Í ÓTTANUM BIÐI EG UM HJÁLP!

Ert tú nakrantíð bangin? Hevur verið í onkrari støðu, sum hevur ávirkað teg á slíkan hátt, at tú nærum ikki fekst liva? Allur hugur tín var um hetta illveðrið, sum skapaði óttan í lívinum. Tú fekst ikki sovið og hevði torført við at liva í friði og frælsi. Tað einasta tú kendi var hesin skuggandi óttin.

Nú kann vera, at tú ert so vanur við ótta og stúran í lívinum, at tú hugsar at lívið eigur at vera soleiðis, tí hvør stúrir ikki viðhvørt? Psykiatri Fonden gjørdi í 2008 eina kanning í Danmark, sum vísti, at ein av fjúrtan persónum líður av angist árliga. Yvir eitt heilt lív eru tað ein útav sjey persónum, sum líða av angist. Her er ikki talan um vanligan óttan, men ein slíkan ótta, at tú ikki fært liva vanliga sum menniskja. Ein ótti, sum hevur ávirkan á likam, sinni og anda. Samstundis vísti henda kanning, at tey fæstu fara til viðgerð fyri hesa angist, tí hugsanin er, at hetta ikki man vera nakað óvanligt, men bert ein partur av lívinum.

Jú, stúran vísir seg at vera vanligur partur av mannalívinum. Spurningurin er so, um vit kunnu fara til onkran við okkara ótta. Um nøkur hjálp er at heinta, so óttin verður tikin frá okkum.

Einaferð fóru Jesus og lærusveinarnir í ein bát. Harðveður brast á og menn vóru í vanda og óttaðust fyri lívinum. Jesus svav og varð tí vaktur av lærisveinunum, sum vóru í neyð. Róligur spurdi Jesus: “Hví ræðast tit?” Hann hótti at vindinum og illveðrið gjørdist blikalogn. Trupulleikin var loystur og lærusveinarnir undraðust. Hví hendi hetta? Og hví svav Jesus og undraðist yvir teirra ótta? Hví skuldu lærisveinarnir uppliva eina slíka neiliga hending? Jú, um illveðrið ikki rakti lærusveinarnar, bóðu teir ikki Jesus um hjálp. Hetta illveðrið var ikki fyrsta ella ikki seinasta, teir upplivdu. Men í hesum illveðrinum var bara ein, sum kundi bjarga. Við hesum vísti Jesus, at hann var teirra bjarging. Fyri eisini at vísa á, at tá ið talan er um harðasta illveðrið í mannalívinum, er Jesus einasta bjargingin.

Spyr teg sjálvan: “Hvussu mundi lívið verið, um einki illveður rakti meg?” Í fyrst umfari hugsar tú kanska, at lívið tá hevði verið sera gott. Men mundi tað nú verið tað? Er tað ikki í tí trupla, at vit síggja tað góða. Í tí neiliga vit síggja tað jaliga? Hevði eg yvirhøvur havt brúk fyri nøkrum medmenniskja í mínum lívi, um eg ikki viðhvørt varð raktur av tilverunnar illveðrið? Tað vísir seg nevniliga, at tá ið vit uppliva neyð, stúran og ótta, at tað er tá at vit fara til okkara medmenniskju at biðja um hjálp. Hvussu stór er tá ikki gleðin, tá ið vit í hesum felagsskapum fáa hjálp. Eisini um vit ikki fáa nakran linna fyri pínuna, at vit kortini hava tað betri við at hava farið til eitt medmenniskja, soleiðis at hetta medmenniskjað nú kann sita saman við mær í bátinum, staddur í illveðri. Var einki illveður, var eingin grund til at biðja um hjálp og harvið møguliga eingin felagsskapur. Í illveðrinum biði eg um hjálp og kann harvið fáa ein felagsskap í illveðrinum.

Er tað ikki í tí trupla, at vit síggja tað góða. Í tí neiliga at vit síggja tað jaliga?

Kendi bretski rithøvundurin C. S. Lewis skrivaði í bókini The Problem of Pain: Gud teskar til okkara í okkara njótan, tosar til okkara í okkara samvitsku, men rópar til okkara í okkara pínu: Hon er hansara megafon fyri at vekja ein deyvan heim. Er tað ikki mangan í lívsins pínu at vit vakna og síggja alt tað góða, vit longu hava?

Í illveðrinum biði eg um hjálp og kann harvið fáa ein felagsskap í illveðrinum.

Jesus kennir mína stúran, sjúku, neyð og ótta. Hann er hjá mær. Jesus kendi óttan hjá lærusveinunum, men lat illveðrið raka teir kortini. Um einki illveður rakti meg, hevði eg ikki biðið Jesus um hjálp. Og so hevði eg kanska ongan felagsskap við hann heldur. Tí hví skal eg biðja Jesus um hjálp, um eg ikki havi nakað at biðja um hjálp um?

Hví skal eg biðja Jesus um hjálp, um eg ikki havi nakað at biðja um hjálp um?

Jú, vit kenna pínu, men hvat er størsta illveðrið? Skilnaðurin ímillum Guds og okkara í allar ævir. Vegna syndafallið er hesin skilnaður veruleiki. Jesus fór ígjøgnum størsta illveðrið einsamallur, við tað at hann var dømdur, dripin og grivin. Men hann reis upp aftur frá teimum deyðu og livir. Illveðrið er vorið blikalogn. Mær nýtist ikki óttast, tí Jesus bjargaði mær frá størsta illveðrinum. Mær nýtist ikki óttast, tí størsta illveðrið rakar meg ikki. Tað rakti Jesus! Hann hevur bjargað mær. Blikalogn bíðar mær í Himli. Í levnaðinum kann eg nú hvíla trygt í, at í tí illveðri, sum rakar meg her í lívinum, er Jesus við mær í bátinum. Hann leiðir meg ígjøgnum, soleiðis at eg ein dag kann uppliva eitt lív uttan illveður, heima í himli.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: