Levnaður

TANN VÍSI SÆR MØGULEIKAN!

Hvat sært tú, tá ið onkur broyting rakar teg? Okkurt hendir við tær ella umkring teg, sum hevur eina ávirkan á títt lív og tín levnað. Hvat hugsar tú tá? Sært tú eina forðing ella ein møguleika?

Hoyr: Lisið í KVF

Hvat sært tú, tá ið onkur broyting rakar teg? Okkurt hendir við tær ella umkring teg, sum hevur eina ávirkan á títt lív og tín levnað. Hvat hugsar tú tá? Til dømis, um tú vart sagdur úr starvi. Sjálvandi er tað ein neilig hending, har sorg og sár kanska fylgja við. Men hvat sært tú í slíkari støðu? Er tað ein mist inntøka? At tú nú kanska ikki fært goldið fyri húsini, tú ynskir ella býrt í. Ella sært tú teg sjálvan minni verdan sum menniskja? Eitt lækkandi sjálvsvirði?

Broytingin kann eisini til dømis vera, at tú skalt gerast foreldur. Hvat sært tú? Er tað mist tíð, tí nú má tíðin brúkast øðrvísi? Er tað fíggjarlig tyngd, tí nú skulu somu pengar nýtast til fleiri persónar? Er tað mist frælsi, tí tú nú ikki kanst liva, sum tú vilt?

Ella kann broytingin til dømis vera, at tú gerst eldri. Hetta rakar okkum øll spakuliga. Men hvat sært tú? At tú ikki orkar tað sama nú, sum fyri nøkrum árum síðani? At tú ikki longur hevur somu førleikar, sum tá ið tú vart yngri? At títt lív sum eldri ikki er eins gott, sum tá ið tú vart ung/ur?

Sum menniskju eru vit konservativ ella progressiv. Ella eru vit ein blandingur av báðum. Á summum økjum dámar okkum ikki broytingar, men vilja hava alt at vera soleiðis, sum tað altíð hevur verið. Á øðrum økjum kunnu vit vilja broyting, soleiðis at støðan í framtíðini verður ein onnur enn hon er nú. Tá ið broytingar raka okkum, avdúkar hon, um vit broytingini viðvíkjandi eru konservativ ella progressiv. Broytingin skapar eina reaktión, sum avdúkar, hvussu vit síggja og hugsa. Um vit royna at halda fast við tað gamla ella síggja møguleikar í nýggja veruleikanum. Um vit síggja broytingina sum nakað neiligt ella jaligt. Um vit síggja ein múr ella eitt mál.

Sært tú ein múr ella eitt mál í broytingini?

Matteus skrivaði um eina hending í sambandi við Jesu føðing millum annað hesi orðini: “Tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem.” Í fyrsta umfari kann vera, at vit ikki leggja merkis til annað, enn at hetta bert eru upplýsingar. Men hyggja vit nærri at tekstinum, avdúka hesi orðini eisini nakað djypri. Fyri tað fyrst var ein broyting farin fram: Jesus var føddur. Tann Kristus, sum jødar høvdu bíða eftir so leingi, var nú endiliga komin. Fyri tað næsta var ein persónur, sum konservativt sá neiligt á hesa broytingina. Heródes sá ein múr og eina hóttan í, at ein nýggjur kongur nú skuldi ráða. Hann vildi ikki missa alt tað vald, hann hevði. Fyri tað triðja vóru tað vísmenninir, sum progressivt sóu jaligt á broytingina. Teir sóu møguleikan og fóru til verka, ferðaðust langa leið í leitanini eftir barninum. Teir spurdu seg fyri og funnu at enda kongin.

Mannaættin stendur fyri trimum høvuðsbroytingum. Fyri tað fyrsta broytti syndafallið alt, soleiðis at Guds upprunaliga væl skapta paradís varð oyðilagt av okkum menniskjum. Men vegna Guds kærleika til okkara, kom hetta barnið, vísmenninir funnu, sum Gud til jarðar. Við Jesusi er komin ein broyting, soleiðis at vit ikki skulu verða verandi í syndafallinum, men fáa eitt nýtt lív við honum. Fyri tað triðja bíðar nú ein síðsta broyting: Himmalin. Staðurin, sum Jesus hevur vunnið okkum við sínum lívi og gerningi, soleiðis at vit við trúnni á hann ein dag skulu liva í einum nýggjum veruleika. Alt hongur á Jesusi! Men hvat sært tú nú hesum viðvíkjandi? Hvussu sært tú Jesus? Er henda broytingin ein møguleiki ella ein forðing? Ert tú ein Heródes ella ein vísmaður? Reaktiónin avdúkar, hvør tú ert.

Reaktiónin til broytingina avdúkar, hvør tú ert.

Hvat sært tú, tá broytingar raka? Um tú ert sagdur úr starvi, sært tú tá mistan pening ella vunna hvíld? Um tú gerst foreldur, sært tú tá mist frælsi ella vunnið samfelag? Sum tú gerst eldri, sært tú mistar førleikar ella vunnan kunnleika? Sært tú møguleika, har hini síggja forðing, ert tú vís/ur! Tað ber til at læra at síggja møguleikarnar, tá ið broytingar kunnu hótta við forðingum. Tá ið dyr latast aftur, latast aðrar upp. Lær teg at síggja opnu dyrnar! At síggja møguleikarnar heldur enn forðingarnar.

Sært tú møguleika, har hini síggja forðing, ert tú vís/ur!

Vísmenninir vóru virknir, forvitnir, søkjandi, spyrjandi. Broytingin setti teir jaligt til verka. Ímynda tær, tá ið broytingar raka teg… At tú sást nýggjar møguleikar ístaðin fyri forðingar. At tú fórt til verka í einum nýggjum levnaði ístaðin fyri stríddist ímóti. At tú reageraði jaligt ístaðin fyri neiligt.

Sært tú møguleika, har hini síggja forðing, ert tú vís/ur!

0 comments on “TANN VÍSI SÆR MØGULEIKAN!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: