Kvirra Leiðsla

HOYRIÐ, GOYMIÐ OG LIVIÐ!

Hevur nakar sagt tær nakað, sum tú ikki hoyrdi? Hevur tú nakrantíð hoyrt nakað, men gloymt tað beinanvegin? Hevur tú nakrantíð vilja livað eftir nøkrum, men ikki megnað tað?

Hoyr: Lisið í KVF

Hevur nakar sagt tær nakað, sum tú ikki hoyrdi? Hevur tú nakrantíð hoyrt nakað, men gloymt tað beinanvegin? Hevur tú nakrantíð vilja livað eftir nøkrum, men ikki megnað tað? So nógvir upplýsingar koma inn ígjøgnum oyru og eygu. So nógv tilboð ljóða áhugaverd. So nógvir mátar at liva uppá eru góðir.

Hvat ger, at vit ikki hoyra, goyma og liva eftir? Orðið skal hoyrast, goymast og livast, um tað skal virka! Men hvussu kann hetta eydnast mær?

Ein morgunin, eg koyrdi døturnar í skúla og barnagarð, segði onnur teirra okkurt við meg. Sum so mangan, hoyrdi eg ikki, hvat hon segði. Hon helt fram við at tosa, meðan eg svaraði: “Hmmm hmmm”. So segði hon brádliga avgjørd: “Babba, ikki siga “Hmmm hmmm” alla tíðina!” Hon visti, at eg ikki hoyrdi!

Hvat ger, at eg ikki hoyri orðið? Tað kann vera lutað uppmerksemi: At eg lurti eftir nógvum í senn. Tað kann vera manglandi áhugi: At orðið ikki sigur mær nakað. Tað kann vera vegna mótsetning: At eg eri ósamdur við orðið. Orðið má hoyrast, um tað skal virka!

Orðið má hoyrast, um tað skal virka!

Nógv brúkta lærupyramidan frá 1954 sigur okkum, at vit læra bert 10 prosent við at hoyra og lesa eina. 20 við at hoyra og síggja. 50 við at samtala. 75 við at gera sjálv. Og 90 prosent við at læra onnur. Um eg sameini meg við orðið, merkir tað meg eisini.

Hvat ger, at eg ikki goymi orðið? Tað kann vera vegna fleiri tilboð: At onnur orð eisini bjóða seg fram. Tað kann vera vegna royndir: At orðið er torført at halda fast við. Tað kann vera ivi: At nakað í mær ikki ordiliga vil orðið. Orðið má hoyrast og goymast, um tað skal virka!

Orðið má hoyrast og goymast, um tað skal virka!

Hvat ger, at eg ikki livi eftir orðinum? Tað kann vera vegna innvent stríð: At tað er eitt stríð at fylgja orðinum. Tað kann vera vegna útvent stríð: At tað er torført hjá mær, um onnur gera nakað annað.

Science Today skrivaði í 2014: “Bara 10 prosent megna at broyta ein vana.” Rúsevnis- og rúsdrekkaviðgerðarheim meta, at ímillum 50 og 90 prosent av teimum viðgjørdu falla útí aftur. Orðið má hoyrast, goymast og livast, um tað skal virka!

Orðið má hoyrast, goymast og livast, um tað skal virka!

Jesus segði: Tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni.

Jesus hoyrir meg! Hann hoyrir mítt neyðarróp, mína bøn. Jesus goymir meg! Hansara uppmerksemi er mótvegis mær eina. Jesus livir fyri meg! Hann gjørdist menniskja, doyði og reis upp aftur.

At eg viðhvørt ikki hoyri, broytir ikki, at Jesus altíð hoyrir meg. At eg viðhvørt ikki goymi, broytir ikki, at Jesus altíð goymir meg. At eg viðhvørt ikki livi eftir, broytir ikki, at Jesus altíð livir fyri meg.

Orðið má hoyrast, goymast og livast, um tað skal virka! Í mínum ófullkomuleika kann eg hvíla í Jesu fullkomuleika.

0 comments on “HOYRIÐ, GOYMIÐ OG LIVIÐ!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: