Friður Levnaður

LIV EFTIR ÆTLANINI!

Vit eru vorðið eitt fólk, sum er merkt av eini sapparamentan. Eins og tá ið sitið verður frammanfyri sjónvarpsskíggjan og skift verður í heilum ímillum ymisku rásirnar, skifta vit ímillum nærum alt annað í lívinum.

Hoyr: Lisið í KVF

“Er nøkur meining við lívinum?” Hetta er nakað, fleiri okkara spyrja okkum sjálv og kanska okkurt medmenniskja frá tíð til aðra. Kanska serliga tá ið vit eru stødd við onkran krossveg í lívinum. Tá ið vit skulu taka eina stóra avgerð, sum setur kósina fyri restina av lívinum, ella um onkur kreppa hevur rakt okkum. “Er nøkur ávís ætlan við lívinum? Hví eri eg, sum eg eri? Hví dugi eg júst tað, eg dugi? Hví havi eg hug til hetta og ikki hatta?” Spurningarnir um meining í tilveruni kunnu hava ymiskt orðaljóð, men í grundini verður spurt, um nøkur ávís ætlan er givin mær av nøkrum omanfyri meg, ella um eg sjálvur kann taka egnu avgerð og gera mínar egnu ætlanir.

Vit eru vorðið eitt fólk, sum er merkt av eini sapparamentan. Eins og tá ið sitið verður frammanfyri sjónvarpsskíggjan og skift verður í heilum ímillum ymisku rásirnar, skifta vit ímillum nærum alt annað í lívinum. Epinion gjørdi í 2018 eina kanning, sum vísti, at 1 av 3 løntakarum í Danmark skifta starv árliga. Tú skalt í dag leita longri og longri eftir einum persóni, sum hátíðarheldur 30 ára starvsdag. Men hví er støðan soleiðis? Á heimasíðuni hjá Jobindex sæst, hví øll hesi menniskjuni skifta arbeiði so títt. 31 prosent siga seg skifta starv, tí innihaldið av núverandi starvið ikki er nøktandi teirra ynski. 26 prosent siga grundina vera leiðslan. 18 prosent skifta vegna ov lága løn. Frá hesum tølum kann sigast, at 3 av 4 persónum skifta árliga starv, tí tað ikki kennist rætt fyri ein sjálvan. Tað er vert at spyrja okkum sjálv, um grundin til eitt skifti er sjálvsøkni og leitan. At vit ikki kenna nakra ætlan við lívinum og skifta bara til tað næsta í leitanini eftir sannleika og meining.

Vit reika um í leitanini eftir meining og ætlan. Kunnu brúka eitt heilt lív í leitan uttan at finna meining, hvíld og gleði. Men hvat nú, um ætlanin við mær ikki er mín egna avgerð?

Og sí, ein rødd kom av himli, ið segði: “Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til.” Soleiðis skrivaði Matteus um hendingina, tá ið Jesus varð doyptur. Ein rødd av himli. Jesus varð nevniliga føddur av eini grund. Hann var ikki nakað tilvildarligt menniskja. Ja, tað er eingin av okkum. Nei, Jesus var ætlaður til nakað heilt ávíst. Ein meining var við Jesu lívi. Tá ið hann varð doyptur, var tað ein markering av ætlanini! Jesus varð doyptur til deyða sín, so vit skulu liva í ætlaða paradísinum! Jesus gav sítt lív undir eina ætlan, soleiðis at tú skalt fáa loyvi at liva í tí ætlan, Gud hevur givið tær. Gud vil tær nakað ávíst: Eitt samfelag við seg í einum staði, har eingin ivandi spyr: “Hvat er meiningin við lívinum?”

At leita inneftir ella úteftir gevur ikki svarið til tínar spurningar um meining við lívinum. Kanska fært tú okkurt svar til partar av lívinum, men ikki svarið á stóra spurningin við ætlanini við tínum lívi. “Men hvar skal eg so leita?” spyrt tú kanska. “Hvat er so ætlanin við mær?” “Gud viti!” svarar tú kanska. Ja, Gud veit nevniliga! Hann, sum skapti teg, veit hví hann skapti teg. Hvat hann skapti teg til, og hví hann skapti teg soleiðis. Leita tí uppeftir! Liv eftir ætlanini við tær, heldur enn tíni ætlan!

Liv eftir ætlanini við tær, heldur enn tíni ætlan!

“Hví gert tú tað, onnur kunnu gera, men ikki tað, bara tú kanst?”, spurdi rithøvundurin Bruce Bugbee. Jesus gjørdi tað, bara hann kundi. Men Gud hevur skapt teg til at vera tú. Men vit hava tað fyri at gera alt møguligt annað, enn júst tað, vit eru ætlað til. Sakin er, bara eg kann vera maður konu mína. Bara eg kann vera faðir børn míni. Bara eg kann útinna starv mítt. Hetta er ætlanin við mær. Og Gud hevur givið mær umstøður, amboð og førleikar at liva í hesi ætlan.

Hví gert tú tað, onnur kunnu gera, men ikki tað, bara tú kanst?

Ímynda tær ein gerandisdag, har tú hvílir í tilveruni? At tú hevur frið, tí lívið og levnaðurin gevur meining? Hetta dugir tú sjálvandi at ímynda tær, tí tað er júst henda myndin av einari framtíð, sum drívur teg til at leita eftir meining. Um leitanin hevur verið á skeivum stað, heldur leitanin bara fram. Men nú veitst tú, hvar tú skalt leita fyri at fáa svar: Hjá honum, ið skapti teg einastandandi til nakað heilt ávíst. Himmalin er vunnin, tí Jesus livdi eftir ætlan! Hann gjørdi tað í lívinum, hann var ætlaður til. Í gerandisdegnum fara tínir ivandi spurningar nú ikki heilt at hvørva. Dagar eru, har tú fert at spyrja, men nú kanst tú hvíla í, at Gud veit og tú veitst, at hann veit og hevur eina ávísa ætlan eisini við tær. At tú ert skaptur til felagsskap og tænastu. Spyr tí Gud, sum veit, hvat meiningin er. Liv eftir ætlanini við tær, heldur enn tíni ætlan!

0 comments on “LIV EFTIR ÆTLANINI!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: