Freisting Leiðsla Levnaður

AVLEIÐINGIN AVDÚKAR AVGERÐINA!

“Hví sá eg ikki avleiðingina frammanundan?” Soleiðis kanst tú siga við teg sjálva/n, tá ið tú upplivir hørðu avleiðingina av bæði tilvitaðum og ótilvitaðum avgerðum. Avgerðirnar førdu til núverandi avleiðing og iðrar tú teg nú um tær avgerðir, tú tókst.

“Hví sá eg ikki avleiðingina frammanundan?” Soleiðis kanst tú siga við teg sjálva/n, tá ið tú upplivir hørðu avleiðingina eftir eina tíð við bæði tilvitaðum og ótilvitaðum avgerðum. Avgerðirnar vístu seg at føra til núverandi avleiðing og iðrar tú teg nú um tær avgerðir, tú tókst. Kanska rendi tú á við bilinum og veitst, at tú valdi at koyra ov skjótt. Avgerðin førdi til avleiðingina! Kanska gjørdist tú álvarliga sjúk/ur og veitst, at tú valdi at liva ósunt. Avgerðin førdi til avleiðingina! Kanska misti tú hús og heim vegna skuld og veitst, at tú valdi at njóta tilveruna í ovurnýtslu. Avgerðin førdi til avleiðingina! Soleiðis kann tað vera so nógv, sum vit øll kunnu kenna okkum aftur í, at í avleiðingini verða avgerðirnar avdúkaðar. Vit síggja, hvussu valið førdi til úrslitið. Tí kunnu vit spyrja: “Hví sá eg ikki avleiðingina frammanundan?” Sum um fyri harvið at siga, at um vit vistu, høvdu vit tikið aðrar avgerðir. Men síggja vit í veruleikanum ikki avleiðingarnar frammanundan? Um ikki allar so í øllum førum fleiri av teimum? Um taka vit veruliga aðrar avgerðir, hóast vit síggja avleiðingarnar av okkara teimum?

Valið førir til úrslitið!

Orsøk og úrslit. Hetta er ein grundleggjandi sannleiki í tilveruni. Síggja vit eitt úrslit, er ein orsøk atvoldin til hetta úrslitið. Men nú er tað ikki hesin sannleikin, ið er áhugaverdur fyri okkum. Hinvegin eru tað tveir aðrir spurningar. Tann fyrri er: Ber til at síggja avleiðingarnar frammanundan? Ja, tað ber til, um vit hava kunnleika og vísdóm. Um vit hava okkurt fyridømi, sum hevur tikið somu avgerðir. Hvussu mangan siga tey eldru við lívsroyndum ikki teimum yngru, hvussu tey eiga at gera fyri ikki at enda í neiligum avleiðingum. Hví? Jú, tí at tey eldru vit frá teirra egnu avgerðum og royndum.

Seinni spurningurin er: Ber til at ávirka avleiðingarnar frammanundan? Ja, um vit taka aðrar avgerðir. Men vit kenna sjálv væl svarið til hesar spurningar, ikki so? Kortini enda vit aftur og aftur í avleiðingum, sum vit ikki eru glað fyri og siga, at vit høvdu tikið aðrar avgerðir, um vit kendu avleiðingina frammanundan. Undarligt. Ella er tað kanska ikki so undarligt kortini, tí innaní okkum er ein hugur, ein vilji, ein hjartans hugsan, sum hevur síni ynski. Ynski, sum mangan føra til avgerðir, ið enda við neiligum avleiðingum. Avleiðingin avdúkar avgerðina! Tá ið vit eru í avleiðingini, síggja vit klárt avgerðina og hugsa: “Innast inni hevði eg hug til hetta.”

Avleiðingin avdúkar avgerðina!

[Jesus] er settur…, til tess at hjartans hugsan hjá mongum má gerast kunn”, lesa vit hjá Lukasi. Hesi orðini átti Símeon, ein eldri maður, sum við sínum kunnleika, vísdómi og lívsins royndum kundi ráðgeva hesum unga parinum við einum pinkubarni. Men nú vóru hesi orðini nógv størri og djypri enn ein vanlig menniskjanslig ráðgeving. Her var ein avdúking av, hvør Jesus er og hvør avleiðingin er við honum. Hesi orðini gingu út fyri Jósefi og Mariu, men gingu eisini út fyri mannaættina alla. Jesus varð atsøktur, dømdur og dripin, tí hann avdúkaði hjartans hugsan menniskjunnar.

Jesus avdúkar hjartað hjá tær sum menniskja. Tú ert nakin fyri honum. Tað er einki, tú kanst krógva. Hann kennir teg, veit hvør tú ert, hvat tú hevur gjørt og hvussu tú hugsar. Og tað er júst vegna hesa avdúking hjartans, at Jesus sjálvur er avleiðingin. Gud gjørdist menniskja vegna tína synd, soleiðis at tú verður avdúkað/ur og kanst flýggja til Jesus, sum er tín bjarging.

Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag.” Soleiðis segði Dávid kongur, eftir at hann hevði tikið konu Uriasar og hevði dripið hann. Nú var hann í eini avleiðing vegna sínar avgerðir. Hann hevði tað ikki gott, men varð avdúkaður, játtaði sína synd, varð fyrigivin og fekk frið. Í tær býr eitt ynski um at verða avdúkað/ur. At fáa loyvi at liva uttan lygn og maskur og verða elskað/ur kortini! Jesus hevur avdúkað teg! Og tær eru givin góð tíðindi: “So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi.” Tú hevur frið við Gud og eigur ein himmal fyri framman, tí at Gud hevur avdúkað teg fyri tann tú ert. Kortini elskar hann teg og hevur givið tær Jesus, tína bjarging.

Jesus hevur avdúkað teg!

Avleiðingin avdúkar avgerðina! Jesus avdúkar Guds kærleika til tín! Nú kanst tú kend/ur av Gudi liva fræls/ur í hvíld við trúnni á Jesus. Liv tí víst við ævigu avleiðingini – himmalinum – fyri eyga, meðan tú í tímiligu avleiðingunum tekur góðar avgerðir likamliga, sinnisliga og andaliga.

0 comments on “AVLEIÐINGIN AVDÚKAR AVGERÐINA!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: