JESUS ENDAÐI ENDAN!

Hevur tú upplivað kreppu í lívinum? Tað kann vera onkur sjúka, sum hevur rakt teg og tikið vanliga gerandisdagin frá tær. Tað kann vera skuld, sum er vorðin so stór, at tú ikki longur hevur nakað frælsi at liva. Tað kann vera hjúnaskilnaður, sum rakti so meint, at hugurin at liva ikki er tann sami. Kanska sigur tú við teg sjálva/n: “Nú er yvirstaðið! Eg eri liðug/ur! Hetta endaði meg!”

Vit óttast komandi “endar”. Til dømis, um vit í lestrartíð skulu enda við eini roynd. Hvussu nógv okkara óttast tá ikki hesa royndina? Ella, tá ið lánið skal gjaldast aftur og hvør króna brúkt. Hvussu nógv óttast tá ikki gjaldstíðina. Ella, tá ið vit hugsa um deyðan. Óttast tú hann og spyrt: “Hvat kann eg gera? Er nøkur bjarging?”

Fyri nøkrum árum síðani arbeiddi eg í Nesvík og hevði koyrt túrin úr Havn til Nesvíkar dagliga í longri tíð. Ein morgunin um várið eftir at tað hevði verið kalt og kavi skein sólin og tað var gott at koyra allan vegin. So eg koyrdi 80 kilometrar um tíman. Nú eg var so vanur at koyra henda teinin, var eg tryggur at koyra skjótari, enn um eg ikki hevði koyrt hann so mangan. Tá ið eg so skuldi snara bilinum oman til Leguhúsið, gjørdi eg tað við nokkso høgari ferð. Á vegnum var ikki tátt… men nú var ov seint at gera nakað við tað. Eg kundi ikki stýra bilinum. Hann vendi 180 stig og mundi farið á rull oman eftir bønum. Gleðiliga hendi eingin skaði, men hendingin kundi endað meg, tí eg var ikki fyrireikaður og ikki vakin!

Hvussu mangan mundu vit sloppið undan kreppu, um vit vóru fyrireikað og vakin? Uttan fyrireiking endar endin meg! Royndin kann enda mína vónir um at fáa júst hesa útbúgvingina. Heilsan kann enda meg, um eg ikki ansaði eftir. Skuldin kann enda meg, um eg ikki havi eina skynsama nýtslu.

Uttan fyrireiking endar endin meg!

Men man hetta sama vera galdandi deyðan? Kann eg fyrireika meg til deyðan og lívið eftir? Nei! Tí alt er longu fyrireikað av einum øðrum! Tú hevur ongan møguleika at liva ein ávísan hátt ella gera ávísar gerningar, so at tú kanst vinna tær himmalin. Hann er vunnin tær av Jesusi, sum doyði, so at tú ikki skalt doyggja. Jesus endaði endan! Tí kanst tú liva í gleði, friði og hvíld uttan ótta fyri einum komandi enda.

Jesus endaði endan!

Tann, sum roynir at bjarga sál síni, skal missa hana; og tann, sum missir hana, skal varðveita hana!”, segði Jesus. Um vit halda okkara fokus á okkara egna lív og levnað, er tað so skjótt at vit gloyma tað, sum bara kann verða gjørt av Jesusi. Um vit hinvegin – hóast hetta fyri okkum kann tykjast sum at missa lívið – leggja okkara lív í Jesu hendur, verður lívið bjargað.

Ímynda tær at hava frið ávegis royndini. Tað ber til við góðari fyrireiking. Ímynda tær frið ávegis læknanum ella bankaráðgevanum. Tað ber til við sunnum levnaði og skynsamari nýtslu. Ímynda tær frið ávegis deyðanum. Tað ber til, tí tað fyrireikaði Jesus fyri teg!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: