Felagsskapur Leiðsla

VEITST TÚ IKKI, FERT TÚ IKKI!

Hevur tú nakrantíð forsømt nakað? At sita eftir við kensluni av at okkurt týdningarmikið hendi, sum tú ikki fekst við ella fekst lut í? Situr tú eftir við orðunum: “Hví lurtaði eg ikki? Hví fór eg ikki? Hini upplivdu nakað, sum eg ikki fekk við!”

Hoyr: Lisið í KVF

Hevur tú nakrantíð forsømt nakað? At sita eftir við kensluni av at okkurt týdningarmikið hendi, sum tú ikki fekst við ella fekst lut í? Tað var kanska onkur veitsla, sum ein vinkona sigur frá: “Tað var ein SOOO góð veitsla síðsta vikuskiftið. Vit høvdu tað so stuttligt og fingu so góðan mat! Hví vart tú ikki við?” Tað var kanska ein fótbóltsdystur, sum vinmenninir siga frá: “Vit vóru aftanfyri trý null, men so fingu vit mál. Vit hava ongantíð verið so spentir og nervøs í senn, men í yvirtíðini skoraðu vit og vunnu fýra trý. Hetta meistaraheitið gloyma vit ongantíð! Hvar vart tú?” Ella var tað kanska ein konsert hjá onkrum kendum bólki, har vinfólkini siga við teg: “Dreymurin gekk upp og vit fingu júst tað, sum vit hava ynskt í so nógv ár. Vit eru so glað, at vit fóru á konsert, hví komst tú ikki við?”

Tú kanst kenna teg uttanfyri, býttan og fátækan, tá ið tú upplivir løtur sum hesar. Kann væl vera, at tú ikki visti av veitsluni, dystinum ella konsertini og tí ikki hevði møguleika at vera við. Kann eisini vera, at tú visti, men ikki heilt kendi týdningin av at vera við. Nú kann vera, at tú situr eftir við orðunum: “Hví lurtaði eg ikki? Hví fór eg ikki? Hini upplivdu nakað, sum eg ikki fekk við!”

Um eg veit um nakað í framtíðini, fyrireiki eg meg. Okkurt fer at henda um eina tíð og eg eri spentur til løtuna og hendingina. Eg ímyndi mær, hvussu tað fer at vera og hvussu eg fari at hava tað. Eg leggi til rættis, soleiðis at alt verður so gott sum tað yvirhøvur til ber. Tá ið dagurin upp rennur, eri eg klárur, fari og eri við.

Um eg veit um nakað í framtíðini, fyrireiki eg meg.

Um eg hinvegin ikki veit nakað um hetta, sum liggur fyri framman, geri eg einki av hesum. Hendingin nærkast og eg eri ikki við og forsømi løtuna og alt, sum við henni fylgir. Veitslan fer framvið mær.

Veitst tú ikki, fert tú ikki! Hetta man vera nakað, sum vit øll kenna veruleikan av á einum ella øðrum øki. Hvat nú, um tú við lívsins enda kemur í somu støðu? Hvat nú, um tú í ellisárum sigur somu orð við teg sjálva/n: “Hví lurtaði eg ikki? Hví fór eg ikki? Hini upplivdu nakað, sum eg ikki fekk við! Hví forsømdi eg lívsins veitslu?”

Veitst tú ikki, fert tú ikki!

Tá ið Jesus fyri tvey túsund árum síðani reið inn í Jerúsalem á einum asna, var hetta ein serlig hending. Matteus skrivaði um hesa hendingina í sínum evangelii og nevndi millum annað hetta: “Flest øll av mannamúgvuni breiddu klæði síni á vegin, og summi brutu greinar av trøunum og løgdu á vegin.” Flest øll… Ímynda tær tey óvitandi menniskjuni í mannamúgvuni. Ímynda tær jødan, sum stendur sum eitt spurnartekin í hesi mannamúgvu, tí hann einki veit. Hann hugsar fyri sær sjálvum: “Hví leggur hasin maðurin jakkan á vegin?” Undrandi hyggur hann at, hvussu henda mannamúgvan, sum økist, livnar upp. Brádliga hvøkkur hann við, tí við liðina geylar ein maður: “Hosianna, Dávids sonur!” Hann hugsar: “Hvat í allari víðu verð…? Hví rópa tey so? Og hvør er hasin maðurin, sum kemur ríðandi har?” Ímynda tær tey menniskju, sum gingu á somu gøtu dagin eftir, uttan at hava verið við dagin fyri: “Hví liggja so nógv klæðir her og greinar? Hvat hendi her í gjár? Hvat førsømdi eg?”

Fleiri av menniskjunum á Jesu døgum vóru ikki við. Veitslan fór framvið teimum. Tey fingu ikki lut í nøkrum, sum annars broytti lívið hjá teimum, sum fylgdu við.

Um onkur vitandi segði við teg í dag: “Húsaprísirnir fara at hækka til tað dupulta um eitt ár!” Hvat hevði tú so gjørt í dag? Segði onkur: “Í morgin geva allir handlarnir vørur sínar til kundarnar fyri einki!” Hvat hevði tú so gjørt í morgin? Tú hevði verið við! Tí tú visti av hesum frammanundan.

Matteus skrivar til okkara um hesa hending, so at vit kunnu vita, at nakað er ávegis. Jesus er Kristus! Jesus er tann maðurin, heimurin hevur bíðað eftir. Við honum er gleði, friður, kærleiki, vón, ríkidømi, frælsi, eydna… Ja, alt, sum vit droyma um. Nú hevur tú hoyrt hesi tíðindi. Hvat gert tú so við hesa vitan? Tú hoyrir um veitsluna, hesin Jesus er høvuðspersónur í. Ert tú við?

Veitst tú ikki, fert tú ikki! Men nú hoyrir tú, at tað er nakað um henda Jesus. Tað er ein veitsla um og umkring hann. Og tú ert boðin við. Hann er tann, sum hevur opnað dyrnar til himmalin: tilverunnar veitslu. Jesus vil tær nakað. Ver ikki tann, sum stendur undrandi eftir veitsluna og spyr: “Hvat hendi her? Hvat fekk eg ikki við?”

0 comments on “VEITST TÚ IKKI, FERT TÚ IKKI!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: