UM JESUS ER NÆR, ER STÚRANIN FJAR!

Ert tú nakrantíð bangin? Óivað svarar tú ja til tann spurningin, tí menniskju flest munnu í størri ella minni mun kenna ótta. Vit óttast fyri gerandisdegnum. Vit skulu kanska ígjøgnum okkurt í dag, sum vit hava eina stúran fyri og spyrja: “Man alt fara at ganga væl í dag?” Vit óttast fyri lívinum. Kanska ert tú stúrin fyri, um pínan er ein álvarsligur sjúkdómur. Ella ert tú bangin fyri, um hjúnalagið fer at halda. Kanska óttast tú fyri, um børnini fara at hava tað gott í framtíðini. Vit óttast fyri ævinleikanum. “Hvat kemur eftir hetta lívið? Er nakað eftir hetta, og um tað er, man tað tá verða gott?”

Jesu lærusveinar vóru menniskju sum tú og eg. Teir kendu eisini stúran og hugsaðu, um teir mundu fara at verða atsøktir eins og Jesus. Jesus svaraði teimum játtandi, men legði afturat: “Óttist ikki… Tað, sum eg sigi tykkum í myrkri, tað talið tit í ljósi; og tað, sum verður lýtt tykkum í oyra, tað kunngerið tit uppi á tekjunum”.

Tá ið onkur sigur tær, at hann ella hon er stúrin fyri nøkrum, er tað mest natúrliga svarið: “Ver ikki bangin!” Men hjálpa hesi orðini nakað í veruleikanum? Hjálpa Jesu orð um ikki at óttast nakað í veruleikanum?

1 av 5 persónum verða árliga rakt av angist í USA (Greinin kann lesast her). Á heimasíðuni ChurchLeaders stendur at lesa, at árliga hækkar talið av menniskjum, plágað av angist, við 30 prosentum (Greinin kann lesast her). Í 2008 skrivaði Berlinske, at 16,4 prosent líða av angist í Danmark (Greinin kann lesast her). Her er talan um ein ótta, sum hertekur lívið, friðin, frælsið og gleðina. Hetta er veruleikin hjá fleiri og fleiri av okkum menniskjum. Tað er sannlíkt, at hesi døpru tølini umfata teg ella onkran av tínum kæru.

Tað er sannlíkt at tú ella onkur av tínum kæru líður av angist.

Í juli mánaði 2018 var grein í blaðnum Trúboðin við yvirskriftini. Trúgvandi sova best. Millum annað stóð: Fólk, sum ganga í kirkju og biðja, sova betur enn ikki-trúgvandi. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd av University of Texas í San Antonio. Niðurstøðan er, at átrúnaður kann minka sálarligar líðingar, misnýtslu og strongd, sum øll hava samband við ringt svøvnlag.

Átrúnaður kann minka sálarligar líðingar.

Sakin er, at Jesus ikki lat orðini Óttist ikki standa einsamøll. Jesus kom at taka óttan. Okkara ótta, sum hevur sína rót í syndafallinum og harvið deyðanum. Jesus vann við sínari uppreisn á deyðanum og sostatt eisini óttanum! Um Jesus er nær, er stúranin fjar!

“Hvat kann eg so gera?” spyrt tú kanska.

Flyt eyguni frá stúranini á Jesus! Soleiðis skrivaði Pætur, sum var ein av Jesu lærusveinum: Kastið alla [stúran] tykkara á [Jesus]; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. Jesus kennir tínar umstøður og tína stúran. Hann vil hjálpa tær.

Ímynda tær eitt lív uttan ótta. Ein gerandisdag í friði: Tí Jesus fylgir tær á leið. Eitt lív í gleði: Tí Jesus ber teg ígjøgnum tað. Ein ævinleika í hvíld: Tí Jesus vann tær himmalin. Um Jesus er nær, er stúranin fjar!

Dagliga má eg flyta eyguni á Jesus! Men takk Gud, at eg havi hann at flyta eyguni á!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: