SVARIÐ AVDÚKAR MEG!

Um onkur, sum ikki kendi pápa tín væl, varð spurdur, hvør hann var, hevði hesin kanska sagt: “Jú, hann er Klaksvíkingur og sjómaður.” Um onkur kendi hann betur, hevði hesin kanska sagt: “Hann er giftur við Bjørg og eigur børnini John, Sonnu og Fríða.” Men um vart spurdur, hevði tú sagt: “Hann er pápi mín.” Svarið, øll hesi geva, avdúkar, hvør felagsskapurin er ímillum tann, ið spurt verður um og tann, ið svarar. Tað hevði verið sera óheppið, um eitt par var til ein føðingardag og maðurin varð spurdur um konuna, sum nú stóð eitt sindur burturfrá: “Tú, hvør er handa kvinnan?” At hann tá svaraði: “Jú, handa kvinnan er úr Havn. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur og brúkar stødd 37 í skóm!” Hevði konan hoyrt hetta svarið, mundi maðurin ivaleyst verið noyddur at sovið í sofuni í ein mánað. Svarið avdúkar tann, ið svarar.

Títt svar um onkran avdúkar tín felagsskap við viðkomandi!

Ein spurningur, sum hevur verið settur av hópin av menniskjum í tveytúsund ár, er: “Hvør er Jesus?” Ein kann svara: “Jú, Jesus var ein maður, sum livdi í Ísrael fyri tveytúsund árum síðani. Hann var ein stórlætisørur lygnari, sum fekk fleiri av menniskjum at fylgja sær. Hann gjørdi seg sjálvan til Gud, men um hann veruliga var Gud og harvið hevði alt vald og vildi øllum tað besta, hví er so neyð, sjúka og deyði til?” Ein annar kann svara: “Jesus var eitt sera gott menniskja, sum fevndi um øll menniskju, uttan mun til, hvør fortíð teirra var ella hvussu tey vórðu sædd av sínum medmenniskjum. Hann er okkara stóra fyrimynd, so vit kunnu fara við okkara medmenniskjum eins og hann gjørdi.”

Bæði svarini avdúka nakað um tann, ið svarar. Hóast ymisk svar, avdúka bæði svarini tó ein felagsnevnara: At Jesus var eitt menniskja, sum doyði, og at tað sostatt nú eingin felagsskapur kann vera ímillum Jesus og tann, ið svarar.

Jesus spurdi ein dagin lærusveinarar: “Hvønn siga menn menniskjusonin vera?” Teirra svar avdúkaði, at menniskju hildu Jesus vera eitt menniskjað, kallað av Gudi. Men eitt menniskja og ikki nakað meira. Síðani spurdi Jesus: “Hvønn siga tit meg vera?” Pætur svaraði tá: “Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds.” Við øðrum orðum svaraðu lærusveinarnir, at Jesus var menniskja, men eisini nakað meira enn tað: Kongur og Guds sonur. Hetta fingu teir eisini seinni at sanna, tá ið teir sóu Jesus á lívi aftur eftir deyða sín. Tá segði ein av lærusveinunum um Jesus: “Harri mín og Gud mín!”

Mítt svar til spurningin um Jesus avdúkar, hvønn felagsskap eg havi við hann!

Mítt svar til spurningin um Jesus avdúkar, hvønn felagsskap eg havi við hann!

Hvat svarar tú, tá ið tú verður spurd/ur: “Hvør er Jesus?” Og hvat avdúkar svarið um tín felagsskap við hann?” Svarið sigur ikki bara nakað um Jesus, men nakað um teg.

Tann, sum livir í tøttum felagsskapi við Jesus svarar soleiðis:

Jesus er Harri mín! Jesus er Gud mín! Jesus er bróðir mín! Jesus er vón mín! Jesus er frelsa mín! Jesus er friður mín!

Mítt svar til spurningin um Jesus avdúkar, hvønn felagsskap eg havi við hann! Hvat er títt svar?

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: