Levnaður Sannleiki Trúvirði

TAÐ, TÚ HOYRIR, MYNDAR TEG!

Í hvussu stóran mun mynda orð títt sinni og tín levnað? Hugsa aftur í tíðina og finn seinastu ferð, orð – jalig ella neilig – høvdu eina ávirkan á teg. Eg hugsi, at tær ikki nýtist at leita leingi, tí hetta vísir seg at vera ein gerandiskostur.

Hoyr: Lisið í KVF

Í hvussu stóran mun mynda orð títt sinni og tín levnað? Hugsa aftur í tíðina og finn seinastu ferð, orð – jalig ella neilig – høvdu eina ávirkan á teg. Eg hugsi, at tær ikki nýtist at leita leingi, tí hetta vísir seg at vera ein gerandiskostur. Um onkur sigur nakað gott um teg við teg, skapar tað eina gleði, sum myndar sinnið og síðani eisini levnaðin. “Tú dugir sera væl at skriva! Tú ert avbera góður at hjálpa til! Tú ert trygg at vera saman við!” Hoyrir tú slík orð, fremja tey eina jaliga kenslu og fara sum ein heitur streymur ígjøgnum kroppin. Tú hevur hug at smílast og gerast enn betri til tað, sum tú vart róstur fyri. Hinvegin, um onkur sigur nakað ringt um teg við teg, skapar tað sorg og tunglyndi. Tú verður merktur av hesum neiligu orðunum og kanst hava torført við at koma víðari. “Hatta gjørdi tú sera illa! Sum tú ert býttur, at tú ikki kundi finna útav einari so lættari uppgávu! Dugir tú einki, ella hvat?” Hvussu nógv av okkum hava ikki eisini upplivað slík orð? Og hvussu nógv ávirka slík orð ikki sinnið og levnaðin? Tað ræðandi er, at vit javnan gera okkum hugskaptar samtalur, sum ávirka sinnið og levnaðin. Í huganum eru samtalur, sum vit hava havt og samtalur, sum vit ímynda okkum, onnur hava um okkum. Orð, sum vit halda onnur siga. Mangan neilig orð. Ber til at lata vera við at lurta og ímynda okkum neiligu orðini og sostatt hinvegin hava tað betri?

Jesus segði einaferð frá um eitt líknilsi um ein sáðmann, sum sáaði sáð í fýra ymisk sløg av jørð. Henda søgan var ein mynd av orðinum og mær sum menniskja. Jesus segði: “Tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni.” Áðrenn hesa góðu jørðina hevði Jesus nevnt jørðina fram við vegnum, hellubotnin og jørðina við tornum. Her var talan um trý ymisk líkindi, sum gjørdu tað ógjørligt hjá sáðnum at bera frukt. Fyri meg eru hesar avbjóðingarnar djevulsins orð, heimsins orð og míni orð. Djevulsins orð eru tey orð, sum sáa iva um sannleikan: “Man Gud hava sagt? Man hetta vera sannleikin? Man avleiðingin verða soleiðis kortini?” Orð, sum seta spurnartekin við sunt vit og skil, sannroyndir og Guds greiðu talu. Heimsins orð eru tey orð, sum dømandi taka dirvið og hvíldina í eini sýni og levnaði, og flyta eitt menniskja frá tí serstaka til nakað annað, enn tað var skapt til at vera. Míni orð eru tey orð, sum hungra eftir mínum egna huga til hetta ella hatta. Vitið og skilið sigur, at eg eigi at liva á ein hátt, men hugurin vil nakað annað, sum mangan endar í einum verri levnaði. Á ein ella annan hátt kenna vit øll hesi ymisku orðini í okkara egna lívi, og mugu ásanna, at tað, eg hoyri, myndar meg!

Tað, tú hoyrir, myndar teg!

Enski rithøvundurin Edward Bulwer-Lytton segði í 1839 kendu orðini, sum síðani mangan hava verið endurtikin: “Pennurin er máttmiklari enn svørðið!” Við hesum orðum vildi hann vísa á, at skrivaða orðið hevði størri vald at broyta heimin enn kríggj og yvirgangur. Hundrað ár eftir hesi orðini vóru tveir menn á hvør sínum horni undir øðrum veraldarbardaga. Tveir menn, sum við sínum orðum fluttu – ikki bara einstøk menniskju – men heilar tjóðir og ein heilan heim. Nevniliga Hitler og Churchill. Jú, sanniliga vísa orð seg at vera máttmikil.

Men eingin hevur sagt máttmiklari orð enn Jesus. Tá ið lærusveinarnir umborð á bátinum vóru ræddir fyri at ganga burtur vegna illveðrið, segði Jesus: “Tig, ver kvirt!” og tað varð blikalogn. Tá ið ein spitalskur maður kom til Jesus og bað um at hann kundi lekja hann, segði Jesus: “Verð reinur!” og maðurin varð frískur. Tá ið mannamúgvan græt og syrgdi um vinmann og bróðir sín, segði Jesus: “Lázarus, kom út!” og kom tá hin deyði út úr grøvini livandi. Á krossinum segði hesin sami Jesus áðrenn deyða sín: “Tað er fullgjørt!” Jesu orð eru sterkari enn djevulsins, heimsins og míni. Ja, Jesus er orðið, sum kom í heimin at vinna tær og mær ein stað, har eingi orð standa ímóti hvørjum øðrum.

Tað, tú hoyrir, myndar teg. So hvørjum vilt tú nú lurta eftir? Hvat er sunt og gott? Hvat brýtur niður og hvat byggir upp? Hvørjar røddir vilt tú ikki longur lurta eftir? Hygg aftur og síggj, hvat brýtur niður. Rudda síðani út! Síggj munin á djevulsins, heimsins og tínum orðum á einari síðu, og Jesu orðum á hinari. Kenn, hvat lívgar og mennir, og hoyr so tað! Tá ið alt kemur til alt, verða tað ikki djevulsins, heimsins ella míni orð, sum standa eftir, men hansara, sum segði: “Tað er fullgjørt!” Jesus, sum er orðið, ið vann okkum bústaðin, har bara jalig orð ljóða.

 Jesus er orðið, ið vann tær bústaðin, har bara jalig orð ljóða.

0 comments on “TAÐ, TÚ HOYRIR, MYNDAR TEG!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: