Felagsskapur Umsiting

RAÐFEST RÆTT!

Øll krevja tíð og orku: Maki, børn, familja, vinir, starvsfelagar... Tú vilt so fegin geva øllum sítt, men lendir aftur og aftur í støðuni, har tú kennir teg ikki at strekkja til og hugsar, at tú ikki røktar teir felagsskapir, sum tú annars so fegin vilt.

Hoyr: Lisið í KVF

Ert tú ørkymlað/ur, tí tú ikki røkir onkran felagsskap? Tað kann vera, at tú aftur kennir tað soleiðis, at tú ikki ert tann maki, sum makin vil hava og tú eisini vilt vera. Tað kann vera, at tú aftur ikki vart til staðar fyri børnini, tí tú vart upptikin av nøkrum, sum ikki hevði líka stóran týdning. Tað kann vera, at tú heldur ikki hesaferð fórt til familjuføðingardagin, tí at tú ikki hevði yvirskotið til tað, men situr nú eftir við kensluni av, at tú ikki ert nakað góður til at røkta familjuna.

Øll krevja tíð og orku: Maki, børn, familja, vinir, starvsfelagar… Tú vilt so fegin geva øllum sítt, men lendir aftur og aftur í støðuni, har tú kennir teg ikki at strekkja til og hugsar, at tú ikki røktar teir felagsskapir, sum tú annars so fegin vilt. Tú megnar tað ikki. Tú orkar tað ikki. Tú gevur tær ikki stundir til tað. Hini eru skuffað og tú ert skuffaður!

Lærdi háskúlin í Camebridge gjørdi í 2016 eina kanning, sum vísti, at ein persónur bert kann hava í miðal fimm persónar heilt nær. Fimm bestu vinir ella fimm tættar persónar í felagsskapi. Fimm menniskju, sum tíð og orka verður brúkt til dagliga. Bert fimm persónar, sum tú kennir stórt sæð alt um. Men flest okkara hava fleiri enn fimm persónar umkring okkum, sum vit hava felagsskap við. Hvussu so við øllum hinum menniskjunum, sum ikki eru hesi fimm tøttu? Robin Dunbar kannaði í 1990 hesi viðurskifti við at hyggja at heilanum hjá okkum menniskjum. Niðurstøðan var, at støddin av heilanum avmarkar felagsskapir til tilsamans 150 persónar. Hesir 150 persónarnir verða eisini raðfestir í fýra ringar, har fimm persónar eru tættast, síðani eru 10, síðani 35 og at enda ytsti ringurin, sum telur 100 fólk.

Tú kanst bert hava tættan felagsskap við 5 persónar!

Vit vilja so nógv, men megna ikki meira enn eitt vist. Ikki bara royndir okkara siga okkum hetta, men tað vísir okkara likamliga samanseting eisini. Ein sannleiki í øllum hesum, tá ið við so fegin vilja hava góðan og tættan felagsskap við øll ella nógv, er: Raðfestir tú øll, raðfestir tú ongan! Við at raðfesta ov nógv koma vit í støðuna ikki at røkta tey, vit fegin vilja. Sannleikin vísir seg nevniliga, at tað júst er hetta, sum er trupulleikin: Eg miseydnist eisini í tættastu felagsskapunum.

Ein dagin tók Jesus Pætur, Jákup og Jóhannes við sær einsæris niðan á eitt høgt fjall. Hinir níggju lærusveinarnir vóru ikki bodnir við. Hesir tríggir fingu á fjallinum eina heilt serliga uppliving. Jesus umbroyttist og Móses og Elia vístu seg í samtalu við Jesus. Hetta var sera stórt og nakað, sum merkti hesar tríggjar fyri lívið. Eftir hendingina fingu teir at vita, at teir ikki skuldu siga nøkrum frá hesi hending, kanska tí at so vildu millum annað hinir níggju kenna seg uttanfyri. At teir ikki vóru líka nær Jesusi, sum hesir tríggir.

Jesus raðfesti sum menniskja: 1-3-12-70. Pætur var tættastur, síðan teir tríggir, síðani teir tólv og síðani teir 70 lærusveinarnir. Hetta minnir ikki onki um teir ringar, kanningin í 1990 vísti við, hvussu tættir, ymisku felagsskapirnir kunnu vera. Men við sínum gerningi á krossinum vísti Jesus, at hann í veruleikanum raðfesti hvørt menniskja so høgt, at hann vildi gjalda við sínum egna lívi fyri tað. Sum tann upprisni raðfestir Jesus TEG! Tú ert ikki í nøkrum ringi ytst í Jesu felagsskapum. Tú ert roknað/ur í nærmasta ringin.

Jesus raðfesti sum menniskja: 1-3-12-70.

Raðfestir tú øll, raðfestir tú ongan! Tað læra øll, sum royna tað. Tess vegna er tað, at vit aftur og aftur koma til somu niðurstøðu, at vit ikki megna at røkta teir felagsskapir, vit annars so fegin vilja. Spurningurin er so, hvat ið ein góð raðfesting er í okkara egna lívi. Man svarið ikki vera okkara egna likamliga avmarking, sum kanningarnar nú vísa? Man svarið ikki vera sum Jesus sjálvur gjørdi í sínum jarðiska lívi sum menniskja? Latið okkum kalla tað 1-3-12-70 – reglan. Í mínum lívi man tí ein sunn og góð raðfesting vera Jesus fyrst, síðani maki og børn, síðani tættir familjulimir og vinir, og síðani hini. Mín tíð og orka verður lættari at brúka væl, um eg veit, hvussu nógv eg skal brúka til hvønn: Dagligt, vikuligt, mánaðarligt og árligt. Tí um eg raðfesti øll, raðfesti eg ongan!

Raðfestir tú øll, raðfestir tú ongan!

Ímynda tær onga ørkymlan at hava? Ein dagin eg gleðast um teir felagsskapir, tú ert partur av og vera nøgd/ur við røktina av felagsskapunum, tí at tú ert tilvitað/ur um raðfestingina. Um tú ongantíð kemur til hetta í tínum jarðiska lívi, kanst tú hvíla í, at Jesus røkir felagsskapin við teg til fulnar, so tú ein dag kanst hvíla í felagsskapinum í Himli.

0 comments on “RAÐFEST RÆTT!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: