Leiðsla Levnaður Umsiting

TAK ÁBYRGD!

Minnist tú seinastu ferð, tú gjørdi ein brølara? Tú gjørdi okkurt, sum gjørdi teg reyðan í andlitinum og turran í munninum, meðan hugurin at flýggja bara tók til. Uppliva vit ikki øll brølarar, kreppur og gølur, sum kunnu vera so tarnakrympandi pínligar?

Hoyr: Lisið í KVF

Minnist tú seinastu ferð, tú gjørdi ein brølara? Tú gjørdi okkurt, sum gjørdi teg reyðan í andlitinum og turran í munninum, meðan hugurin at flýggja bara tók til. Uppliva vit ikki øll brølarar, kreppur og gølur, sum kunnu vera so tarnakrympandi pínligar?

Ímynda tær eitt brúdleyp. Allir gestirnir sita til borðs, hava sungið og bíða nú eftir høvuðsrættinum. Men í køkinum er ein kreppa, tí øll eplini eru ikki enn kókað og tað fer at taka hálvan tíma. Gøla.

Ella ímynda tær at tú stendur í Vága floghavn og skalt skriva teg og tíni inn, tí tit eru á veg suður eftir at ferðast. Brádliga minnist tú, at skuldi taka øll passini, men hevur gloymt tað. Kreppa.

Hvat nú, um onkur annar loysti trupulleikan fyri teg, uttan at tú visti nakað av tí? Í køkinum tók onkur ábyrgd og skipaði soleiðis fyri, at kókaðu eplini fóru fyrst út á borðini, meðan hini enn vóru í grýtunum klár til annan umgang. Á floghavnini tekur makin passini fram, tí viðkomandi tók ábyrgdina, soleiðis at eingin trupulleiki stóðst burturúr hesum?

At onkur tók ábyrgd gjørdi tað, at øll kundu nýta gleðina hvílandi í friði.

Einaferð var brúdleyp í Kána, har Jesus og lærusveinarnir vóru bodnir við. Men so var kreppa, tí einki vín var eftir. Tað var brúðgómurin, sum hevði ábyrgd av, at nokk av víni skuldi vera, men nú restaði í. Tá ið vit lesa henda tekstin, tykist tað sum um at brúðgómurin ikki nakrantíð fær nakað at vita um manglandi vínið. Sannlíkt at flest allir gestirnir heldur einki vistu um hesa gøluna.

Tá ið trupulleikin kom fram fyri Jesus, tók hann ábyrgd og segði við tænararnar, sum mundu standa pínliga spyrjandi: “Fyllið vatnskerini við vatni!” Og teir fyltu tey á tremur. Og hann sigur við teir: “Oysið nú upp og beri høvuðskokkinum!” Tá ið høvuðskokkurin fekk vatnið, var tað vorðið av allar besta víni. So gott, at hann mátti fara til brúðgómin at siga honum, at tað vanligt var at skeinkja tað góða víni fyrst. Nú var alt so sera gott, tí enn betri vín skuldi nú skeinkjast.

Jesus tók ábyrgd og loysti trupulleikan, soleiðis at øll kundu gleðast hvílandi í friði. Óvitandi um kreppuna í køkinum gleddist brúðgómurin saman við konu síni og hevði sítt fokus á hana. Hetta kundi hann, tí Jesus hevði tikið ábyrgdina, soleiðis at alt skuldi vera gott.

Vit hava ábyrgd fyri okkara egna lívi. Men hóast vit gera okkara besta, raka kreppur okkum og vit koma út í støður, sum eru keðiligar. Hetta er vegna syndafallið, sum er kreppa tilverunnar. Størsta kreppan av øllum kreppum, sum førir meg til eitt keðiligt úrslit, um ikki okkurt verður gjørt við tað. Júst hesum viðvíkjandi tók Jesus ábyrgd fyri teg og meg. Um vit vita tað ella ikki, loysti Jesus hesa kreppu við at taka alla heimsins synd á seg, doyggja vegna tær og rísa upp frá teimum deyðu, soleiðis at vit við honum kunnu gleðast hvílandi í friði.

Gunrið Kallsberg týddi áhugaverda grein eftir Victoria Prooday, nevnd Tigandi sorgarleikurin (Greinin kann lesast her). Greinin snýr seg um, hvør orsøkin er til vaksandi trupulleikan, har ung í størri og størri mun gerast sálarlig sjúk. Umframt fleiri aðrar loysnir verður ábyrgd nevnd sum ein. Fimm ára gamla barnið skal sjálvt pakka taskuna, minnast til matpakkan og flysa bananina. At geva børnunum ábyrgd er við til at loysa ein trupulleika, sum kann føra til kreppu seinni í lívinum. Tillutað ábyrgd loysir trupulleikar og gevur harvið færri kreppur.

Eitt er at geva ábyrg, sum er ein máti at taka ábyrgd, kunnu vit siga, men hvørja ábyrgd eigur at taka, so onnur kunnu hvíla? Sært tú ein trupulleika, sum kann gerast veruleiki, um tú ikki tekur tær av at fyribyrgja honum? Um tú sært trupulleikan, veitst tú so, hvussu tú kanst fyrireika loysnir fyri ikki at enda í einari kreppu? Um tú sært møguligu trupulleikarnar og dugir at finna loysnir, er bert eftir at taka ábyrgdina og fara til verka.

Hvørja ábyrgd eigur tú at taka, so onnur kunnu hvíla?

Er tað ikki deiligt at liva, tá ið alt gongur væl? Tá ið alt eydnast, øll eru glað og tað altíð er friður. Soleiðis er ikki altíð, men tá ið vit uppliva hesar tíðir, eru tær sjáldan úrslit av tilvild. Onkur tók ábyrgd, sá vandarnar og byrgdi fyri møguligu kreppuni.

Hvørja ábyrgd eigur tú at taka, so onnur kunnu hvíla?

Jesus tók ábyrgd vegna teg. Hvørja ábyrgd hevur hann nú givið tær at bera?

0 comments on “TAK ÁBYRGD!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: