MÍTT BESTA ER IKKI NÓG GOTT!

Ert tú nakrantíð mótfallin? Tú royndi títt besta, men tað miseydnaðist? Tú hyggur at hjúnalagnum og hugsar, at tú kundi verið ein betri hjúnafelagi. Tú hyggur at leiklutinum sum foreldur og hugsar, at tú kundi gjørt betri í uppalingini. Tú hyggur at arbeiðinum og hugsar, at tú kundi verið ein betri starvsfelagi. Tá ið tú hyggur at øllum tí miseydnaða í lívinum, hugsar tú kanska: “Mítt besta verður ongantíð nóg gott!”

Vit menniskju arbeiða meira og meira fyri at náa fullkomna lívinum. Men tað vísir seg sum um at vit ongantíð verða liðug við at arbeiða. Tvørturímóti náa vit ikki málinum og gerast strongd. So fellir alt til jarðar, meðan vit framhaldandi leingjast eftir friði og hvíld.

Ein ríkur gudrøkin unglingi kom ein dagin til Jesus og spurdi, hvat hann skuldi gera fyri at arva ævigt lív. Jesus segði, at hann skuldi halda boðini. Unglingin svaraði, at hann longu helt øll boðini, tá ið Jesus síðani segði við hann: “Sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli.” Men hetta var torført hjá manninum, sum var so glaður fyri sína ogn. Samstundis varð hann avdúkaður, tí hetta vísti honum og hinum, at hann í veruleikanum ikki helt boðini kortini. Hansara fokus var hann sjálvur og hansara egna. Tað er sum um at Jesus segði við hann: “Títt besta er ikki nóg gott!” Hetta kann fáa okkum at spyrja: “Hvussu, um mítt besta ikki er nóg gott?”

Jesus kom ikki at provokera og erpa sær, men at vísa, at hann er bjargingin. Friðurin er at hvíla í einum øðrum enn tær sjálvum! Hugsa um hjúnalagið. Tá ið tú viðurkennir, at títt besta ikki er nóg gott, men at tú kortini verður elskað/ur av makanum, gevur hetta tá ikki frið og hvíld? Ella tá ið uppalingin aftur og aftur miseydnast, gevur tað tá ikki frið at vita, at børnini kortini elska teg og hava lært nógv gott frá tær?

Friðurin er at hvíla í einum øðrum enn tær sjálvum!

Jesus veit, at mítt besta ikki er nóg gott! Tí gjørdi hann tað besta fyri meg við at gerast menniskja, doyggja fyri mínar feilir og rísa upp aftur til lívs. Nú kann eg leggja alt mítt miseydnaða á hann og hvíla í friði í hansara lívi og gerningi.

Viðurkenn at títt besta ikki er nóg gott! Hetta skapar hvíld í levnaðinum og flytur fokus aðrastaðni enn á teg sjálvan. Tað snýr seg ikki um TEG. Liv í hvíld og friði, tí Jesus hevur gjørt tað besta! Tað snýr seg nevniliga um, hvat JESUS hevur gjørt fyri teg! Friðurin er at hvíla í einum øðrum enn tær sjálvum!

Tað snýr seg ikki um teg, men hvat Jesus hevur gjørt fyri teg!

Títt besta lív er at liva sum Guds barn. Hann hevur skapað teg einastandandi til nakað heilt ávíst. Æviga lívið er títt vegna Jesu gerning. Friðurin er at hvíla í einum øðrum enn tær sjálvum! Tú ert Guds barn, hóast títt besta ikki er nóg gott! Tú hvílir, tá tú sært kærleika, hóast tínar feilir! Friðurin hevur ikki TEG sum grund, men JESUS.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

w

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: