GER VÆL ÍMÓTI EINUM!

Ert tú nakrantíð fangaður í at smílast fyri teg sjálvan, tí ið tú sást okkurt fitt? Kanska sást tú í fjarstøðu ein ungan mann hjálpa einari eldri kvinnu yvirum vegin, tí at tað var kavi og hált. “Tað var vakurt gjørt” hugsar tú fyri tær við smíli um andlitið. Kanska hoyrdi tú dóttir tína siga við eina aðra gentu í barnagarðinum, sum var dottin og gramdi seg eitt sindur: “Fekst tú ilt? Eg kann koyra eitt plástur á, so verður tað betri.” “Tað var fitt sagt” hugsar tú fyri tær og brosar. Vit verða ávirkað av orðum og gerningum, sum aðrir persónar gera móti øðrum. Ja, hóast vit sjálv ikki eru við í sjálvum støðunum, men standa burturfrá sum eygleiðarar og áhoyrarar, vísir tað seg kortini, at vit verða ávirkað av hesum. Vit verða ríkað av nøkrum, sum ikki var ætlað okkum. Hetta vísir seg at vera galdandi, bæði tá ið tað snýr seg um tað vakra, men eisini tað ljóta. Vit verða jaliga ávirkað av tí jaliga og neiliga ávirkað av tí neiliga. Uttan mun til, hvørji orðini eru ella gerningarnir eru, so tykist ein sannroynd at vera fyri okkum flest, at vit verða ávirkað kensluliga og verða harvið kanska eisini myndað.

Vit verða jaliga ávirkað av tí jaliga og neiliga ávirkað av tí neiliga!

Tá ið eg var um tjúgu ára gamal, ferðaðust ein vinmaður og eg í Keypmannahavn. Okkum dámdi væl tónleik og fóru tí ein dagin í ein handil, sum bert seldi djass tónleik. Sum eg stóð og hugdi at ymiskum fløgum og ivaðist í, hvat ið mær mundi dámað, kom ein maður inn í handilin. Handilin var ikki stórur og løgdu kundarnir tí væl merkis til hvønn annan. Har vóru vit báðir vinmenninir, hesin triði kundin og so eigarin av handlinum. Brádliga kemur hesin fremmandi kundin til mín og spyr, hvønn djass, mær dámar. Eg segði, at eg ikki var so vísur í tí. Síðani spurdi hann, um eg kendi Brad Mehldau. Eg segði, at tað gjørdi eg ikki, tá ið hann undrandi hugdi at mær og segði: “Tú mást bara eiga okkurt hjá honum!” So leitaði hann eina løtu, fann eina fløgu, og segði við meg: “Eg skal keypa tær hesa!” Hann fór yvir til kassan og rindaði fyri fløguna, gav mær hana og segði: “Ger so væl!” Eg var sjálvandi eitt sindur ovfarin og tað vóru hinir báðir í handlinum eisini. Takkaði fyri og so fóru vit hvør til sítt. Hetta var ein sera vakur gerningur. Eg minnist tað væl og ivist ikki í, at ikki bara vinmaðurin, men eisini eigarin, vóru ávirkaðir av hendingini, tí hetta var ikki hvønndags kostur.

Um ein kona vann eina millión krónur, hevði makin eisini verið ríkari. Ella tað hevði hann í øllum førum vónað. Børnini høvdu eisini verið ríkari og familjan og vinirnir. Ja kanska onkur fremmandur eisini vegna okkurt vælgerandi átak, konan nú valdi at stuðla. Um ein persónur verður væl viðfarin, ávirkar hetta fleiri. Tað er sum ringar í vatni, tá ið ein steinur verður tveittur útí. Ella sum molar frá breyði. Gert tú væl ímóti einum, rakar vælgerðin fleiri! Hugsa um tað: Nær gjørdi tú væl ímóti einum, sum bert ávirkaði henda eina? Gera vit yvirhøvur bert væl ímóti einum? Rakar vælgerðin ikki altíð fleiri?

Gert tú væl ímóti einum, rakar vælgerðin fleiri!

Satt er tað, Harri, men hundarnir eta tó av molunum, sum detta niður av húsbóndans borði.” Soleiðis svaraði ein kona Jesusi, tá ið hon kom til hansara í vón um, at hann fór at lekja dóttrina, sum var sjúk. Hon var ikki jødi, men tað forðaði ikki henni í neyð at koma til Jesus. Hon hevði óivað hoyrt um henda Jesus, sum møtti menniskjum, har tey vóru, og hjálpti teimum, sum komu til hansara í neyð síni. Hon var áhaldandi í sínum eftirspurningi og vísti við orðunum um molarnar á, at Jesu vælgerðir høvdu rokkið nógv longri enn bert til teirra, vælgerðirnar vóru ætlaðar.

Jesu vælgerð nam ikki bert hesa fremmandu konuna, men fleiri menniskju í samtíðini. Ja, eisini menniskju, eftir at Jesus var deyður og heilt til dagin í dag. Hvat annað menniskja hevur havt líka stóra ávirkan á heimin sum Jesus? Hann, sum við sínum gerningi, frelsti teg og meg úr okkara neyð, soleiðis at vit fyri framman eiga ein stað, har eingin neyð er?

Jesus gjørdi væl ímóti tær! Hvussu livir tú so nú? Jú, tú kanst liva ein betri levnað: Glaðari, ríkari, vísari, kærligari… Gert tú væl móti einum, rakar vælgerðin fleiri! Hvat hevði hent, um tú gavst einum fremmandum 10.000,- krónur? Fleiri høvdu komið til tín í vón at fáa tað sama. Tað hevði broytt hetta menniskjað og fleiri onnur. Jesus hevur gjørt tær tað besta! Ger nú væl móti medmenniskjum! Sært tú Jesu vælgerð, fert tú eisini at gera væl! Ímynda tær gleðina hjá øðrum, sum tú hjálpti. Spyr nú: “Hvørjum vil eg geva ogn, førleikar ella tíð komandi vikuna, sum als ikki væntar tað?” Gev so!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: