Leiðsla Sannleiki Trúvirði

ERT TÚ TRÚVERD/UR?

Ert tú ein góðtrúgvin persónur, sum hevur lætt við at líta á orðini frá tínum medmenniskjum? Ella kennir tú tað soleiðis, at tú í stóran mun ikki hevur álit á tí, onnur siga? “Tað valdast persónin, sum prátar!”, sigur tú kanska.

Hoyr: Lisið í KVF

Ert tú ein góðtrúgvin persónur, sum hevur lætt við at líta á orðini frá tínum medmenniskjum? Ella kennir tú tað soleiðis, at tú í stóran mun ikki hevur álit á tí, onnur siga? “Tað valdast persónin, sum prátar!”, sigur tú kanska. “Eg havi lættari við at trúgva teimum, sum standa mær nær, enn teimum, eg als ikki kenni.” Ja, men er tað alt? Snýr tað seg um kennskap, ella er tað nakað annað, sum í veruleikanum avger, um hví tú trýrt nøkrum menniskjum, og ikki øðrum. Hvat ger, at ein boðskapur er trúverdur ella ikki?

Ímynda tær ein persón, sum tú kennir væl, men sum eisini er kendur fyri at lúgva dagliga. Siga søgur, sum als ikki eru sannar. Hetta hevur tú verið vitni til í tjúgu ár. Nú hittir tú henda sama persónin, sum sigur við teg: “Eg havi vunnið eina milliard krónur í lotto!” Manst tú trúgva tí, sum hesin sigur? Ella manst tú viga orðini ímóti fortíðini hjá viðkomandi og seta spurnartekin við, um hetta yvirhøvur er rætt. At tað bert er ein lygn, sum allar undanfarnu lygnirnar. Hóast persónurin talar sætt hesa løtuna, tyngja lygnirnar í fortíðini sannleikan. Trúvirðið haltar.

Ímynda tær so ein annan persón. Hesin hevur altíð tosað sætt. Tú minnist ikki nakra løtu, har viðkomandi leyg fyri tær ella gav seg út fyri nakað annað, enn veruleikin boðaði. Nú kemur persónurin ein dagin til tín og sigur: “Eg skal ein túr upp á Mánan næsta ár!” Hóast orðini eru sera torfør at trúgva, vigar øll fortíðin og sanna lívið hjá persóninum ímóti, soleiðis at tú hevur torført við at seta spurnartekin við orðini, hóast tey ljóða ótrúlig.

Tað vísir seg nevniliga, at ikki bert orðini sjálv eru avgerandi fyri, um vit trúgva teimum ella ikki. Ja, kanska er tað í størri mun boðberin, sum er avgerandi fyri, um boðini eru sonn ella ikki. Spurningurin er kanska ikki, um orðini eru trúverd, men um persónurin er trúverdur.

Spurningurin er ikki, um orðini eru trúverd, men um persónurin er trúverdur.

Einaferð komu nakrir lærusveinar hjá Jóhannesi doyparanum til Jesus. Jóhannes sat í fangahúsið og kundi tí ikki sjálvur fara. Hann var í iva um, um Jesus nú var tann lovaði kongurin, sum skuldi koma. Jóhannes trúði, at hetta átti at fara at henda, men setti spurnartekin við, um Jesus var persónurin. Tí sendi hann nakrar av sínum vinmonnum til Jesus, so teir kundu spyrja hann: “Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?” Jesus fór ikki sjálvur til Jóhannes við einum svari. Hann sendi vinmenninar aftur við orðunum: “Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hoyra og síggja!” Jóhannes fekk ikki nakað annað enn orð frá vinmonnunum. Men tað var nokk, tí Jóhannes visti, at Jesus var sannorðaður og trúverdur. Tí trúði hann eisini orðunum. Orðini vóru trúverd, tí Jesus var trúverdur! Orðini vóru trúverd, tí lærusveinarnir vóru trúverdir!

Í dag seta fleiri menniskju spurnartekin við trúvirði Bíbliunnar. Hoyra og lesa orðini, men siga: “Hetta ljóðar ov ótrúligt til at vera sætt! At Jesus gekk á vatni. At hann lekti sjúk. At hann reis upp frá deyðum.” Jú, hetta ljóðar ótrúligt, men man keldan vera ótrúlig? Var Jesus ein lygnari og nevndur ein lygnari av sínum vinum og fylgisveinum, var tað ikki so undarligt, um eg avskrivaði hansara orð og søgurnar um hann. Men nú vísir sannleikin seg at vera ein annar. Tá ið so nógv menniskju nevna Jesus at vera trúverdan. At hann ongantíð leyg, men segði sannleikan. Og tá ið so nógv menniskju sjálv valdu at trúgva hesum og enntá góvu sítt lív fyri hesa trúgv, má eg seta mær tann spurning, um tað kanska man vera rætt. Trúvert.

Blind fáa sjón og lamin ganga, spitølsk verða rein og deyv hoyra og deyð rísa upp og fátækum verða gleðiboð borin.” Hesi vóru orðini til Jóhannes í fangahúsinum. Hetta gekk fyri seg, hóast hann ikki sjálvur sá tað. Men hann trúði tí.

Jesus er risin upp frá deyðum, soleiðis at tú við trúnni á hann eigur ein himmal. Við øðrum orðum hevur tú vinnið í lotto. Trýrt tú hesum? Um tú ivast, kanst tú hyggja at vitnunum, sum trúðu og trúgva. Orðini eru trúverd, um vitnini eru trúverd!

Orðini eru trúverd, um tú ert trúverd/ur!

Tíni orð eru eisini trúverd, um tú ert trúverd/ur! Heldur tú tað, tú sigur? Gert tú tað, tú lovar? Kanska ikki, men tað gjørdi Jesus og er hann tann, sum vit kunnu hvíla í, tá ið tað miseydnast hjá okkum, tí hann er trúverdur og hevur vunnið okkum himmalin við sínum lívi og sigur okkum tað.

0 comments on “ERT TÚ TRÚVERD/UR?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: