Felagsskapur Leiðsla Levnaður Umsiting

HVØR ERT TÚ?

“Hvør eri eg? Hví geri eg, sum eg geri? Hví eri eg, sum eg eri?” Hugsar tú nakrantíð soleiðis? Kanska, tá ið tú ert við ein krossveg og skalt taka onkra stóra avgerð: “Hvør eri eg í veruleikanum? Hví eri eg til? Hvat er meiningin við tí heila?”

Hoyr: Lisið í KVF

“Hvør eri eg? Hví geri eg, sum eg geri? Hví eri eg, sum eg eri?” Hugsar tú nakrantíð soleiðis? Kanska, tá ið tú ert við ein krossveg og skalt taka onkra stóra avgerð: “Hvør eri eg í veruleikanum? Hví eri eg til? Hvat er meiningin við tí heila?” Tú sært kanska onkrar keðiligar vanar, sum aftur og aftur føra teg út í truplar støður: “Hví eri eg soleiðis?” Tú kennir kanska, hvussu kenslurnar hava eina stóra ávirkan á trivnaðin í gerandisdegnum og kunnu tyngja teg: “Hví havi eg tað soleiðis?” Kanska ert tú eitt jaligt, hjálpsamt og uggandi menniskja, men veitst ikki heilt, hví tú ert, sum tú ert. Jú, øll munnu av og á seta sær henda spurningin: “Hvør eri eg?”

Tað kann sjálvandi vera nógv ymiskt, sum ger okkum til tey menniskju, vit í dag eru. Tað kann vera okkara sosiali arvur. Tey menniskju, sum myndaðu okkum í okkara uppvøkstri og tær umstøður, vit vuksu upp í, mynda okkum til tey menniskju, vit eru í dag. Men tað kann eisini vera tann levnaður, vit hava livað. Okkara val og virðir. Okkara sýni uppá okkum sjálv, tilveruna og gerandisdagin.

Hvat eitt menniskja ger avdúkar mangan, hvat eitt menniskja er. Ímynda tær ein persón, sum smíðar hús dagliga. Hetta er nakað, viðkomandi ger, men hugsar tú skjótt, hvat hesin persónur samstundis er: Ein húsasmiður. Um tú nú ímyndar tær, at hesin húsasmiður bara arbeiðir svart, er hetta nakað, hesin ger, men avdúkar samstundis nakað, hesin persónur er: Ein tjóvur ella eitt menniskja í skuld. Nú kanst tú ímynda tær, at hesin tjóvur stúrir dagliga. Hesin gerningur avdúkar eitt menniskja í neyð, sum flýggjar og hevur sár. Sjálvandi er alt ikki so einfalt og sjálvandi er tað, vit síggja, ikki altíð sannleikin. Men kortini man tað aloftast vera sætt at siga: Hvat tú gert avdúkar, hvør tú ert! At vera og gera vísir seg at fylgjast at. Mín levnaður vísir, hvør mín samleiki er.

Hvat tú gert avdúkar, hvør tú ert!

Jóhannes doyparin var ein maður, sum var øðrvísi enn fleiri onnur menniskju í samtíðini. Honum dámdi at vera fyri seg sjálvan í oyðimørkini. Hann drakk ikki vín og var avhaldandi í nógvum tí, sum onnur ótu. Eisini hevði hann ein boðskap, sum var øðrvísi enn tað, menniskjuni vóru von við at hoyra. Og so doypti hann eisini jødar, nakað, sum ikki var vanligt, tí tað vóru bara heidningar, sum gjørdust jødar, ið høvdu dópin fyri neyðini. Tað var tí ikki so undarligt, at prestar komu til Jóhannes og spurdu: “Hvør ert tú? Hví gert tú tað, tú gert?” Teir vildu hava at vita, hví Jóhannes gjørdi og segði soleiðis, sum hann nú einaferð gjørdi og segði. Men høvuðsspurningurin var, hvør hann var. Tí tað avdúkaði, hvat hann gjørdi og við hvørjum myndugleika hann gjørdi tað. Jóhannes svaraði: “Eg eri rødd…, sum rópar…: Gerið beinan veg Harrans!”

Jóhannes kundi hevjað seg sjálvan upp, nú so nógv menniskju komu til hansara, hoyrdu hansara orð og gjørdu eftir teimum. At so eisini topparnir í fólkinum brúktu tíð og orku uppá hann, kundi skjótt fingið hann at halda nógv um seg sjálvan. Men Jóhannes peikaði ikki á seg sjálvan. Hansara samleiki var í einum øðrum persóni: Jesusi. Tað var sum so líkamikið, hvør Jóhannes var í sær sjálvum. Tað var Jesus, tað heilsa snúði seg um.

Jesus kom seinni og var eisini spurdur av toppunum og medmenniskjunum um, hvør hann var. Hansara gerningar avdúkaðu, hvør hann var. Fult og heilt menniskja, sum elskaði síni medmenniskju meira enn nakar annar okkara megnar. Fult og heilt Gud, sum doyði og reis upp aftur og livir, soleiðis at vit nú eiga ein nýggjan samleika í honum.

Hvat tú gert avdúkar, hvør tú ert! Tað er skjótt at síggja eina rúgvu av kanningum, um søkt verður á Google eftir orðinum: Sjálvsøkni. Vit gerast meira og meira sjálvsøkin sum menniskju. Spyr bara teg sjálva/n, hvat tú hugsar, tá ið tú fert inn á tín facebook vanga, fyri at síggja likes.

Jóhannes var ikki sjálvsøkin, men peikaði á Jesus, tí hansara samleiki var í honum. Sama var galdandi hjá Paulusi, sum skrivaði: “Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!”

Hvør ert tú? Hvønn peikar títt lív á? Hvat tú gert avdúkar, hvør tú ert! Men ikki fyrr enn tú sært Jesus, sært tú, hvør tú ert: Ein nýggjur skapningur, har hugsan, levnaður og orð myndast av honum, soleiðis at tú við tíðini peikar meira og meira á hann, sum er tín friður, hvíld og gleði. Tín samleiki.

 Ikki fyrr enn tú sært Jesus, sært tú, hvør tú ert.

0 comments on “HVØR ERT TÚ?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: