HVAT HJÁLPIR SAMKENSLAN?

Ert tú svangur, hyggur tú í køliskápið fyri at finna tær okkurt at eta, so tú ikki ert svangur meira. Ert tú tystur, fært tú tær vatn úr krananum, so tú ikki ert tystur meira. Soleiðis gera vit nærum uttan at hugsa um, hvussu lætt og gott vit hava tað, tá ið tað snýr seg um mat og drekka. Men ikki øll hava henda sama møguleikan. Í heiminum – bæði nær og fjar – er hungur ein veruleiki í gerandisdegnum. Menniskju ymsastaðni hava ikki sama møguleika sum tú og eg at hyggja í køliskápið ella fara til kranan, tá ið vit eru svong og tyst. Tey fáa ikki mettað sína svongd ella sløkt sín tosta. Tølini eru døpur: Á heimasíðuni Worldhunger stendur, at 1 útav 10 persónum í heiminum hungra dagliga. Food Aid Foundation veit at siga, at 1 útav 7 persónum í heiminum antin hungra ella hava avmarkaðan møguleika at fáa fatur á mati. Water Aid boðar frá at 1 útav 9 persónum í heiminum ikki hava vatn nær bústaði sínum. WHO vísir á, at skitið vatn er sannlíka orsøkin til, at umleið 500.000 deyðsføll eru árliga vegna teir sjúkdómar, ið standast av at drekka hetta skitna vatnið. Døpur tøl sum vísa seg at gerast daprari fyri hvørt ár.

Tá ið vit hoyra og lesa um hesa støðuna hjá neyðstøddum menniskjum í heiminum, hava vit samkenslu við teimum. Men mangan hendir einki meira enn samkenslan. Vit kunnu gerast syrgin og hava kanska eina løtu hug at gera nakað við tað, men vísir tað seg aloftast at steðga við samkensluni.

Ein dagin, tá ið fleiri enn fimm túsund menniskju vóru stødd langt heimanífrá, tí at tey vildu hoyra og síggja Jesus, kom svongdin á tey. Tey høvdu ikki møguleika at finna sær føði og kendi Jesus teirra neyð. Hann vendi sær til ein av lærusveinunum og segði: “Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta?” Jesus sá neyðina, hevði samkenslu við teimum, sum vóru svong og vildi gera nakað við tað. Filippus og hinir lærusveinarnir sóu eisini neyðina og høvdu óivað samkenslu við mannamúgvuni, men høvdu sítt fokus á trupulleikan at teir ikki megnaðu at geva øllum mat: “Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.” 200 denarar var nú ikki so lítið. Tað svaraði til 200 dagslønir, um vit hava líknilsið um bønarmenninar í víngarðinum í huga. Kortini mundi ikki vera meira enn umleið 5 til 30 krónur í part, um vit rokna um til okkara virði. Ikki einki, men ikki nokk. Tað var hetta, lærusveinarnir sóu: At teir ikki høvdu nokk at metta alla mannamúgvuna við. Tað steðgaði við samkensluni, og vísir tað seg mangan eisini at vera soleiðis hjá okkum. Ja, tað er verri enn so. Vit kunnu enntá hava eina loysn, men steðga kortini við bert at hava samkenslu. Men hevur tú loysnina, hjálpir samkenslan eina ongum!

Hevur tú loysnina, hjálpir samkenslan eina ongum!

Jesus er øðrvísi enn vit. Hann ikki bert svongdina hjá mannamúgvuni, men tók sakina í egnar hendur og mettaði hvørt menniskja við á undurfullan hátt at geva teimum øllum føði. Hann bjargaði mannamúgvuni henda dagin, men vísti við hesi gerð á eina aðra svongd, sum hann var komin at metta. Grundin til, at vit menniskju eru so vánalig til at hjálpa okkara medmenniskjum í neyð teirra, er at vit sjálv hungra og eru í neyð. Vegna syndafallið er skilnaður ímillum Guds og okkara og verður henda svongdin bert mettað av einari føði: Jesus, sum sjálvur er lívsins breyð. Við sínum lívi og gerningi, bjargaði Jesus tær og mær frá deyða vegna okkara andligu svongd. Hann ofraði seg sjálvan, soleiðis at tú nú kanst hvíla í, at ein staður bíðar tær, har eingin hungur er.

Um eitt hungrandi barn sat við títt køksborð, hevði tú verið skjótur at hugt í køliskápið og tikið tað fram, sum tú átti. Tú hevði givið hesum hungrandi barni mat og drekka. Tú hevði havt samkenslu, hevði kent loysnina og hevði gjørt nakað við tað. Einki at ivast í. Men um nú hetta sama barnið ikki sat við títt køksborð, men í einum øðrum køki í einum øðrum landi, hevði støðan verið ein onnur. Kanska hevði tú samkenslu. Kanska kendi tú loysnina. Men hevði tú tá gjørt nakað við tað? Gert tú nakað við tað, tí tey børnini eru fleiri í tali? Ja, hetta er trupult og líkjast vit her Filippusi, sum hevði samkenslu, sá loysnina, men dugdi ikki at gera nakað við trupulleikan. Vilt tú gera nakað, kanst tú byrja við at spyrja: “Hvat havi eg? Jú eg havi tíð, ogn og førleikar! Hvønn trupulleika síggi eg? Svongd, atsókn, órættvísi? Hvussu kanst eg hjálpa? Sum einstaklingur, familja, samfelag?”

Hevur tú loysnina, hjálpir samkenslan eina ongum! Skal tann neyðstaddi fáa hjálp, krevst samkensla, loysn og gerningur. Jesus gav tær, so tú aldri skalt hungra ella tysta aftur. Gev teimum neyðstøddu tað, tú kanst.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: