Levnaður Sannleiki Trúvirði

VER TÍTT SANNA TÚ!

Hvørjum kanst tú vera tú saman við? Nær ert tú í støðum saman við øðrum menniskjum, har tú ikki hevur fyri neyðini at spæla ein leiklut, men veruliga kanst vera tann, tú ert? Hevur tú nakran, sum tú kanst vísa títt sanna andlit fyri?

Hoyr: Lisið í KVF

Hvørjum kanst tú vera saman við? Nær ert tú í støðum saman við øðrum menniskjum, har tú ikki hevur fyri neyðini at spæla ein leiklut, men veruliga kanst vera tann, tú ert? Hevur tú nakran, sum tú kanst vísa títt sanna andlit fyri? Nakran, sum tú ikki nýtist at bera maskur fyri? Ella hevur tú tað soleiðis, at tað er strævið at vera saman við menniskjum, tú tað er tungt altíð at spæla at vera ein annar, enn tú veruliga ert? Tí tú mást bera onkra masku, sum hóskar seg til tey menniskju, tú ert saman við? “Júmen soleiðis er lívið!” sigur tú kanska. Sjálvandi bera vit okkum at á ein hóskandi hátt, tá ið vit eru saman við menniskjum. Vit uppføra okkum á ein hátt saman við einum í mun til ein annan, tí tað er hóskandi og virðiligt. Men er tað meiningin ikki at liva sum í nøkrum felagsskapi?

Í donsku avísini Politiken stóð áhugaverd grein í 2009. Hon snúði seg um eina kanning, amerikanski professarin Robert Feldman hevði gjørd. Hann hevði fingið hundrað persónar at luttaka í samtalum tvey og tvey. Persónarnir vistu ikki, at kanningin snúði seg um, hvussu nógv menniskju lúgva fyri hvørjum øðrum. Tey skuldu bara tosa við hvønn annan um seg sjálvan eina løtu. Niðurstøðan av kanningin var, at vit í miðal lúgva fyri hvørjum øðrum 18 ferðir um tíman. Her er talan um persónar, sum ikki kenna hvønn annan og eru í samtalu allan tíman. Talið man vera lægri, sum vit læra okkara medmenniskju meira og meira at kenna. Men ein sannroynd tykist í øllum førum at vera, at vit bera maskur. At vit ikki heilt hava hug til ella tora at taka okkara maskur av og harvið avdúka, hvørji vit veruliga eru. Mestur vegna ótta fyri at verða vrakað. Spyr teg sjálvan: “Hvussu nógv fólk kenna meg veruliga?” Kann vera, at tú kennir teg aftur í niðurstøðuni frá kanningini.

Í miðal lúgva vit fyri hvørjum øðrum 18 ferðir um tíman.

Ert tú tann sami í einingi, sum í felagsskapi, ert tú trúverdur! Hetta er royndin hjá okkum, tí størri munurin er ímillum mítt eg í einingin og mítt eg í felagsskapi, minni trúverdur eri eg. Men ikki bara eri eg ótrúverdur, tí um mítt sanna eg bert kemur til sjóndar í einseminum, livi eg í trældómi! Tá havi eg ikki frælsi at liva sum tann, eg eri, men havi tørv á at liva sum ein annar her og ein annar har. At eg bara kann vera eg, tá ið eg eri einsamallur. Hetta er trældómur.

Ert tú tann sami í einingi, sum í felagsskapi, ert tú trúverdur!

Tá varð Jesus av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevulinum.” Hesi orð lesa vit í evangeliinum eftir Matteusi. Jesus hevði familju, vinir og kenningar. Tey kendu hann, sum hann var fyri teimum. Men tá ið Jesus var í einingi í eini oyðimørk í fjøruti dagar, var hann ikki øðrvísi. Hann hevði ikki nakra masku, sum hann tá tók av, tí hann hevði onga masku yvirhøvur. Jesus var tann sami í einingi sum í felagsskapi. Hann spældi ikki nøkur hetja ella heilag fyrimynd, tá ið hann var saman við menniskjum. Hann spældi ikki at vera góður og kærligur. Hann spældi ikki at vera heilagur og faðirinum lýðin. Hetta síggja vit, tá ið vit lesa, hvussu Jesus var í einingi freistaður av djevulinum. Nei, Jesus var tann sami. Tann Jesus, familjan, vinirnir og kenningarnir sóu, var tann veruliga trúverdi Jesus. Ja, Jesus er í veruleikanum tað einasta menniskjað, sum veruliga er trúvert fult og heilt. Vit øll onnur eru tað ikki, men bera maskur í størri ella minni mun.

Dýpdin av felagsskapi verður avdúkað í einsemi, og var tað júst hetta, ið var avdúkað, tá ið Jesus var í oyðimørkini. Her sást ikki bert djúpa felagsskapin ímillum Jesus og faðirin, men samstundis eisini djúpa felagsskapin ímillum Jesus og okkum menniskju. Jesus vísir tær sín sanna seg, tí hann vil ein djúpan felagsskap við teg! Tí gjørdist hann menniskja og ofraði seg fyri teg.

Dýpdin av felagsskapi verður avdúkað í einsemi!

Hvussu ert í einingi? Er stórur munur á, hvussu tú ert í einingi í mun til, hvussu tú ert í felagsskapi við onnur menniskju? Er tað altíð ein lætti at taka maskurnar av? Um títt sanna bert kemur til sjóndar í einseminum, livir tú í trældómi! Men tað er júst tínum trældómi, Jesus vann teg úr, so at tú kanst liva í frælsi. Einki er fjalt fyri Jesusi, so hví fjala nakað fyri øðrum? Eingin okkara er fult og heilt veruliga trúverdur. Men hvussu kann eg verða meira tann sanni eg í felagsskapi við mínum medmenniskjum, nú eg við Jesusi eri frælsur og veruliga kendur av honum? Við fyrst at vera tann sanni eg við Jesusi! Við ikki at bera maskur fyri honum.

Um títt sanna bert kemur til sjóndar í einseminum, livir tú í trældómi! Jesus er altíð nær, sær og veit. Eingin maska kann krógva títt sanna fyri Jesusi. Kortini elskar hann teg.

Um títt sanna bert kemur til sjóndar í einseminum, livir tú í trældómi!

0 comments on “VER TÍTT SANNA TÚ!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: