MARK ELLA MØGULEIKI?

Í 2015 fingu vit føroyingar møguleikan at uppliva eina fulla sólarmyrking. Nógv varð gjørt burturúr hesi stórhending aldarinnar, og komu eisini hópin av ferðandi til Føroyar at uppliva hesa løtuna. Tú minnist óivað eisini, hvar tú vart staddur, tá ið dagur brádliga gjørdist um til myrkur eina løtu. Tú minnist kanska, hvørjum tú vart saman við, hvat tú hugsaði um og hvørji lívsstøðu tú vart í. Mong mundu vera tey, sum hesa løtuna hugsaðu fyri sær sjálvum: “Skapanarverkið er so stórt og eg so lítil!”, og mundi sólarmyrkingin hava eina ávirkan á hugsanina og levnaðin fyri hin einstaka. Fram til hesa løtuna vóru tað eisini fleiri, sum sóu sólarmyrkingina sum eitt tekin. Summi hugsaðu, at hetta mundi vera heimsins endi, meðan onnur, at hetta var ein nýggj byrjan.

Hvussu var og ikki, so hevði sólarmyrkingin í 2015 eina ávirkan á fleiri okkara. Og soleiðis er tað við fleiri av hendingunum í okkara lívi. Um tú hyggur aftur á títt lív, sært tú bæði jaligar hendingar, sum í dag mynda teg og neiligar hendingar, sum í dag merkja teg. Kanska sigur tú við teg sjálvan um eina hending í tíni fortíð: “Vegna hetta, sum hendi mær fyri tíggju árum síðani, kann eg í dag ikki liva tað lívið, eg droymi um.” Í hesum føri sært tú hendingina sum eitt mark fyri levnaðin í dag. Men hinvegin kanst tú síggja eina aðra hending í fortíðini og siga: “Vegna hendingina fyri fimm árum síðani eri eg tann, sum eg eri í dag og fái loyvi at liva júst tað lívið, eg droymdi um.” Í hesum føri sært tú hendingina ikki sum eitt mark, men ein møguleika.

Hendingar merkja okkum menniskju. Bæði tær jaligu og tær neiligu. Bæði fyri einstaklingin, flokkin og mannaættina alla. Einstaklingurin kann hava lokið skúlagongd og byrjað eitt lív, sum varð droymt um í nógv ár. Ella funnið sær maka, fingið børn, keypt hús… ja, tað kann vera so nógv. Men alt hetta hevur merkt lív hins einstaka. Fyri flokkin kann talan vera um til dømis skattalætta, soleiðis at fleiri enn einstaklingurin fáa gleði og kanska møguleika til ein annan levnað enn áður. Ella kann ein hópur av menniskjum endiliga gleðast í friði í nøkur ár, tí at Liverpool loksins gjørdust meistarar í Premiere League. Fyri mannaættina alla er sjálvt skapanarverkið, lívið og tilveran nakað, sum á ein ella annan hátt hevur ávirkan á levnaðin í tí dagliga. Hendingar merkja okkum.

Fyri tvey túsund árum síðani var ein genta, nevnd Maria, fyri einar stórhending. Soleiðis stendur skrivað: “Óttast ikki, Maria! Tí at tú hevur funnið náði hjá Gudi. Og sí, tú skalt verða við barn og eiga ein son, og navn hansara skalt tú kalla Jesus.” Fyri tað fyrsta upplivdi Maria eina hending, har ein eingil vísti seg fyri henni og segði henni, hvat ið skuldi henda henni. Fyri tað næsta upplivdi hon at føða ein son. Fyri tað triðja upplivdi hon, at hesin sonur var givin á yvirnatúrligan hátt. Maria kundi sæð alt hetta sum mark fyri sítt egna lív. Men hetta var ikki nakað mark. Hetta var ein møguleiki fyri hana og hvørt menniskja. Barnið, eingilin boðaði Mariu um, var Jesus, sum er størsta hendingin ikki bert fyri einstaklingar ella ymiskar flokkar, men fyri allan heimin. Hann, sum gav seg sjálvan, soleiðis at tú, eg og øll hini við hansara krossarverkið hava fingið møguleikan til lívið, vit innast inni droyma um: paradísið.

Tá ið tú sært hendingarnar í tíni fortíð, hvørja ávirkan hava tær tá á teg í tínum levnaði í dag? Eru tær eitt mark, soleiðis at tú ikki fært livað so sum tú droymir um? Ella eru tær ein møguleiki? Sálomon kongur skrivaði: “Tann, sum altíð kannar eftir vindinum, kemur ikki til at sáa; og tann, sum altíð hyggur eftir skýggjunum, kemur ikki til at heysta.” Vit kunnu stara okkum blindan, við at hyggja at fortíðini. Kunnu síggja hendingarnar í fortíðini og ikki koma víðari. Men tað nýtist ikki at vera so. Nýt hendingarnar sum møguleika heldur enn mark!

Nýt hendingarnar sum møguleika heldur enn mark!

Jesus hevur givið tær møguleikan í hvíld og friði at liva í vónini um eina ríka framtíð í Himli. Men í hesi hvíld kanst tú nú taka alla tína fortíð og síggja hana sum møguleika til at liva ein levnað við nærum óavmarkaðum møguleikum. Spyr teg sjálvan: “Hvat havi eg sæð sum mark, sum kann verða ein møguleiki?” Star ikki at fortíðini, men lít at framtíðini og liv! Nýt hendingarnar í tíni fortíð sum møguleika heldur enn mark! Ímynda tær lívið uttan at kenna teg at vera trælur at fortíðini. Stórhendingin Jesus var ikki bert fyri einstaklingar ella ymiskar flokkar, men fyri hvørt menniskja og teg. Legg tína fortíð á hann, sum valdi at bera alt, og gav tær møguleikan at liva.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: