HEVUR TÚ EITT MÁL?

Dreymurin um framtíðina… Hvussu mangan hugsar tú um eitt lív við gleði, friði, hvíld og njótan? At síggja teg sjálvan nøkur ár frammi í tíðini og hava tað, sum tú í dag ynskir tær? Tað kann vera, at tú droymir um ein gerandisdag, har tú hevur maka, børn og heim. Tú dugir at síggja teg í hesi tilveruni og ímyndar tær, hvussu gott tað man vera. Tað kann vera, at tú droymir um at hava eitt ávíst starv og sært fyri tær, hvussu tú møtir á arbeiðsplássinum og nýtir hvørja løtu. Tað kann vera, at tú droymir um at fara á eina ferð uttanlands við familju ella vinum og ímyndar tær, hvussu tað man vera at sita í sólini á eini strond og hvíla í løtuni. Men so vaknar tú aftur úr dreyminum og sært gerandisdagin, soleiðis sum hann er nú og spyrt: “Hvussu kann eg fáa tað góða lívið? Hvussu kann hesin dreymur gerast veruleiki?”

Vit hava ymiskar dreymar og hugsjónir um, hvussu lívið skal verða, men kunnu ørkymlast, tí vit hava torført við at finna útav, júst hvat málið fyri framman er og hvussu vit skulu koma til eitt lív í gleði, friði og hvíld. Dreymarnir drukna, meðan vit trilvandi ganga gerandisdagin nærmast í blindum.

Við ongum hugsjónum villist fólkið!” skrivaði Sálomon kongur fyri trý túsund árum síðani. Við hesum vildi hann siga, at um vit sum menniskju als einki mál hava, vita vit ikki heldur, hvørja leið vit eiga at ganga. Ja, vit villast á lívsleið okkara. Eg kann hava ein dreym um góða lívið og dugi væl at síggja, hvussu tað sær út. Men hetta liggur so langt fyri framman og harvið so fjart frá mær, at eg síggi ikki hetta sum nakað veruligt mál, men bert ein dreym. So kann eg velja at liva hetta góða lívið nú og ganga eftir njótingini í dag, men verður hetta sjáldan ein veruleiki av dreyminum. Vandin gerst, at eg so einki mál og onga hugsjón longur havi eg ganga eftir. Úrslitið gerst ein levnaður í ørkymlan, ónøgd og ófriði. Eg eri vilstur, tí eg ikki havi nakað mál, men hyggi bert at løtuni nú. Kennir tú ikki málið, veitst tú ikki, hvønn veg tú skalt ganga!

Kennir tú ikki málið, veitst tú ikki, hvønn veg tú skalt ganga!

Nakað herfyri fóru vit familjan ein túr til Gran Canaria at ferðast. Vit skuldu búgva í einum húsum, sum sambært ummælum ikki vóru løtt at finna. Men á myndunum var hetta eitt paradís og sá eg fyri mær, hvussu deiligt tað mundi vera at svimja í hylinum ella sita í sólini við mínum kæru umkring meg. Málið var greitt: Vit skuldu frá flogvøllinum til hesi húsini. Eg valdi at brúka appina á telefonini sum vegleiðara at koyra eftir. Men tað gekk ikki væl. Fleiri ferðir koyrdu vit aftur og fram, men komu ikki júst á rætta vegin til inngongdina til húsini. Tað var myrkt og vit kendu ikki økið, so vit høvdu bara hesa appina at leiða okkum. Vit byrjaðu at ótolnast og troyttast, so vit valdu at taka Google Maps niður og brúka hesa appina í staðin fyri. Jú, nú vísti tað seg eingin trupulleiki at vera. Hesin vegleiðarin vísti okkum á rætta leið til málið. Seinni funnu vit útav at skrivað var um húsini, at Google Maps vísti røttu leiðina í mun til aðrar appir.

Málið fyri okkum øll man vera eitt gott lív og síðani ein góðan ævinleika. At liva væl her og síðani njóta himmalin hereftir. Fleiri eru vegleiðararnir til bæði himmalin og tað góða lívið. Men munnu allir vegleiðararnir kenna røttu leiðina?

Jesus segði: “Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær!” Við øðrum orðum segði Jesus seg at vera einasti rætti vegleiðarin til æviga góða lívið, sum er himmalin. Hetta víst hann eisini við sjálvur at ofra seg, soleiðis at vit við honum nú kunnu verða leidd rætta leið til rætta málið. Men nú kann vera, at tú hvørki kennir málið ella leiðina. Spyr tí teg sjálvan fyrst: “Veit eg, hvar eg ætli mær? Havi eg nakað mál? Havi eg eina hugsjón um himmalin í ævinleikanum og tað góða lívið nú?” Spyr síðani: “Havi eg rætta vegleiðaran, soleiðis at eg kann náa málinum, eg droymi um? Er neyðugt hjá mær at skifta núverandi vegleiðara út, tí hesin vísir seg ikki at røkka málinum?”

Kennir tú ikki málið, veitst tú ikki, hvønn veg tú skalt ganga! Jesus bæði kennir málið og veit vegin hagar! Ímynd tær at liva undir Jesu harradømi. Tað vil siga at tú fult og heilt hevur álit á honum at føra teg til tína bestu framtíð og livir eftir tí, sum hann sigur tær. Hann vil tær tað besta og vil leiða teg til æviga himmiríkið og í lívinum í dag. Jesus gevur frið og hvíld í lívinum og í ævir!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: