LÍT JALIGT Á MORGINDAGIN!

Broytingar eru partur av lívinum. Natúrligu broytingarnar eru ymisku stigini í lívinum at fara frá barndómi ígjøgnum ungdóm til vaksna lívið og síðani til ellisárini. Natúrliga broytast okkara viðurskifti í lívinum, tá ið vit flyta heimanífrá, finna ein maka og fáa børn. Men ónatúrligar broytingar merkja eisini lív hins einstaka. Brádliga rakar sjúka teg og tú kanst ikki liva á sama hátt, sum fyrr. Ella missir tú onkran kæran og tín gerandisdagur er ikki tann sami í dag, sum áður. Allar hesar broytingar eru partur av lívinum. Tað vita vit. Men hvat hugsar tú, tá ið lívið broytist frá einum til okkurt annað? Hugsar tú jaligt um møguligu broytingarnar í framtíðini? Ella neiligt? Er tað ótti fyri sjúku, neyð, sorg, trupulleika og deyða, sum merkir títt sinni, ella gleðin um lív, eydnu, kærleika, frælsi og møguleikar?

Hvussu so við tí, sum man fara at møta okkum eftir hetta lívið? Hvat hugsar tú um heimsins enda? Ert tú kedd/ur, bangin, óttafull/ur? Ella gleðist tú við spenningi og vón?

Tað er ikki undarligt, um vit gerast óttafull og syrgin, tá ið vit lesa og hoyra tekstir um heimsins enda. Tað, sum vit kenna í dagliga levnaðinum, verður broytt til okkurt annað. Og hetta annað kenna vit ikki. Men Jesus segði frá hesum veruleika við einum jaligum tóna: “Tá ið hetta fer at henda, tá lítið upp og hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast.” Gud skapti okkum upprunaliga til at liva væl í einum paradísi, har alt er gott. Eitt lív í tryggleika, gleði og frælsi í einum varandi felagsskapi við honum. Tað er kortini greitt, tá ið vit lesa í Bíbliuni, at núverandi lívið ikki er tað jaliga lívið í paradísinum, Gud hevur skapt okkum til. Tess vegna er tað ein reyður tráður ígjøgnum gamla og nýggja testamenti, sum bæði vísir á núverandi neiliga veruleika, og á jaliga veruleikan í framtíðini: Hevjið upp høvdum tykkara, av tí at loysn tykkara nærkast. Hesin himmalin, sum nærkast fyri hvønn dag, er nakað jaligt! Guds ætlan er ein ævigur felagsskapur við teg, meg og hvørt menniskja. Hóast vit í dag ikki eru í Guds ætlaða paradísi, er hetta framhaldandi Guds ætlan. Tí gjørdist Gud menniskja. Jesus er loysnin, sum gevur tær atgongd til hesa jaligu framtíð, Gud ætlar tær. Við Jesusi sært tú tí jaligt á morgindagin, og lítur tú jaligt á morgindagin, livir tú jaligt í dag! Gleðir tú teg um tað, ið skal møta tær í framtíðini, hevur hetta eina slíka ávirkan á teg í dag, at levnaðurin verður merktur av framtíðarinnar gleði.

Lítur tú jaligt á morgindagin, livir tú jaligt í dag!

“Men nær verður heimsins endi so?”, kanst tú spyrja, og tað er ikki undarligt. Hetta brúka fleiri menniskju nógva tíð og orku til at finna útav. Fleiri koma tíðum eisini við sínum boðum, sum kunnu ørkymla og merkja fleiri onnur. Jesus skúgvaði ikki henda spurningin til viks, men setti hinvegin ikki heldur dag og tíma á, nær hetta fer at henda. Hinvegin vísir Jesus okkum á tekini umkring okkum. Eins og vit vita at summarið er í nánd, tá ið trøini spretta. Eins og kvinnan veit, at hon skal føða, tá ið verkirnir byrja. Soleiðis fara vit at vita, tá ið vit síggja tekini í natúrini, at nú fer tilverunnar broyting at vera. Jesus peikaði á trý ymisk viðurskifti, sum eiga at fáa okkum at síggja, at nú nærkast. Tað, yvir okkum: Sól, máni og stjørnur broytast óvanliga. Tað, undir okkum: Hav og sjógvar virka óvanliga. Og tað, um okkum: Menniskju óttast og stúra óvanliga.

Við hesum vildi Jesus, at vit eiga at fylgja við teknunum í tíðini, men hinvegin samstundis, at vit ikki eiga at hava alt okkara fokus á leitanini eftir teknum. Tí so er so skjótt at vit steðga at liva lív okkara, sum Gud eisini hevur ætlað okkum. Lítur tú jaligt á morgindagin, livir tú jaligt í dag! “Men hvussu skal eg so liva?”, spyrt tú kanska. “Verið varnir, at hjørtu tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi.” svarar Jesus. Aftur her nevnir Jesus trý viðurskifti, tí vit kunnu ræðast kvirru og filla okkum tí við útvortis lutum. Vit kunnu ræðast kenslur og doyva tær tí burtur. Vit kunnu ræðast lívsins gongd og syrgja tí sjálvsøkin.

Lítur tú jaligt á morgindagin, livir tú jaligt í dag! Ein nýggj tilvera bíðar tær: Himmalin. Liv, meðan tú ferðast! Men hav eitt opið eyga! Liv sunt og væl. Elska Gud og medmenniskjað.

Elska, hav umsorgan og gleð teg um lívið her og nú, og tað komandi.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: