GLEÐIN Í MORGIN KOSTAR Í DAG!

Eitt kvøldið sat eg til felags foreldrafund saman við fleiri øðrum foreldrum. Til henda fundin var ein fyrilestur, har nomið var við evnið, hvussu foreldur betur kunnu skipa levnaðin, fyri at børnini kunnu fáa eina betri framtíð. Hetta er eitt evnið, sum foreldur flest hugsa nógv um og stríðast við. Sjálvur sat eg – neyvan einsamallur – við hugsanini: “Nú má eg stramma upp! Hetta er ikki gott nokk, sum eg geri. Eg má taka meg saman og verða ein betri pápi, soleiðis at døturnar kunnu fáa eitt betri lív.” Men meðan eg sat við hesi hugsan, viðurkendi eg fyri mær sjálvum, at tað aftur og aftur miseydnast. Uttan mun til, hvussu nógv eg royni og vil, livi eg ikki júst tað, sum eg so fegin vil. Jú, sum foreldur vilja vit øll gera okkara besta, samstundis sum vit vita, at vit miseydnast. Vit vilja so fegin og kunnu styrkjast eftir fyrilestrar, kunning og eggjan, men enda aloftast í somu fótasporum. Tað er jú hart arbeiði at gerast betri. Krevur broytingar, tíð og orku. So hví ikki taka tað eitt sindur róligt og byrja í morgin?

Í 2012 gjørdi lærdi háskúlin í Rochester eina kanning, sum skuldi vísa, hvussu vit menniskju eru ymisk í at stýra okkum sjálvum og hvussu tilvitanin er ymisk í mun til at síggja fyrimunir við at bíða. Eitt og eitt trý ára gamalt barn sat við eitt borð í eini stovu. Síðani varð eitt skúmgæti tikið fram og sagt varð við barnið: “Hygg, her er eitt skúmgæti til tín. Tú kanst fáa hetta skúmgætið , ella kanst tú fáa tvey um eina løtu, um tú velur at bíða við at eta hetta eina.” Síðani var skúmgætið lagt á borðið og barnið fekk loyvi at sita einsamalt í stovuni. Upptøkutól vístu, hvussu børnini gjørdu. Hetta var ein sera stór freisting fyri børnini og kundu tey illa lata vera við at hyggja at skúmgætinum, nerta við tað og lukta tað. Úrslitið var, at barnið, sum fall fyri freistingini fyrst, megnaði at bíða í tríggjar minuttir, áðrenn tað át skúmgætið, meðan barnið, sum megnaði at bíða longst, bíðaði í 15 minuttir.

Kanningin avdúkar eisini nakað um teg og meg. Tí vit kunnu spyrja, hvat okkara skúmgæti er? Hvør freisting tekur tína framtíðar gleði, eydnu og hvíld? Hvat fært ikki seinni, um tú etur nú?

Eftir trý ára tænastu reið Jesus inn í Jerúsalem. Henda dagin var hann væl umtóktur, róstur og heiðraður sum kongur. Hvat mundi hann hugsa hesa løtuna? Mundi hann kenna hetta sum eina freisting, tí hetta var óivað stuttligt, hugnaligt og gott. Ja, hetta var nakað, sum sjálvur Djevulin ár frammanundan hevði freistað Jesus við, tá ið hann var einsamallur í oyðimørkini: Lyftið um vald og kongadømi. Jesus var jú kongur, ja, hann var Gud og skuldi bara avdúka seg sjálvan fyri tann, hann veruliga var. Á, tann freisting hetta mundi vera. Og tann kostnaður tað hevði fyri teg og meg, um Jesus fall fyri hesari freistingini. Ikki hevði tað kostað Jesusi, men tær og mær okkara framtíðar gleði, eydnu og hvíld. Men Jesus fall ikki fyri freistingini. Hann helt fram við síni tænastu, sum merkti, at hann frá at vera sera væl umtóktur, seinni var hataður, vrakaður, dømdur og dripin. Jesus setti seg sjálvan lágt, fyri at seta teg høgt. Hann reis upp aftur eftir tænastuna og vann tær æviga gleði, frið og hvíld í himli.

Sálomon kongur skrivaði: “Enn ein lítlan svøvn, enn ein lítlan blund, enn eina lítla hvíld við krossløgdum ørmum, tá kemur armóð tín sum skundin ferðamaður.” Tað er so lætt at verða nøgdur við gleðina í dag. Um eg havi tað gott í dag, hví skal eg so brúka tíð og orku uppá at arbeiða fyri nøkrum, sum eg ikki fái gleði av fyrr enn um langa tíð? Hví ikki bara njóta gleðina í dag og so lata morgindagin liggja? Men man gleðin í dag vera størsta hóttanin móti gleðini í morgin? Munnu vit ikki øll duga at síggja, at so er? At tað vísir seg at vera so deiligt at hvíla í dag, soleiðis at vit ikki arbeiða fyri eina størri hvíld í morgin? Hvussu er tá neyðugt at liva nú, fyri at vinna eina størri hvíld og gleði seinni? Relatiónelt? Fíggjarliga? Heilsuliga? Andaliga? Hvørjar íløgur eigur tú at gera í dag, soleiðis at tú kanst vinna tær tað framtíð, tú so fegin vilt fáa?

Gleðin í dag kann vera størsta hóttanin móti gleðini í morgin!

Ímynda tær tína framtíð! 5, 10, 20 ár fram! Hvat ynskir tú tær? Hvat vilt tú? Hvussu sær gerandisdagurin tá út? Spyr síðani: “Hvat kostar tað mær í dag, um henda myndin skal ganga út?” Gleðin í dag kann vera størsta hóttanin móti gleðini í morgin! So hvørja freisting eigur tú at vraka?

Jesus fall ikki fyri freistingunum, men gav seg sjálvan, soleiðis at tú við honum eigur størstu gleðina – himmalin – hóast tú í dag kanst miseydnast í levnaðinum.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: