JESUS METTAR MÍNA SVONGD

“Sambært frágreiðing, sum Unicef – barnafelagskapurin hjá ST – hevur almannakunngjørt, er vatntrot í 36 londum. Um 20 ár fer fjórða hvørt barn í heiminum at búgva í øki við avmarkaðari atgongd til reint vatn.” Soleiðis stóð skrivað á Portalinum 22. mars 2017 og hugsaði eg: “Ber til hjá mær at gera nakað við trupulleikan? Hvat skal eg gera? Hvussu kann eg metta hesa svongd? Hvussu kann eg geva tað, eg havi ríkiligt av – vatn?”

Eg veit, at trupulleikin við vatni og mati um heimin gerst størri og størri fyri hvørt ár. Eg vil fegin hjálpa, men gangi við ringari samvitsku, tí at eg geri stórt sæð einki við tað. Kanska kennir tú teg aftur í hesi hugsan. Og fyri at geva mær sjálvum verri samvitsku, las eg á heimasíðuni hjá National Geographic, at ein búffur “kostar” 7000 litrar av vatni. Ein kúgv drekkur so nógv vatn, at tað svarar til 7000 litrar fyri hvørt hálvt kilo. Mær dámar væl búff og spyrji sjáldan, hvar búffurin kemur frá, men eg kann ikki lata vera við at hugsa, at ikki bara lati eg vera við at hjálpa tystandi við at geva teimum vatn. Nei, nú kann tað vera, at eg enntá eisini eri orsøkin til, at vatnið verður tikið frá teimum, soleiðis at eg kann eta mín búff.

Fleiri og fleiri liva í svongd. Eg veit tað, men geri lítið við trupulleikan. Hví? Eg havi miðlarnar, men hjálpi ikki! Tí andalig svongd skapar sinnisliga og likamliga svongd!

Andalig svongd skapar sinnisliga og likamliga svongd!

Eg hjálpi ikki, tí mær dámar best meg sjálvan! Støðan sær vónleys út, so eg gevi bara upp. Og hvussu nógv kann eg einstaka menniskja veruliga gera við hesa heimsumfatandi støðu? So er tað eisini tað, at eg eri svangur sjálvur! Eftir kærleika, hvíld, gleði, felagsskapi, tryggleika, rættindum, ævinleika.

Andalig svongd skapar sinnisliga og likamliga svongd!

Heimsins likamliga svongd er úrslit av mínum skilnaði frá Gudi! Eingin hungur var í aldingarðinum, áðrenn syndafallið! Svongdin likamliga, sinnisliga og andaliga kom vegna syndafallið!

Jesus segði: “Eg eri lívsins breyð. Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.”

Likamliga mettaði Jesus menniskju við at geva teimum mat og drekka. Hetta síggja vit millum annað, tá ið hann einaferð mettaði fleiri enn 5000. Sinnisliga mettaði Jesus menniskju við at lekja tey frá teirra sjúkdómum og neyð. Men kjarnin er Jesu andaliga føði.

Jesus mettar mína andaligu svongd, við tað at hann við sínum gerningi hevur vunnið mær felagsskap við Gud. Jesus mettar mína sinnisligu svongd, við tað at hann við sínum rættvísi hevur vunnið mær frið og hvíld í tryggleika. Jesus mettar mína likamligu svongd, við tað at hann við sínum deyða og uppreisn hevur vunnið mær Himmalin: staðin, har eingin svongd er til.

Andalig svongd skapar sinnisliga og likamliga svongd!

Men Jesus er føðin til alla mína svongd.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: