvørt menniskja kann vera í tøttum felagsskapi við hann. Tá ið Jesus doyði og reis upp aftur, og eftir at hann fór heim til faðirin, sendi hann okkum Andan, sum býr í tí, sum trýr. Við trúnni eru vit í felagsskapi við Jesus.

Einki menniskja megnar tættan felagsskap við øll. Jesus er undantakið.

Jesus segði: “Eg eri víntræið, tit eru greinarnar; tann, sum verður í mær og eg í honum, hann ber miklan ávøkst, tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.”

Jesus vil, at eg beri ávøkst í felagsskapinum við hann og míni medmenniskju. Tí um eg ikki beri ávøkst, so er heldur eingin felagsskapur. Eg kann við hesum í huga gerast so upptikin av sjálvum gerninginum at bera ávøkst, at eg gloymi felagsskapin, sum er dýrgripurin. Tá er tað gerningurin – ikki felagsskapurin – sum er mítt fokus, eins og myndin – ikki veruleikin – er fokus. Hinvegin kann eg hyggja at felagsskapinum og hava míni eygu har. Man ávøksturin tá ikki koma av sær sjálvum?

Ávøksturin fremur ikki felagsskapin, men felagsskapurin ávøkstin. Jesus hevði teg í fokus, tá ið hann doyði og reis upp. Hann vil felagsskap við teg. Í okkara gerandisdegi er tað Jesus og medmenniskjað, sum eiga at vera fokus. Ikki gerningurin. Ikki góða myndin. Er medmenniskjað í fokus, skal ávøksturin nokk koma.

Ávøksturin fremur ikki felagsskapin, men felagsskapurin ávøkstin.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: