Leiðsla Levnaður Umsiting

TÚ HEVUR VALDIÐ AT BROYTA HEIMIN!

Tá ið vit síggja onkra neyð í heiminum, spyrja vit mangan: “Hví ger eingin nakað við hetta?” Vit kunnu síggja hungur, kríggj, einsemi, atsókn, trælahald og siga kanska við okkum sjálv: “Um eg hevði valdið, hevði eg broytt støðuna!”

Hoyr: Lisið í KVF

Tá ið vit síggja onkra neyð í heiminum, spyrja vit mangan: “Hví ger eingin nakað við hetta?” Vit kunnu síggja hungur, kríggj, einsemi, atsókn, trælahald og siga kanska við okkum sjálv: “Um eg hevði valdið, hevði eg broytt støðuna!” Men so hendir tað hjá okkum, sum hjá so mongum øðrum, at vit halda fram við orðunum: “…men eg havi einki vald, og kann tí einki gera. Vit síggja neyðina um okkum bæði nær og fjar og hava eina samkenslu innaní okkum, men geva upp og gera einki við støðuna, tí vit meta okkum ikki at megna at bøta um nakað.

Eingin okkara hevur alt valdið, men eingin okkara hevur einki vald! Tað er sjálvandi rætt, at eingin av okkum hevur alt valdið, so at vit kundu steðga allari neyðini og øllum trupulleikunum í øllum heiminum. Men hinvegin er tess vegna ikki galdandi, at vit hvør í sínum lagi einki vald hava.

Eingin okkara hevur alt valdið, men eingin okkara hevur einki vald!

Tað er ein sannroynd, at neyð og trupulleikar eru í heiminum, vit eru partur av. Tað er ein sannroynd, at eg havi valdið at hjálpa einstøkum menniskjum í teirra neyð og trupulleikum. Men tað er tíðan verri eisini ein sannroynd, at eg ikki hjálpi kortini. Eg havi hug at siga við meg sjálva/n – kanska vegna ringu samvitskuna – at eg ikki hjálpi, tí at eg ikki kann hjálpa øllum. Kanska kennir tú teg aftur í hesi hugsan, men spyr teg sjálva/n: Hevði tú hjálpt øllum, um tú kundi? Um tú hevði alt valdið til at hjálpa allari neyð og bøtt um allar trupulleikar í heiminum, hevði tú so gjørt nakað við tað? Tú hevur hug at siga ja, men hví hevði tú hjálpt øllum, um tú í dag ikki hjálpir tí eina? Nei, eg eri bangin fyri, at um eg hevði valdið at hjálpt øllum menniskjum, hevði eg kortini ikki gjørt tað.

Hevði tú hjálpt øllum, um tú í dag ikki hjálpir tí eina?

Einaferð kom ein herhøvdingi til Jesus, tí at sonurin var sjúkur og var í pínu. Sonurin og faðirin vóru í neyð. Tá ið herhøvdingin bað Jesus um hjálp, var Jesus klárur at fara avstað til drongin, men varð steðgaður av herhøvdinganum. Herhøvdingin kendi til tað at hava vald. Um hann segði við ein, hann hevði valdið á, fór hesin. Hann kundi geva ordrar. Herhøvdingin mundi hugsa, at um Jesus hevði vald at lekja sjúk, mundi hann eisini hava valdið at gera tað í fjarstøðu við bert at siga tað við orðum. At geva eini boð, tí at hann hevði valdið til at gera tað. Og so var. Jesus hevði valdið at lekja drongin við orðum og gjørdi eisini júst hetta, so at drongurin varð frískur. Við sínum valdi broytti Jesus heimin hjá herhøvdinganum og syninum.

Men Jesus broytti ikki bert heimin hjá hesum báðum ella heimin hjá nøkrum fáum menniskjum fyri tveytúsund árum síðani. Við sínum valdi hevur Jesus broytt allan heimin hjá hvørjum menniskja. Jesus gav upp sítt vald og ofraði seg sjálvan, soleiðis at tú og eg skuldu verða bjargað frá okkara neyð og okkara trupulleikum. Jesus – sum tann einasti – hevði valdið at broyta allan heimin og gjørdi eisini júst tað. Tað er vegna Jesus, at vit eiga ein stað fyri framman, har hvørki hungur, kríggja, einsemi, atsókn, trælahald ella nakað annað trupult er.

Tað er í mínum valdi at broyta heimin ella at lata vera! Men tað vísir seg, at eg ikki tími at hjálpa við tí, eg havi, og so omaná tað havi eg hug at geva øðrum skyldina fyri ikki at hjálpa. Ja, ikki bara menniskjum, men eisini Gudi. Men havi eg nakran rætt at peika á nakran annan fyri ikki at hjálpa, um eg ikki sjálvur hjálpi? Men Jesus hevur nú broytt mín og tín heim og allan heimin. So hvussu skalt tú so nú liva hereftir við tí vitan og í tí tryggleika? Fyri tað fyrsta kanst tú spyrja teg sjálva/n: Hvat er í mínum valdi? Hvat hevur tú av tíð, ogn og førleikum, sum tú kanst hjálpa einstøkum menniskjum við? Spyr síðani: Hvørjum vil eg so hjálpa? Hyggur tú at allari neyðini í øllum heiminum gerst tað skjótt vónleyst. Men hví ikki byrja við tí eina? At tú sært herhøvdingan í tínum heimi. Sjúka drongin í tínum heimi. At tú sært einstaka menniskja nær tær, sum tú hevur í valdi at hjálpa. Hjálp so menniskjanum vit tí, tú hevur.

Tað er í tínum valdi at broyta heimin ella at lata vera!

Ímynda tær gleðina hjá einum øðrum, sum tú hjálpti. Tú gavst hesum tína tíð, tínar ognir og tínar førleikar. Tú broytti allan heimin hjá einum menniskja, um tú ikki broytti allan heimin. Tað er í tínum valdi at broyta heimin ella at lata vera! Jesus brúkti sítt vald at broyta tín heim og allan heimin! Hóast tú ikki kanst broyta allan heimin, kanst tú broyta heimin hjá tí einstaka. Lat so Jesus eiga uppgávuna at bjarga tær og øllum heiminum, sum hann nú longu hevur gjørt.

Hóast tú ikki kanst broyta allan heimin, kanst tú broyta heimin hjá tí einstaka.

0 comments on “TÚ HEVUR VALDIÐ AT BROYTA HEIMIN!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: