TAÐ NEILIGA RAKAR EISINI TEG!

Hvar er Gud, tá ið tað neiliga rakar? Vit síggja, hoyra og lesa um neyðina úti í heimi, har menniskju líða vegna flóðaldur, jarðskjálvta og hungursneyð. Men tær nýtist ikki fara so langt, tí tú kennir kanska, hvussu tíni kæru gerast sjúk, stríðast og doyggja. Eisini kanst tú kenna tað neiliga innaní tær, har ótti, ørkymlan, ótryggleiki og tunglyndi kunnu gera um seg. “Eigi eg ikki at sleppa undan tí neiliga?” spyrt tú kanska. “Er eingin tryggleiki í lívinum?”

Á heimasíðuni hjá BBC stóð herfyri at lesa, at fornfrøðingar høvdu funnið ein mann í onkrum útgrevstri í Pompeii, sum doyði, tá ið eldgosið var í ár 79. Soleiðis ljóðaði yvirskriftin: “Hann yvirlivdi eldgosið, men varð síðani útsligin av einum risastórum flúgvandi kletti.” Hóast tað hvørki er pent ella rætt, kundi eg ikki lata vera við at flenna fyri meg sjálvan og ímyndaði mær, hvussu hesin maðurin rann undan eldgosinum og hugsaði, at hann nú var sloppin undan og segði: “Fjú”. Síðani hugdi hann upp, har risastóri kletturin kom flúgvandi beint ímóti honum og segði: “Gisp”.

Soleiðis hava vit tað mangan: “Á, maður, hví skal hetta raka meg?” Ja, vit kunnu mangan halda, at vit eiga at verða rakt av nøkrum neiligum, um lívið hevur verið ov gott í langa tíð.

Fyri trý túsund árum síðani skrivaði Sálomon kongur: “Til eru rættvís…, sum verða fyri tí, sum átti at verið gudleysum fyri, og til eru gudleys…, sum verða fyri tí, sum átti at verið rættvísum fyri”. Henda sannleikan hevði hesin kendi vísi maðurin lært. Hvussu lívið vísir seg at raka okkum, tykist ikki vera tengt at, hvussu levnaðurin er. Men um trygdin ikki er í levnaðinum, hvar er hon so?

Jesus segði einaferð frá um tvey hús, har annað var bygt á hellubotn og hitt á kyksendi. Stormur og áarføri kom. Húsið, bygt á hellubotn stóð, meðan hitt fall (Les meira um hesa søgu her.). Húsini mundu vera líka sterk og stormurin rakti bæði húsini. Hesi vóru ikki tað avgerandi, men grundarlagið. Hetta er sannleikin inn í okkara støðu: Trygdin er ikki í levnaðinum, men grundarlagnum! Jesus er grundarlagið, vit menniskju kunnu byggja okkara lív á. Hann kennir tað neiliga í tínum lívi. Hann hevur verið ígjøgnum líka nógva neyð, sum tú og tað, sum er verri. Hann doyði, men varð síðani reistur aftur frá deyðum, fyri at vinna tær tann stað, har einki neiligt er: Himmalin. Við Jesusi sum grundarlag er hann altíð nær.

Stormurin rakti bæði húsini!

Framhaldandi segði Jesus: At hoyra og gera eftir orðinum er tað avgerandi! Hoyr Jesus: “Eg livdi, doyði og reis upp fyri teg!” Onga aðra staðni kanst tú hoyra Jesus meira enn at lesa í Bíbliuni. Royn síðani at liva, sum Jesus boðaði, við at elska Gud og elska næstan! Tað flytur fokus upp og út og harvið frá tær sjálvum og tíni hugsan um tað neiliga.

Trygdin er ikki í levnaðinum, men grundarlagnum!

Menniskjað er skapað til eitt paradís, men veruleikin er fullur av tí neiliga. Trygdin er ikki í levnaðinum, men grundarlagnum! Jesus hevur vunnið tær himmalin. At flyta fokus frá tí neiliga á Jesus gevur frið og hvíld í gerandisdegnum.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: