Levnaður

GLEÐ TEG Í ARBEIÐINUM!

Hvat hugsar tú, tá ið tú hoyrir um, at øll børnini í flokkinum, sum títt barn gongur í, fingu eina innbjóðing til at koma í føðingardag, uttan eitt barn. Eitt barn var ikki boðið við. Hvør kensla kemur fram í tær, tá ið slíkt hendir?

Hoyr: Lisið í KVF

Hvat hugsar tú, tá ið tú hoyrir um, at øll børnini í flokkinum, sum títt barn gongur í, fingu eina innbjóðing til at koma í føðingardag, uttan eitt barn. Eitt barn var ikki boðið við. Hvør kensla kemur fram í tær, tá ið slíkt hendir? Ella um tú gavst einum í familjuni jólagávu fyri túsund krónur, men tú fekst eina gávu fyri tíggju krónur afturfyri? Ella hvussu hevur tú tað eftir ein dyst, har títt lið hevði tretivu skot á málið, uttan at nakað fór inn, meðan mótstøðuliðið hevði eitt skot á mál og tað fór inn? Hitt liði vann. Hvat hugsar tú tá og hvør kensla kemur fram í tær? Tá sigur tú óivað: “Tað er órættvíst! Hetta er ikki rætt! Tað kann ikki passa!” Tú gerst kanska illur og krevur rættvísi og er tað júst hetta, sum ger seg galdandi, tá ið vit uppliva slíkar hendingar ella líknandi. Okkara fatan av rættvísi verður órógvað og vit hava hug at gera nakað við tað.

Einaferð segði Jesus eina søgu um ein bónda, sum átti ein víngarð. Ein dagin fór hann at finna sær nakrar arbeiðsmenn og avtalaði ein denar í dagsløn. Men ikki allir byrjaðu at arbeiða í senn. Nakrir arbeiddu í tólv tímar og nakrir í ein. Tá ið nú lønin skuldi gjaldast, fingu teir, sum bert høvdu arbeitt ein tíma, somu løn sum allir hinir. Skulu vit samanlíkna hetta við okkara tíð, merkir hetta fylgjandi. Ímynda vit okkum, at tín ársløn er 250.000,- krónur. Nú fær ein annar arbeiði, men fær somu løn sum tú fyri at gera tað sama arbeiðið sum tú, men í ein mánað í staðin fyri. Tá hugsar tú óivað: “Tað er órættvíst! Tað kann ikki vera rætt!” Um hin fekk løn áðrenn teg, hugsaði tú kanska sum arbeiðsmenninir í søguni hjá Jesusi, at tú nú mundi fara at fáa meira. Ja, samanlíkna vit við teir, átti tú nú at fingið tríggjar milliónir krónur í ársløn. Er hetta órættvíst?

Men ímynda tær eina aðra støðu. Tú skalt gera eina stovu í húsunum í stand og biður familju og vinir um at hjálpa. Afturfyri skulu tey fáa pitsa og sodavatn, tá ið dagurin er liðugur. Øll møttu ikki í senn, men eru til staðar, nú arbeiðið er liðugt og pitsurnar eru komnar. Tey, sum hava verið allan dagin fáa eina pitsu í part. Sigur tú nú við tann, sum var hálvan dag: “Tú fært hálva pitsu!”? Ella tann, sum var hálvan tíma: “Nú hevur tú bert arbeitt hálvan tíma, so tú fært bert hálvt stykki av pitsu!”? Neyvan! Øll fáa tað sama, tí tað snýr seg ikki um lønina, men arbeiðið í felagsskapi. Her er einki órættvíst í at øll fáa tað sama, tí fokusið er ikki á lønina, men felagsskapin.

Soleiðis er tað við lønini, Gud vil geva okkum menniskjum. Himmalin er lønin og verður hann ikki givin fyri mítt arbeiði! Men her kemur mangan mín kensla av rættvísi inn í myndina. Eg hugsi, at eg eigi at vinna mær himmalin við at arbeiða meg til hesa lønina. Soleiðis eru religiónir. Men kristindómur er øðrvísi, tí her skal eg ikki vinna mær himmalin. Nei, hann er longu vunnin mær av einum øðrum: Jesusi.

Religión singur mær: Eg skal vinna mær lønina. Kristindómur sigur mær: Jesus hevur vunnið mær lønina.

Í søguni ert tú arbeiðsmaðurin, sum í eygunum av hinum arbeiðsmonnunum ikki hevur rætt til fulla løn! Men Jesus er náðigur og vil felagsskap við teg! Hann hevur kallað teg at tæna sær í levnaðinum. Ikki so at tú kanst vinna tær himmalin í løn, men fyri at tú kanst liva í felagsskapi við honum í víngarðinum. Lønina hevur hann avtalað við teg frammanundan. Ikki fyri títt arbeiðið, men tí at tað er hansara gáva til tín. Í levnaðinum er so skjótt at hugsa um løn og gloyma lívið. Vit renna, leika í og arbeiða til vit fáa strongd. Hví? Jú, fleiri okkara hugsa, at um vit arbeiða so og so nógv nú, so fáa vit ein dag endiliga tað lívið, sum vit nú ynskja. Men arbeiði eg fyri lønina, gleðist eg ikki um lønina í arbeiðinum! Áðrenn eg veit av, er lívið farið framvið mær og eg náddi ongantíð tí, eg ynskti. Hvat um eg einki arbeiði hevði? Jú, so hevði eg óivað sæð gleðina í sjálvum tí at hava eitt arbeiði ella kall, tí ikki at hava ein leiklut í tilveruni – sum mangan gerst kenslan – førir til sorg, tunglyndi og kensluna av ikki at hava nakað virði. Ikki vegna manglandi løn, men manglandi kall og meining.

Arbeiðir tú fyri lønina, gleðist tú ikki um lønina í arbeiðinum!

Arbeiðir tú fyri lønina, gleðist tú ikki um lønina í arbeiðinum! Lønin er vunnin tær av Jesusi! Avtalan er gjørd. Tað er eingin grund hjá tær at fokusera á lønina, tí hana fært tú vegna Jesu arbeiði. Tú kanst nú í levnaðinum tæna við gleði í tí kalli, tú ert í. Sum maki, foreldur, heimagangandi, í eftirløn, í arbeiði. Kallið sjálvt – tað at fáa loyvi at tæna Gudi og menniskjum í levnaðinum – er eisini løn og Guds gáva, nú avtalan er gjørd!

0 comments on “GLEÐ TEG Í ARBEIÐINUM!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: