Leiðsla Umsiting

VER FYRIMYNDIN!

Hvussu nógv kann eg skylda uppá (fyri)myndirnar, tá ið eg geri tað skeiva? Kann eg ikki gera hetta í so stóran mun, at eg livi í ábyrgdarloysi? Havi eg ikki avgerðarrættin fyri mínum lívi í dag?

Tá ið vit síggja eitt menniskja, sum stríðist í gerandisdegnum og ger okkurt neiligt, kunnu vit siga ella hugsa: “Ja, hann hevði ringan uppvøkstur.” Ella: “Hvussu kann hon annað, tá ið foreldrini vóru, sum tey vóru?” Ella: “Viðkomandi hevur ongar góðar fyrimyndir!”

Vit kunnu eisini sjálv koma við hesi umbering, tá ið vit gera okkurt, vit ikki áttu at hava gjørt: “Eg havi bara ringar fyrimyndir og kann tí ikki gera við at eg geri, sum eg geri, og eri, sum eg eri.” At skylda uppá onnur er vanligt, tá ið eg geri okkurt býtt. At takka mær sjálvum er vanligt, tá ið eg geri okkurt gott. Vit rósa okkum við okkum sjálvum! Vit umbera okkum við (fyri)myndunum! Hvussu nógv okkara kenna ikki hugsanina, tá ið vit gera okkurt, fyrimyndir okkara gjørdu: “Eg eri júst sum pápi/mamma/omma/abbi…!”

Hetta nevnist sosialur arvur. At eg eri eitt úrslit av mínum forfedrum, uppvøkstri og umstøðum. Sostatt er nakað rætt í tí at siga: “Eg kann ikki gera við tí, tí soleiðis eri eg bara!” “Eg geri soleiðis, tí soleiðis varð eg lærdur at gera!” Men er tað bert sosiali arvurin, sum avger mín lívshátt? Havi eg ongar avgerðir, men livi bert soleiðis, sum tað frammanundan er lagt mær til rættis? Hvussu nógv kann eg skylda uppá (fyri)myndirnar, tá ið eg geri tað skeiva? Kann eg ikki gera hetta í so stóran mun, at eg livi í ábyrgdarloysi? Havi eg ikki avgerðarrættin fyri mínum lívi í dag?

Nakað nevnist ein mynsturbrótari. Ein, sum ímóti sínum sosiala arvi livir eitt heilt øðrvísi lív. Lívshátturin, útbúgvingin, familjulívið og so nógv annað er als ikki, sum hjá forfedrunum.

Jesus var og er ein mynsturbrótari! Fyri tað fyrsta broytti hann samtíðina, eftirtíðina og heimin. Mangan varð sagt við hann, at hann ikki gjørdi, sum ein rættur maður og jødi átti at gera. Men Jesus livdi og vísti, hvat rætta lívið var og er. Í so stóran mun, at hetta frá hansara deyða og uppreisn broytti allan heimin.

Fyri tað næsta broytir Jesus einstøk menniskju í dag. Jú, tað kann væl vera, at eg havi torført við at flýggja frá mínum neiliga sosiala arvi. Men hetta merkir ikki, at Jesus ikki kann bjarga mær og broyta meg. Tað er júst hetta, hann ger við hópin av menniskjum. Eisini í dag.

Lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara”, segði Jesus við lærusveinar sínar. Hann bað teir vera ljós, so menniskju kundu síggja… Jesus… og verða broytt av honum! Hetta sama sigur hann við teg og meg í dag: Umber teg ikki við manglandi fyrimyndum, men ver ein fyrimynd! Ver fyrimyndin, tú leingist eftir!

Umber teg ikki við manglandi fyrimyndum, men ver ein fyrimynd!

Kennir tú kensluna av at reisa teg upp eftir eitt fall? At siga við teg sjálva/n: “Nei, nú kann vera nokk, nú reisi eg meg aftur!” Ímynda tær at vakna úr svøvni og byrja at liva. At steðga umberingum og taka ábyrgd fyri egnum lívi og spyrja: “Hvussu kann eg vera besti makin? Hvussu kann eg vera besta foreldrið? Hvussu kann eg vera…?”

Ver fyrimyndin, tú leingist eftir!

0 comments on “VER FYRIMYNDIN!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: