Felagsskapur Levnaður

FORVITNI FREMUR FELAGSSKAP!

Minnist tú, tá ið tú seinastu ferð vart í einari samtalu við ein annan, har hin ikki heilt lurtaði eftir tí, sum tú tosaði um? Tað kann væl vera, at hin segði “Ja! So? Okay!”, men tú merkti á tær, at hesin persónurin veruliga ikki hoyrdi tað, tú segði.

Hoyr: Lisið í KVF

Minnist tú, tá ið tú seinastu ferð vart í einari samtalu við ein annan, har hin ikki heilt lurtaði eftir tí, sum tú tosaði um? Tað kann væl vera, at hin segði “Ja! So? Okay!”, men tú merkti á tær, at hesin persónurin veruliga ikki hoyrdi tað, tú segði. Hetta munnu vit øll kenna og hugsa mangan kanska ikki so nógv um tað, men hvat ger hetta við meg, um hetta mangan hendir, at hini ikki eru áhugað í mær, men eru upptikin av øðrum, tá ið eg tosi við tey? Tað kann føra við sær, at eg kenni meg lítið virdan, ósæddan og vrakaðan. Tá er tað ikki hugnaligt og gott at vera saman við hesum persóninum, sum gevur mær hesar kenslur. Hinvegin, um ein annar persónur veruliga lurtar, spyr og er forvitin eftir at vita meira um meg, tá ið eg eri í samtalu við viðkomandi, vísir hetta áhuga, yvirskot og at hin er upptikin av júst mær. Tá kenni eg meg virdan, sæddan og virðismiklan. Tað er ein góður felagsskapur, sum veruliga gevur nakað. Her er eitt menniskja, sum ikki er forvitið fyri at slatra, men fyri at læra og byggja felagsskap við meg.

Hugsa um samtalurnar, tú hevur havt við onnur seinastu tíðina og spyr teg sjálvan: Hvat tosaði tú um í hesum samtalunum? Vart tú forvitin eftir at læra meira um hin persónin í samtaluni? Spurdi tú veruliga við áhuga fyri at læra meira um hin? Ella tosaði tú meira um teg sjálvan?

Nakað nevnist virkin lurtan: Tað hugsavnaður at lurta, skilja, svara og minnast tað, sum hin persónurin sigur í samtaluni. Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, sum vit bara kunnu tveita okkum í til eina og hvørja løtu, tí tað krevur nógva orku at vera ein virkin lurtari. At vera heilt til staðar og veruliga hoyra og skilja tað, hin persónurin sigur. At skilja og minnast.

Virkni lurtarin lurtar, skilur, svarar og minnasti.

Vart tú ein virkin lurtari í seinastu samtaluni?

Jósef og Maria fóru við Jesusi til Jerúsalem um páskirnar, tá ið hann var tólv ára gamal. Tað var vanligt hjá jødum at fara til Jerúsalem í minsta lagi tríggjar ferðir um árið til tær stóru høgtíðirnar. Tí var sannlíkt, at fremstu heilarnir í Ísrael vóru í samtalu um stóru evnini í jødadóminum í halgidóminum júst hesar dagar. Ikki undarligt, at Jesus vildi finna sær vegin til halgidómin. Um hann lesa vit: “[Jesus] sat mitt ímillum lærumeistaranna og bæði lýddi á teir og spurdi teir. Men øll, ið hoyrdu hann, vóru heilt bilsin av vitsku hansara og svørum.”

Jesus vildi læra. Og hann fór til teirra, sum vistu. Hann var forvitin. Hann lurtaði, spurdi og svaraði sjálvur. Hetta ávirkaði mannamúgvuna. Bæði lærumeistararnar og onnur, sum hoyrdu. Men soleiðis helt Jesus fram við at vera seinni í lívinum. At vera forvitin um tey menniskju, hann møtti. Hugsa bara um Sakeus, sum gav av sínum ognum, tí Jesus steðgaði á, sá hann og fór inn á gólv hjá honum. Ella kvinnuna við Sikar brunn, sum segði øllum í bygdini frá um Jesus, tí hann tosaði við hana eina løtu og vísti henni, at hann kendi hana. Tað var ikki undarligt, at hesi menniskju so fegin vildu verða verandi saman við honum, tí hann hoyrdi tey, sá tey, virdi tey, fevndi tey og elskaði tey. Jesus var forvitin fyri at byggja felagsskap við hesi menniskju og Jesu forvitni broytti tey.

Jesus er eisini forvitin eftir at læra teg at kenna. Jesus, sum eftir deyða og uppreisn, livir, vil læra teg betur at kenna. Hann lurtar virkin! Hann lurtar veruliga, um so øll onnur ikki lurta. Hann hoyrir, sær og virðir teg. Jesus er áhugaður í tær. Hansara forvitni fremur felagsskapin við teg! Kann væl vera, at tú ikki altíð lurtar so væl eftir hansara orðum, men Jesus broytist kortini ikki. Hansara forvitni heldur fram, tí hann vil felagsskap við teg. Forvitni fremur felagsskap!

Forvitni fremur felagsskap!

Set tær sjálvum tveir spurningar! Fyrst: Við hvønn vilt tú hava felagsskapin at ríkast? Hvørji eru týdningarmesti menniskjuni í tínum lívi? Ver tá forvitin at læra tey og teirra alheim meira at kenna! Spyr: “Hvat kann eg læra? Hvussu kann eg hjálpa?” Ver ein virkin lurtari og syrg fyri at hava orku, soleiðis at tað er gjørligt.

Síðani: Hvat tekur tína orku, so virkin lurtan er torfør? Strika tá tað, sum oyðileggur felagsskapin.

Ímynda tær, hvussu onkur felagsskapur, tú droymir um skal gerast ríkari, verður ríkari, um tú:

Altíð virkin lurtar í forvitni? Skilir, svarar og minnist? Forvitni fremur felagsskap!

0 comments on “FORVITNI FREMUR FELAGSSKAP!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: