Levnaður

RÍS UPP FRÁ GAMLA LÍVINUM!

Er lívið steðgað upp? Vónleyst, keðiligt, deytt? Kennir tú tað, sum um at tínir bestu dagar eru aftanfyri teg? At tú nú ikki veruliga livir, men bert yvirlivir?

Er lívið steðgað upp? Vónleyst, keðiligt, deytt? Kennir tú tað, sum um at tínir bestu dagar eru aftanfyri teg? At tú nú ikki veruliga livir, men bert yvirlivir? Fyrr vart tú spent ella spentur um lívið og hvat tað mundi fara at bjóðað tær. Men nú vísir lívið seg ikki at vera tað, tú sást fyri tær, og tú hevur givið upp ella ert um at gera tað. Tað kann vera, at tú relatiónelt ikki fært tingini at hanga saman. Uttan mun til, hvussu nógv tú roynir at gera alt væl og rætt, miseydnast aftur og aftur. Tað kann vera, at tú fíggjarliga hevur torført við at fáa endarnar at røkka. Uttan mun til, hvussu mangan tú sigur við teg sjálvan: “Nú fari eg at ansa betur eftir!”, so kemur tú í somu støðu. Ella tað kann vera, at tú heilsuliga sært, at tú ikki livir tað sunna og góða lívið, tú so fegin vilt. Uttan mun til, hvussu tú aftur og aftur roynir at broyta levnað, vísir gamla gongulagið at venda aftur ferð eftir ferð.

“Eg eri ikki eins livandi, sum fyrr!”, sigur tú kanska. “Eg kenni meg deyðan, fastan í lívinum, liggjandi niðri! “Eg orki ikki meira at kempa, stríðast og liva!”

Kennir tú teg aftur í hesum? Ert tú á einum vegamóti og spyrt: “Var hetta tað? Endi eg soleiðis?”

Kennir tú hugsanina: “Var hetta tað? Endi eg soleiðis?”

Um so er, kennir tú eisini væl spurningin: “Hvat kann eg gera fyri at venda gongdini?” Tað býr í okkum menniskjum at royna at fáa broytt neiligu gongdunum í lívum okkara. Kanska megna vit tað ikki, men hugsanin og ynskið býr kortini innast inni. Hyggja vit at okkara medmenniskjum, sær tað út, sum um tey hava tað gott og duga at broyta teirra levnað til tað betra. Hvussu mangan lesa vit ikki um lívsbroytingar? Ella síggja dokumentarsendingar um, hvussu eitt lív var ávegis avgrundini, men hvussu tað síðani var vent frá tí neiliga til tað jaliga? Ella rulla niður á facebook og síggja øll tey smílandi og glaðu andlitini, tí tey vísa seg at hava tað lívið, tey altíð droymdu um? “Hvat kann eg gera fyri at venda gongdini í mínum lívi? Jú, eg kann royna mítt mesta, arbeiða harðari, gera betur!” Hvussu nógv av okkum hava ikki til tíðir sagt við okkum sjálv, at nú mugu vit rísa okkum upp frá gamla lívinum og byrja at liva eitt nýtt og betri lív?

Í 1993 kom ein filmur út, sum hevði heitið: Groundhog Day. Tað var kendi sjónleikarin Bill Murray, sum hevði høvuðsleiklutin. Filmurin snúði seg um ein tíðindamann, sum skuldi gera eitt innslag um siðirnar í einum býi í sambandi við henda dagin. Vekjarin ringir klokkan seks um morgunin. Tíðindamaðurin fer upp, brúsar sær og riggar seg til. Fær sær morgunmat og fer til arbeiðis. Tá ið dagurin er komin at enda, leggur hann seg at sova. Tá ið hann vaknar morgunin eftir og soleiðis sum dagurin spakuliga gongur, leggur hann merkis til, at hesin dagurin er júst sami dagur, sum dagin fyri. Alt er tað sama, uttan sjálvur hann. Og soleiðis halda dagarnir fram ein fyri og annar eftir. Sami dagur, uttan mun til, hvussu hesin tíðindamaðurin velur at liva og hvat hann gera bæði av jaligum og neiligum.

Teldubræv

Er tað ikki mangan soleiðis, okkara lív kann kennast? At vit enda í sama gongulagið, hóast allar góðu royndirnar hjá okkum at broyta tað?

Tá ið kvinnurnar komu til grøvuna páskamorgun, var tað ikki Jesu deyða likam, tær sóu. Tær sóu ein eingil, sum gav teimum boðini: “Jesus er ikki her. Hann er risin upp!

Jesus var ikki verandi liggjandi í grøvini, men reis upp og livir. Tað kann vera, at tú kennir tað soleiðis, at tú ferð eftir ferð fellur og nú kanska ikki longur hevur hug at reisa teg aftur. Hoyr her: Vegna títt fall, reis Jesus upp! Vegna tað, at ikki megnar eitt nýtt lív, livir Jesus!

Vegna títt fall, reis Jesus upp! Vegna tað, at ikki megnar eitt nýtt lív, livir Jesus!

Soleiðis skrivaði ein av teimum, sum sá Jesus livandi eftir krossfestingina: “Um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!” Við trúnni á hann, sum reis upp frá deyðum, ert tú risin upp frá tí gamla!

Vilt tú liva eitt nýtt lív? Ja, so mást tú fyrst rísa frá tí gamla! Tú kanst royna ein nýggjan levnað í tær sjálvum, men nú veitst tú, at tað miseydnast ferð eftir ferð. Jesus reis upp fyri teg og vann tær himmalin og eitt nýtt lív. Jesus stendur, hóast tú fellir, og gevur tær styrki til ein nýggjan levnað.

Vilt tú liva eitt nýtt lív, mást tú fyrst rísa frá tí gamla! Tað byrjar við at síggja Jesus. Tástani sært tú burtur frá tær sjálvum og tí miseydnaða.

Vilt tú liva eitt nýtt lív, mást tú fyrst rísa frá tí gamla!

Ímynda tær hvønn morgun at síggja tann upprisna Jesus og vita: Himmalin er vunnin og eg havi fingið eitt nýtt lív! Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; hon er nýggj á hvørjum morgni.


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

Takk fyri 🙂

0 comments on “RÍS UPP FRÁ GAMLA LÍVINUM!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: