FYLG VÆL!

Hvat vilt tú hava onnur at siga um teg? “Hann er vakur. Hon er fitt. Tú ert dugnaligur.” Ella hvat vilt tú hava onnur minnast teg fyri, tá ið tú ert við sólsetrið av tínum lívi ella ert farin haðani frá? Ivaleyst sum ein góður maki. Eitt gott foreldur. Ein góður vinur. At hini fingu nakað gott frá tær, sum myndar teirra lív. – At tú leiddi lívið væl.

Tá ið vit hugsa um leiðslu, síggja vit kanska ein stjóra, løgmann, venjara ella forseta fyri okkum. Men vit leiða øll, um vit vita tað ella ikki. Spurningurin er ikki, um eg leiði, men hvussu eg leiði. So hvussu leiði eg væl?

Spurningurin er ikki, um eg leiði, men hvussu eg leiði.

Ein dagin sá eg ein mann koma út úr einum húsum og hyggja leitandi umkring. So rópti hann og floytaði. Eg hoyrdi ikki, hvat hann segði, men skilti skjótt á tónalagnum, at hann kallaði á hundin hjá sær. Eftir eina løtu kom hundurin. Hann hevði hoyrt røddina hjá eigaranum og kom heim.

Fyri tað fyrsta er ein góður leiðari sannur. Hann livir lívið greitt og hevur eina klára boðan. Tað tú sært, er tað tú fært! Hann hevur ikki eina boðan her og eina heilt aðra har. Livir ikki á ein hátt í dag og ein heilt annan í morgin.

Fyri tað næsta er hann kærligur. Hann gevur sína tíð, ogn og orku til teirra, sum fylgja! Ikki fyri at fáa nakað sjálvur, men vegna áhuga fyri fylginum. Fylgið er í fokus. Ikki leiðarin.

Fyri tað triðja er hann fyrimyndarligur. Soleiðis, sum leiðarin livir, hugsar og ger, vilja hini vera! Tá ið eitt barn verður spurt um, hvat tað vil vera, tá ið tað verður størri, kann svarið vera ymiskt. Men altíð man ein fyrimynd vera til staðar, áðrenn svarið. “Eg vil vera lækni! Eg vil vera rokkstjørna! Eg vil vera sum mamma!”

Vil eg leiða væl, má eg fylgja væl! Men hvørjum fylgi eg? Hvat lurti eg eftir? Hvussu síggi eg kærleika? Hvør er mín fyrimynd? Gott at vita hetta, tí hesi skapa meg og mína leiðslu.

Vil eg leiða væl, má eg fylgja væl!

Undrar tað teg nakrantíð, tá ið tú lesur eina bók ella sært ein film, at sjáldan sært tú eina vælvirkandi familju, har maður og kona eru trúgv og samstundis fyrimyndirnar? Ella hvussu ljótar orðingarnar skjótt kunnu gerast, tá ið fólk eru ósamd á talgildum miðlum? Tað, sum kemur inn ígjøgnum míni eygu, ávirkar meg. Leiðir meg.

Fylgi eg væl, leiði eg væl!

Jesus segði: Eg eri hin góði hirðin, og eg kenni mínar, og mínir kenna meg.

Eg kann fylgja tí skeiva. Eg kann leiða illa. Eg taki skeivar avgerðir og geri og sigi mangan okkurt býtt. Men eg kenni ein, sum ikki bara er ein góður leiðari, men tann besti leiðarin: Jesus. Hann er sannur, tí tað tú sært, er tað tú fært! Hann er kærligur, tí hann gav sítt lív. Hann er fyrimyndarligur, tí hann livir fyri teg og meg.

Vil eg leiða væl, má eg fylgja væl.

Jesus leiðir best! Eg geri væl at fylgja honum.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: